Tíðindi/Greinar

21.09.2016

NFSP-ráðstevnan

Tað er so ótrúliga gevandi at síggja, hvussu onnur gera. Andrea á Rípuni, skrivari Føroya Lærarafelags, skrivar

So er enn ein NFSP-ráðstevna farin afturum, tann 30. í røðini. Tveir sera spennandi og gevandi dagar við fólki, ið arbeiða við børnum á ein ella annan hátt. Vit lærarar, ið vóru á ráðstevnu, eru allir samdir um, at hetta var sera spennandi. Serliga teir fyrilestrarnir, ið góvu okkum nakað at hugsa um, ella teir, ið vit beinleiðis kunnu fara heim og brúka ella kanna nærri. Tað er altíð áhugavert at hoyra, hvussu onnur arbeiða.

Munurin millum hesa og hinar ráðstevnurnar, ið hava verið, er, at hesaferð vóru eyguni vend móti USA. Ikki íslendingum ólíkt, so taka teir tað til sín av fremmandum, ið teir meta, teir kunnu brúka. Fleiri íslendingar velja at fara til USA at lesa, og hetta hevur sjálvandi ávirkan á teirra samfelag. Henda ávirkan gjørdi, at ein partur av ráðstevnuni snúði seg um ein undirvísingarhátt, ið vit ikki kendu til. Men samstundis vakti tað okkara áhuga. Hetta gav okkum nakað at kjakast um, og tað er júst tað, ein tílík ráðstevna er til. Fyri at vit kunnu víðka um okkara egna sjónarring, er neyðugt at fara út um sín egna lítla dunnuhyl og hyggja, hvat onnur gera. Síðani mugu vit so taka støðu til, hvat vit halda um tað, vit hoyra og síggja, og hvat vit halda um okkara egna. Okkara egna er í flestu førum gott, men av og á er neyðugt við broytingum, somuleiðis er tað gott viðhvørt at fáa staðfest, at tað, vit gera, er í lagi, ella betri enn tað, sum onnur gera.

Ein partur av hesi ferð, var eisini at vitja skúlar í Reykjavík. Hetta vóru sera gevandi dagar. At fylgja øðrum lærarum og síggja, hvussu teir gera, er altíð spennandi. Serliga er tað spennandi at hoyra, hvussu teir takkla avbjóðingina við sparingum. Eisini í hesum sambandi fóru vit heim við onkrum í skjáttuni. Tað skuldi staðið øllum lærarum í boði at sloppið at vitja aðrar skúlar fyri at fáa íblástur. Ikki er neyðugut at fara út um landoddarnar, vit hava nógv dugnalig fólk í Føroyum, sum vit kunnu vitja. Tað er so ótrúliga gevandi at síggja, hvussu onnur gera.

Sum eg havi skrivað fyrr, so er okkara túrur at skipa fyri ráðstevnuni í 2019. Hetta arbeiði hava 7 lærarar og 2 nevndarlimir tikið á seg. Ein avbjóðing, ið vit, eftir mínum tykki, langt síðan skuldu havt tikið á okkum. Vit hava nú sæð, hvat liggur okkum fyri framman, og vit gleða okkum at fara til verka.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan