Tíðindi/Greinar

11.07.2016

Mál fyri heimin

Raðfestingin hjá ST kann takast sum ein staðfesting av týdninginum av skúlagongd og útbúgving. Herálvur Jacobsen, formaður Føroya Lærarafelags, skrivar

Tann 25. september 2015 samtyktu heimsins stjórnarleiðarar á ST-toppfundi í New York eina sera framsøkna menningarskrá, sum fram til 2030 skal seta kós ímóti burðardyggari menning, bæði fyri fólkið og gongustjørnuna, vit liva á. Málini fyri heimin fata um 17 ítøkilig mál, sum áleggja øllum limalondunum í ST at beina fyri fátækdømi og svølti í heiminum, minka um ójavnan, tryggja góða útbúgving og betri heilsu fyri øll, sømiligt arbeiði og burðardyggan vøkstur.

Nýggju málini fyri heimin byggja á tey sokallaðu 2015-málini. Í andsøgn til tað, vit ofta halda, so hava 2015-málini víst, at tað er gjørligt at náa málum, um politiski viljin er til staðar, og um vit seta greið mál og raðfesta tilfeingið hareftir. Síðan 1990 er fátækradømið í heiminum fallið úr 47% til 14%, níggju av tíggju børnum í menningarlondunum verða í dag innskrivað í skúla, og tvífalt so nógv børn eru á lívi á fimmára føðingardegnum. 45% færri kvinnur doyggja í sambandi við viðgongu og føðing, tvær milliardir fólk hava fingið atgongd til betri drekkivatn, og milliónir av mannalívum eru bjargað orsakað av betri fyribyrging og viðgerð av smittandi sjúkum sum malaria, tuberklar og HIV/AIDS.

Útbúgving er raðfest frammarlaga í málunum fyri heimin, tí tað fjóðra av teimum 17 málunum snýr seg um útbúgving. Mál nr. 4 hevur heitið dygdarútbúgving, og síðani verður sagt, at vit skulu tryggja øllum javnbjóðis atgongd til dygdarútbúgving og styrkja um møguleikarnar hjá øllum til lívlanga læring.

Raðfestingin kann takast sum ein staðfesting av týdninginum av skúlagongd og útbúgving. Vert er at leggja til merkis, at dentur verður lagdur á javnbjóðis møguleikar til útbúgving og lívlanga læring. Í teimum 10 undirpunktunum til 4. málið verður dentur m.a lagdur á, at bæði gentur og dreingir fáa tryggjaðan grundskúla/fólkaskúla, og at skúlagongdin er ókeypis.

Allan vegin gjøgnum lutamálini gongur aftur, at javnstøða og javnbjóðis atkomumøguleikar til útbúgving eru týðandi tættir í burðardyggari menning. Hvørki kyn ella vantandi fíggjarligar umstøður skulu vera ein forðing. Staðfest verður eisini, at tey, ið bera brek, upprunafólk og børn í truplum korum skulu tryggjast eins góðar umstøður sum onnur.

Ein onnur treyt fyri burðardyggari menning er útbúgving í burðardyggum livihátti, javnstøðu millum kynini, heimsborgaraskapi umframt virðismeting av mentanarligum fjølbroytni.

Seinasta lutamálið áleggur londunum at økja um talið á skikkaðum lærarum, m.a. gjøgnum altjóða samstarv um læraraútbúgvingar í menningarlondunum.

Meira kann lesast um málini fyri heimin á globalgoals.org
 


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan