Tíðindi/Greinar

13.09.2016

Morgunløtan er týdningarmikil

Ymiskt er, hvussu morgunsangur ella morgunløta verður skipað í ymsu skúlunum. Ymiskleikin kann verða vegna næmingatal, hølisumstøðurnar og annað mangt. Mær dámar best morgunløtuna, har øll eru saman, næmingar og lærarar. Jákup av Skarði, lærari, skrivar

Í Nólsoyar skúla er morgunløtan eftir annan tíma, áðrenn farið verður í matarhølið at eta matpakka. Okkum dámar best, at næmingarnir byrja í flokshølinum – aloftast saman við flokslæraranum, har næmingarnir fyrstu løtuna práta um innihaldið í degnum, og næmingarnir fáa orðið, at bera tað fram teimum er í huga, áðrenn undirvísingin byrjar.

Siðvenja okkara er, at vit syngja sálm, biðja faðirvár, syngja ein føroyskan sang og síðani ein útlendskan sang. Vanliga verða sálmar og sangir valdir millum uppskotini, næmingarnir hava sett fram – og ofta eru hesi ynski sett út frá tí næmingarnir duga at spæla á ymisk ljóðføri.

Men morgunløtan er meira enn sangur og bøn. Morgunløtan er týdningarmikil partur í málinum at læra næmingarnar at vera saman í góðum og fólkaligum samspæli. Hesa løtuna eru vit felags um bøn, sang, tónleik og annað skiftandi innihald.

Í morgunløtuni kunnu næmingarnir leggja fram lisnar bøkur, møguleiki er at skipa listaframsýning og sjálvsagt er hetta gott høvi hjá lærarum og leiðslu at greiða frá tiltøkum ella at geva onnur felags boð.

Av og á er gott at vísa næmingunum á, hvør hugsanin er við morgunløtuni. At hetta er ikki sangkapping, men møguleikin at læra ymsar sangir og onkuntíð eisini at spæla á ljóðføri afturvið. Men at læra ymsar sangir er bæði at lurta, lesa og bera fram – á ymsum máli. Harafturat kunnu vit hugsa okkum myndir út frá innihaldinum og huglagnum í sálmunum og sangunum.

Harvið er morgunløtan í Nólsoyar skúla tvørgreinalig og fevnir um: Tónleik, kristni, føroyskt, norðurlendskt, enskt og onnur mál, handaverk og list, søgu og samtíð, støddfrøði, náttúru og tøkni, landalæru og lívfrøði.

Sosialu førleikarnir verða eisini mentir hesa týdningarmiklu løtuna í skúladegnum. Bæði í bókaframløgum, myndaframsýningum, og tá ið farið verður upp á gólv, hava vit í huga at verða saman á fólkaligan hátt.

Løtan byggir eisini undir teirra fólkaræðisliga kunnleika. Lærararnir hava í huga, at hesa løtuna skulu vit av og á taka okkum eyka stundir at lata næmingarnar seta spurningar til eitthvørt, ið stingur seg upp í nærumhvørvinum, heima ella uttanlands.

Í evnis- og verkætlanararbeiði, leggja vit aloftast tímarnar eftir morgunløtuna, so vit kunnu geva boð og greiða frá innihaldinum í degnum. Hetta byggir undir hugsanina at hava fasta og afturvendandi arbeiðstíðir, tó at innihaldið broytist.

Tað er fyri okkum sera týdningarmikið, at næmingarnir fata, at hendan løtan er okkara í felag. Hesa løtuna eiga næmingarnir at sleppa at verða við at velja sálmar og sangir – og at halda seg framat at spæla undir á ymisk ljóðføri.

Jákup av Skarði, lærari


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan