Tíðindi/Greinar

07.09.2016

Næmingaráð upplagdur pallur at menna førleikar til fólkaræði

Nú eitt nýtt skúlaár byrjar, skulu umboð veljast í næmingaráðið í skúlunum kring landið. Maria V. Hansen, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Næmingaráðini hava týdning fyri áhaldandi at menna fólkaræðið í landinum. 

Okkara fólkaskúli minnir í bygnaði tí danska. Í Danmark stendur beinleiðis í teirra fólkaskúlalóg, at skúlar við flokstrini frá 5. flokki skulu hava næmingaráð. Mann hevur frá Kenslumálaráðnum ynski um, at næmingarnir, m.a. ígjøgnum næmingaráð, skulu hava møguleikan at ávirka egna skúlagongd.

Hóast eingin beinleiðis orðing er í okkara paragraffum fyri fólkaskúlan, so stendur í:

§2 stk 3 m.a: “at skúlin skal búgva næmingarnar til innlivan, samavgerð, samábyrgd, rættindi og skyldur í einum fólkaræðisligum samfelag. Undirvísing og gerandislív skúlans eiga at vera grundað á andsfrælsi, tollyndi, javnvirði og fólkaræði.”

Her er næmingaráðið ein upplagdur pallur hjá næmingunum at menna førleikar til fólkaræði.

Endamálið við næmingaráðunum er millum annað at virka fyri størri ávirkan hjá næmingunum á egin viðurskifti og fyri góðum, tryggum og mennandi umstøðum at læra og trívast.

Ójavnt er, hvussu skúlar skipa næmingaráð. Í summum skúlum er 1 næmingaráð, og í øðrum og størri skúlum eru fleiri.

Í Eysturskúlanum, har eg starvist, eru 4 næmingaráð: Innskúling 1.-3. flokk, miðdeild 4.-6. flokk, hádeild 7.-9. flokk og Nám X, 10. Flokkur.

Uppgávurnar eru fjøltáttaðar:

at arbeiða fyri, at næmingarnir fáa høvi at varðveita og menna førleikarnar at virka í einum fólkaræðisligum samfelag
at umboða og verja áhugamál næminganna í øllum viðkomandi viðurskiftum 
at styrkja samanhaldið skúlanum og stimbra til meðvit, bæði tá tað snýr seg um læru og trivnað 
at arbeiða fyri at styrkja samstarvið millum næmingar, lærarar, leiðslu, foreldur og skúlastýrið


Næmingaráðið røkkur endamálinum gjøgnum egið virksemi og í samstarvi við onnur næmingaráð.

Ein lærari er knýttur at hvørjum næmingaráði og hevur ábyrgd av arbeiðinum har. Hvør flokkur velur eitt umboð. Flokkarnir hava val til næmingaráðið við skúlaársbyrjan, ella tá teirra umboð í næmingaráðnum ikki longur er næmingur í flokkinum. Við jøvnum millumbilum eru fundir í næmingaráðnum. Allir næmingar skúlans kunnu seta fram uppskot til skrá. Fundir í næmingaráðnum verða hildnir í skúlatíð.

Tað er ymiskt, hvussu arbeiðslagið í næmingaráðnum hevur verið. Lærarin, sum hevur leiðsluna, hevur stóra ávirkan á arbeiðslagið. Einki er at ivast í, at næmingarnir eru serfrøðingar í egnum viðurskiftum – hóast teimum tørvar vegleiðing í, hvussu viðkomandi ynski og hugskot skulu handfarast, stutt sagt, hvørjar mannagongdir, ið skulu fylgjast, tá ymisk mál skulu avgreiðast í skúlanum.

Vónandi hava allir næmingar í landinum møguleika at velja sær umboð í næmingaráðið í sínum skúla.

 


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan