Tíðindi/Greinar

17.02.2017

PISA, landsroyndir og støðan hjá náttúruvísindaligu lærugreinunum

Eingin skipað ætlan er hjá Mentamálaráðnum at menna førleikarnar hjá lærarunum í náttúruvísindum. Jacob Eli Olsen, lærari og nevndarlimur í Føroya Lærarafelag

6. desember var frágreiðingin frá PISA-kanning frá 2015 løgd fram í Mentamálaráðnum. Høvuðstíðindini frá frágreiðngini vóru, at Føroyar við 446 stigum í náttúruvísindum lógu tað, ið svarar til meiri enn eitt skúlaár í PISA-høpi niðan fyri miðal. Afturat tí vóru ein triðingur av føroysku næmingunum mettir ikki at hava “náttúruvísindaligan lesiførleika”, sum krevst fyri at luttaka í gerandis náttúruvísindaligum viðurskiftum, sum ein kritiskur og vitandi borgari.

“Náttúruvísindaligur lesiførleiki” ljóðaði fremmant hjá mær, men PISA lýsir henda førleikan við hesum trimum:

náttúruvísindaliga at greiða frá fyribrigdum

meta um og leggja til rættis náttúruvísindaligar kanningar

tulka dátur og próvførslur náttúruvísindaliga

At Føroyar standa seg illa í náttúruvísindi í PISA-kanningini, er ikki nýggj vitan. Úrslitið í 2015 er á leið sum í seinastu PISA-kanningunum, tá Føroyar fingu ávíkavist 431 og 442 stig. Frágreiðingar frá undanfarnu PISA-kanningunum hava eisini víst á hetta og eru komnar við tilmælum til Mentamálaráðið um náttúruvísindi í fólkaskúlanum. Fá tiltøk eru sett í verk og tilmælini frá 2006 eru framvegis galdandi í nýggju frágreiðingini. Sum dømi var tilmælt í 2006 at skipa eina eftirútbúgving til lærarar í náttúruvisindaligu lærugreinunum. Eingin skipað ætlan er hjá Mentamálaráðnum at menna førleikarnar hjá lærarunum í náttúruvísindum. Hetta tilmæli er eitt gott stað at byrja miðvísu menningina av náttúruvísindini í fólkaskúlanum.

Sum avleiðing av fyrstu PISA-kanningini í 2006 byrjaðu landsroyndirnar í 2008. Í føroyskum og støddfrøði hava landsroyndirnar verið við til at sett hesar lærugreinarnar á dagsská, og Føroyar hava eisini havt framgongd í PISA í hesum lærugreinunum. Í náttúruvísindum hava úrslitini frá PISA-kanningunum víst á somu vánaligu støðu. Næmingarnir í fólksskúlanum megna illa at brúka sína vitan í náttúruvísindum. Sum liður í arbeiðinum at menna náttúruvísindina átti landsroyndin í náttúru og tøkni at verið broytt ella slept. Hon stuðlar mest næmingunum at greiða frá fyribrigdum, og í sera lítlan mun, at skipa og meta um kanningar og at tulka dátur og próvførslur.

Nøkur fet eru tikin seinni árini at menna náttúruvísindina í fólkaskúlanum. í 2015 fingu vaks tímatalið hjá 8. flokki í alis og evnafrøði frá tveimum til tríggjar tímar um vikuna, og árið eftir fekk 9. flokkur somu treytir. Eg undirvísi í alis og evnafrøði, og hesin eini tímin um vikuna hevur givið lærugreinini nógv betri umstøður í skúlanum. Nú havi eg munandi betur tíð at nýta ástøðiligar og verkligar arbeiðshættir í arbeiðinum við sama kjarnuøki.

Tað vildi eisini styrkt náttúruvísindina í fólkaskúlanum, um meira tilfar var til næmingarnar, sum viðger føroyska náttúruvísindi. Dømi um evnir eru: havsteymar og havbotnin um Føroyar, fiskiskap og stovnsrøkt og aðrar vísindaligar kanningar av føroysku náttúruni.

Einki er at ivast í, at náttúruvísindin kann mennast í fólkaskúlanum. Men menningin krevur, at økið verður raðfest. At vit hava føroyskt tilfar til okkara skúlanæmingar um øll føroysk náttúru viðurskifti er ein sjálvfylgja.

Samrøða við formann Føroya Lærarafelags:
http://lararafelag.fo/fo-FO/Náttúruvísindaligu-lærugreinirnar-mugu-raðfestast-hægri.aspx

Frágreiðing frá PISA-royndini 2015:
http://www.mmr.fo/arbeidsoki/utbugving-og-gransking/folkaskulin/pisa/pisa-tilfar/

Leysgivnar PISA-uppgávur í 2009:
http://cdn.lms.fo/media/2384/pisa2009_leysgivnar_uppg%C3%A1vur.pdf


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan