Tíðindi/Greinar

22.11.2016

Næmingar skulu hava matnáðir í skúlanum

Nógvir skúlanæmingar hava bara 15 minuttir at vaska hendurnar, finna matpakkan fram, njóta matnáðirnar og at pakka saman aftur. Óhepnu fylgirnar av hesum er, at reinførið má víkja. Jacob Eli S. Olsen, lærari og nevndarlimur í Føroya Lærarafelag, skrivar

“Tú verður tað tú etur.” Hetta vóru slagorðini í einum heilsuátaki fyri nøkrum árum síðan. Og hesi boð eru enn líka viðkomandi fyri næmingarnar í fólkaskúlanum, ið menna seg nógv likamliga og skulu vera væl fyri í arbeiðinum í skúlanum. Fyri at næmingarnir skulu fáa etið seg stór, sterk og vís, so eiga tey at fáa heilsugóðan mat, reinførið í matarsteðginum skal vera í lagi, og tey eiga at fáa ta tíð og matnáðir, ið teimum tørvar.

Í flestu skúlum í Føroyum hava næmingarnir sín egna matpakka við heimanífrá. Í fleiri ár er vegleitt um ein heilsugóðan matpakka. Og hetta sæst aftur í skúlanum. Teir flestu næmingar, eg møti, hava ein góðan matpakka við í skúla. Í yngru flokkunum hava so gott sum allir næmingarnir, meðan nakrir av eldru næmingunum kundu trongt til eina áminning um tørvin á heilsugóðum mati.

Um væl stendur til við innihaldinum í matpakkanum, so stendur verri til við reinførinum og tíðini, ið er sett til at eta matpakkan í. Fleiri skúlar hava flokshøli sum karm um alt virksemið hjá næmingunum í skúlanum. Í flokshølinum skulu næmingarnir gera sítt skúlaarbeiði, hava sínar fríløtur og sín matarsteðg. Tað vil siga, at sama borð, sum aftaná at vera brúkt til skúlaarbeiði og dálkað í fríløtunum, eisini skal brúkast til at eta matpakkan á. Næmingarnir eiga at eta í friði við eitt reint borð, og tí er hendan skipanin ikki nøktandi. Nakrir skúlar hava eini matarhøll til næmingarnar. Ein at hesum er Skúlin við Løkin. Har fara næmingarnir úr flokshølunum í matarsteðginum og inn í reinu matarhøllina at eta. Hetta eru virðiligar umstøður at geva næmingunum at eta í. Teir lærarar í Skúlanum við Løkin, ið eg havi tosað við, lata eisini væl at hesi skipan. Eins og í Skúlanum við Løkin eiga allir nýggir skúlar at verða bygdir við eini matarhøll.

Tá ið næmingarnir hava matarsteðg, eru lærarar settir at ansa eftir, at allir næmingar fáa matnáðir. Seinnu árini er arbeiðstíðini hjá lærarum í skúlunum skerd. Við hesi sparing er tíðin, ið lærarar hava at vera um næmingarnar í matarsteðginum, eisini skerd. Nógvir skúlanæmingar hava bara 15 minuttir at vaska hendurnar, finna matpakkan fram, njóta matnáðirnar og at pakka saman aftur. Óhepnu fylgirnar av hesum er, at reinførið má víkja, og matpakkin má fáast av vegnum sum skjóttast. Úrslitið av avmarkaðu skúlaumstøðunum og tíð hjá næmingunum at eta í er, at teir eta ov lítið í skúlatíðini og gerast illa upplagdir sum fylgja. Hetta førir aftur við sær, at teir fáa ov lítið við í skúlanum.

So samanumtikið, so eru umstøðurnar um matarsteðgin hjá nógvum næmingum ikki nøktandi. So at tað gongur út yvir teirra skúladag. Tí vil eg heita á myndugleikarnar at virka fyri, at allir skúlanæmingar fáa virðiligar umstøður í matarsteðginum. Mentamálaráðið eigur at raðfesta tíð til matarsteðg, so at allir næmingar fáa matnáðir, og kommunurnar eiga at virka fyri, at skúlar fáa eina matarhøll til næmingarnar.

 


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan