Tíðindi/Greinar

14.07.2022

NLS-summarskeiðið styrkir allar norðurlendsku skúlaskipanirnar

Tað er við góðum, sunnum samstarvi, at vit byggja ein dygdargóðan og fjølbroyttan skúla. Eyðbjartur S. Skaalum, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

NLS er ein stytting fyri Nordiske Lærerorganisationers Samråd, Norðurlendska lærarasamstarvið;
eitt samstarv millum fólkaskúlalærarar, námsfrøðingar, og yrkislærarar. Annað hvørt ár er summarskeið, og Norðurlond skiftast um at vera vertur fyri fundunum. Umframt summarskeið eru aðrir fundir, har forfólkini í hvørjum fakfelag hittast.

Summarskeiðið hevur ikki verið síðan 2018, tá tað varð hildið í Føroyum, og nú beyðst aftur høvið at hava skeiðið, hesa ferð í Danmark.

Á summarskeiðinum í ár vóru í alt 100 fólk, og øll Norðurlond vóru umboðað. Vegna Føroya Lærarafelag var kassameistari okkara, Jona Højsted, og eg sjálvur. Umframt okkum bæði var Birna Heinesen, forkvinna í Yrkisfelagnum Miðnám, eisini við.

Høvuðsevnið á summarskeiðnum í ár var ”Eitt gott arbeiðsumhvørvi er vegurin til góða læring.”

Summarskeiðið er gylt høvi at hitta fólkaskúlalærarar, miðnámskúlalærarar og námsfrøðingar úr øllum Norðurlondum. Hetta er eisini eitt gott høvi at hoyra, hvat rørir seg í grannalondum okkara, hvat viðvíkir undirvísing. Heim aftur fingu vit okkum nógva kunning og nógv góð hugskot, sum vit kunnu taka við okkum inn í fólkaskúlan. Samanborið við hini londini, so hava vit somu avbjóðingar á fólkaskúlaøkinum. Fleiri av londunum kendu tað, sum vóru tað ov nógvir næmingar í flokkunum, og arbeiðsbyrðan var ov rúgvismikil við øllum tí, sum kemur afturat undirvísingini.

Eitt, sum var sera áhugavert, var undirvísingartímarnir í ymsu londunum. So vit hava avgjørt nakað, sum vit kunnu læra av. Hyggja vit at nøkrum av londunum, sum tóku lut, so síggja vit, at í Íslandi eru næmingarnir í skúla í 180 dagar um árið, í Noregi eru tey í skúla í 190 dagar, Svøríki hevur eitt skúlaár á 178 dagar, ímeðan vit í Føroyum hava 193 dagar. Í 2019 ásetti táverandi landsstýrisfólkið við skúlamálum, Hanna Jensen, at skúlaárið hjá næmingunum skuldi fara úr 198 døgum niður á 193 dagar. Vit hava tískil ligið væl hægri enn øll hini Norðurlondini. Teir fimm dagarnir, sum blivu tiknir av hjá okkum, blivu ásettir at vera til ráðlegging og námsfrøðiliga førleikamenning.

Omanfyri nevndu Norðurlond hava eisini hesar dagar. Hjá teimum spennir tað frá ávikavist 6 døgum og upp í 17 dagar. Í Føroyum hevur verið nógv kjak um, hvørt tað var rætt at stytta skúlaárið við fimm døgum, tí at tað bleiv trupult hjá foreldrum at fáa skipað feriuna hjá børnunum.

Í Føroyum hoyra vit um fleiri og fleiri tilburðir av harðskapi í skúlunum. Hetta er harðskapur millum næmingar, næmingar mótvegis lærarum. Talan er bæði um sálarligan og kropsligan harðskap. Hetta var eisini eitt, sum kom upp at venda á summarskeiðnum. Hóast hetta ikki er ein so stór avbjóðing hjá okkum, so er hetta nakað, sum fyllir nógv í grannalondum okkara. Fleiri teirra eftirlýstu eina greiða mannagongd, sum skuldi skipast, soleiðis, at tann, ið varð útsettur fyri harðskapi, bleiv loftaður og hjálptur beinanvegin. Her hugsi eg, at vit eiga at vera eitt fet frammanfyri og hava eina greiða, góða skipan, áðrenn hetta gerst ein avbjóðing fyri okkum.

Alt í alt var skeiðið sera gott. Tað hevur sera stóran týdning at fáa høvi at hittast við øðrum lærarum. Serliga áhugavert er tað, tá hesir lærarar ikki arbeiða undir somu treytum. Tí, tað er við góðum, sunnum samstarvi, at vit byggja ein dygdargóðan og fjølboyttan skúla.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan