Tíðindi/Greinar

25.07.2023

Nú er løtan!

Sjálvt um ymiskar tillagingar og broytingar eru framdar av og á, so er neyðugt við einari hollari gjøgnumgongd av fólkaskúlalógini, sum altso er frá 1997. Tórhallur við Gil, næstformaður Føroya Lærarafelags, skrivar

Politiski myndugleikin hevur við álitinum um broytingar í fólkaskúlalógini fingið eitt gott grundarlag at viðgera fólkaskúlan. Ein arbeiðsbólkur handaði 24. mai landsstýrismanninum í skúlamálum, Djóna N. Joensen, álitið, so nú er bara at fara til verka. Politikararnir hava nú kjansin at vísa, at teir veruliga meintu alt tað, sum teir søgdu undan valinum síðst í farna ári.

Tá bar næstan alt til, og nærum einki tóktist ómøguligt. Øll valevnini vóru á einum máli um, at fólkaskúlin er sera týdningarmikil og eigur at fáa so góðar karmar sum gjørligt. Eg ivist heldur ikki í, at tey meintu tað, tá ið tað varð sagt, men kynstrið er nú at fáa politiska undirtøku at tryggja fólkaskúlanum bestu karmar. Vit hava fyrr upplivað, at fólkaskúlin verður við sviðusoð, tá ið tað kemur til skarpskeringar, og politiskar avgerðir skulu takast, tíverri. Sjálv játtanin til fólkaskúlan, sum er ógvuliga tepur, er gott dømi um tað.

Tí er hetta nýggja álitið um broytingar í fólkaskúlalógini kærkomið. Sjálvt um ymiskar tillagingar og broytingar eru framdar av og á, so er neyðugt við einari hollari gjøgnumgongd av fólkaskúlalógini, sum altso er frá 1997.

Arbeiðsbólkurin hevur arbeitt rættiliga leingi við álitinum, og tó at val bleiv í úrtíð, og nýggj samgonga kom til valdið, helt arbeiðið fram. Tað sigur eisini nakað um, hvønn týdning hetta arbeiðið hevur havt, og tað er gott. Talan er sostatt um rættiliga rúgvismikið tilfar.

Í álitinum eru ikki færri 18 tilmæli, so har er nógv at fara í holt við. Eitt høvuðstilmæli er at lækka floksstøddina, sum vónandi fer at bera á mál. Arbeiðsbólkurin mælir, at næmingatalið í hvørjum flokki verður 20 næmingar, og at byrjað verður við broyttu floksstøddini í 1. flokki í august 2024, og at skipanin verður gjøgnumførd eftir níggju ár.  

Um okkurt skal verða nevnt afturat, so verður eisini mælt til at menna tvílæraraskipanina og at styrkja flokslæraran. Arbeiðsbólkurin skjýtur upp, at flokslærarin fær fleiri tímar til flokslæraraarbeiðið – flokslærarin í grunddeildini 6 tímar, í miðdeildini 5 tímar og í hádeildini 4 tímar. Harafturat mælir bólkurin til, at flokslærarin sleppur at eftirútbúgva seg til at røkja flokslærarauppgávuna.

Omanfyri eru bert nøkur brot úr álitinum nevnd, og nógv annað áhugavert kundi verið nevnt. Eg ivist onga løtu í, at politikarar taka hetta álitið í størsta álvara og fara brúka høvið viðgera tað væl og virðiliga. Fólkaskúlin er ein hornasteinur í samfelagnum, og vit vilja øll hava ein góðan fólkaskúla.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan