Tíðindi/Greinar

14.11.2016

Nám ein av súlunum

Nám roynir at ganga nýggjar leiðir við føroyskum tilfari. Hetta er eitt sera gott stig at taka, fyri at vekja áhugan hjá teimum nógvu lærarum, ið sita inni við nógvum góðum tilfari, annaðhvørt tað er til fólkaskúlan ella til miðnám. Andrea á Rípuni, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Kappingin byrjaði við einum kveikingarkvøldi á Námi, sum var gott. Tey, sum vóru møtt, fingu eitt innlit í, hvat nýtt tilfar kann vera, og hvat hugsanin er handan kappingina. Tað eru tó fleiri, ið ikki hætta sær undir at geva heilt nýtt tilfar út, kanska tí, at man heldur, at tilfarið er ikki nóg stórt í vavi, ella tí man sum oftast er heldur lítillátin. Men eru so aðrir møguleikar? Ja, sjálvandi eru aðrir møguleikar. Vit hava eitt vælvirkandi FirstClass, sum tíverri er við at fara í søguna, sum saktans kundi virkað sum ein grunnur, har lærarar leggja tilfar, sum teir meta kann vera ein hjálp hjá øðrum. Eitt stað, har lærarar kunnu leggja tilfar til onnur at nýta, onnur at rætta, onnur at vegleiða. Sum samstundis eisini kundi verið eitt stað til kveiking. Eitt stað, har vit, sum lærarar, kundu farið inn at hugt, um tað var okkurt tilfar til okkurt evni, ið okkum manglaði íblástur til. Danska skolecom hevur ein tílíkan grunn, sum vit tíverri ikki hava atgongd til. Tað kundi eisini verið til íblástur fyri okkum.

Uppgávan hjá Námi er at geva føroyskt undirvísingartilfar út. Tað er ein fornemm uppgáva, sum ongantíð fer at loysa seg fíggjarliga, tó er tað neyðugt at hava eitt sindur av fíggjarligum skynsemi, tá stýrast skal, og tað er nokk ein orsøk til, at tað gamla tilfarið, ið skúlarnir eiga, men sum teir ikki kunnu keypa, ikki verður endurprentað. Tað løgna er, at sumt av hesum tilfari í føroyskum hevur somu hugsjón handan læring, sum tað nýggja tilfarið, ið er útgivið. Tað er synd, at tað gamla ikki verður endurprentað, tí tað er SO gott, tað nýtist bert at klæðast í nýggjan ham. Hetta er tó ringt at fáa hoyrn fyri. Kanska tí at útboðið av framíhjálestrarbókum er økt nógv tey seinastu árini, serliga við krabbum. Hetta tilfar er tó ikki nokk. Í øllum skúlum kring landið sita næmingar, ið eru so dugnaligir lesarar, at teir skjótt fara ígjøgnum krabbar á aldurssvarandi stigi. Eisini eru teir næmingar, ið hava torført við at læra at lesa, og mugu tí hanga í tilfari, ið er undir teirra aldursstigi. Hesir næmingar mangla tilfar, soleiðis at teir sleppa undan at lesa uppísaman. Báðir bólkarnir høvdu havt gott av tí gamla tilfarinum, serstakliga, um tað var endurskoðað.

 


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan