Tíðindi/Greinar

9. mars 2020

Danmarks Læringsfestival 2020

Aftur í ár er ein væl eydnaður Læringsfestivalur farin aftur um bak. Tveir dagar, har øll, ið hava áhuga fyri børnum og ungum, møtast og fáa nógvan íblástur. Andrea á Rípuni, næstforkvinna Føroya Lærarafelags, skrivar

Til tykkum, ið ikki vita, hvat læringsfestivalurin er, vil eg mæla til at vitja heimasíðuna www.danmarkslaeringsfestival.dk, har er nógv at lesa.

Í ár var eg ein av teimum hepnu, ið fingu høvi at vitja festivalin. Har vóru fleiri føroyingar, men serliga glað var eg fyri umboðanina av undirfeløgunum hjá Lærarafelagnum. Hetta vísir, at feløgini eru áhugað í at endurnýggja seg og at fylgja við í, hvat hendir á sínum øki.

Læringsfestivalurin er býttur sundur í fimm greinar, fólkaskúlin, miðnám, tvørgreinaligt, dagtilboð og yrkisnám. Tað er ikki so, at man teknar seg til eina grein og bara hevur atgongd til tað. Tað stendur øllum frítt at fara til tað, ið man heldur vera áhugavert, og sum er viðkomandi fyri tað starv, ið man røkir. Tann seinna dagin var eisini ein grein, ið snúði seg um orðblindni.

Sjálv var eg bæði til fyrilestrar, ið hoyrdu til fólkaskúlan, miðnám, yrkisnám og orðblindni. Hetta haldi eg er ein styrki, tí tað kann geva íblástur at lúra eftir tí, ið onnur fáast við. Kunningartøkni fyllir sjálvandi nógv, men tíbetur var tað ikki bara, hvat tøknin kann, men eisini hvørjir møguleikar liggja í tøknini. Vit skulu gera okkum tankar um, hvar vit vilja flyta okkum, hvørjar kunnleikar skulu vit læra okkum, og nær skulu vit hvat.

Ein av fyrilestrunum, ið eg vil nevna, var tann hjá Svend Brinkmann við heitinum “Dannelse i præstationssamfundet”. Ein fyrilestur, har hann á ein skemtingarsaman hátt minti okkum á, at dannilsi liggur í samskiftinum við onnur. Vit dannast í mun til tann, ið vit eru saman við. Eitt, ið eg festi meg serligt við, var, at tað er ikki alt her í verðini, ið skal grundgevast. Av og á er nóg mikið at vita, at vit gera so ella so, tí tað er tað rætta at gera. Eitt sindur gammeldags vil onkur kanska siga, men fyri meg er hetta sannleikans orð.

Ein annar fyrilestur var “Hvordan måler man det umålelige?” við Yngve Lindvig. Hvussu kanna vit tað, ið er torført at kanna, í staðin fyri tað, ið er lætt at kanna. Hvussu kann hetta mynda okkara undirvísing. Ein sera torførur spurningur, ið hann gav ymisk svar til. Eg vil siga, at eg var ikki so heilt samd, men áhugavert at hoyra.

Eg kann ikki taka alt við í hesa grein, men vil heita á tykkum at kanna møguleikan fyri at luttaka næsta ár. Heimasíðan boðar frá, at festivalurin verður 3. og 4. mars 2021.

 


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan