Tíðindi/Greinar

31-10-2022

Mjólkin verður ikki bíligari

Eitt heldur margháttligt sjónarmið, sum fakfólk stundum føra fram í hesum tíðum, er, at einhvør lønarvøkstur heldur lív í einum meira og minni høgum prístali. Ja, tað er beinleiðis skaðiligt, um lønin veksur. Hvør skal siga, um lønarkrøv verða “gloymd” í hesum tíðum, so fer prístalið at javna seg sjálvt aftur. Bergur Samuelsen, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Fíggjarliga støðan hjá nógvum føroyingum er, sum kunnugt, broytt heilt nógv í ár í mun til nógvu undanfarnu árini. Bæði renta og prístal hava annars í nógv ár hildið sær á einum sera lágum støði. Ja, óvanliga lágum vilja fleiri vera við. Út frá hesum veruleika hava fólk sjálvsagt húsast og livað. Tað hevur eitt nú verið møguligt at tikið stór lán, sum á pappírinum hava hingið saman, tí rentan hevur verið so sera lág. Ja, vit hava havt óvanliga góðar tíðir, júst tí, at bæði renta og prístal hava verið óvanliga lág. Men, sum skilst, er tann tíðin farin og kemur helst ikki aftur í bræði.  

Og um somu tíð fer valla dagur framvið, at vit ikki hoyra um onkran vørubólk ella okkurt øki í samfelagnum, sum javnt og samt gerst dýrari í hesum tíðum. Í síðstu viku vóru høvuðstíðindi í Degi og Viku, at prísirnir á mjólkarúrdráttum vóru hækkaðir nógv. Í gjár hækkaði Evropeiski Miðbankin rentuna fyri triðju ferð í ár, og hetta fer sum skilst at halda fram, siga serkøn. Hetta ávirkar okkara rentustøði beinanvegin. Lánini gerast dýrari. Og Bústaðir boða í dag frá, at leigukostnaðurin hjá teimum má upp, tí byggikostnaðurin er so nógv uppfarin. Og soleiðis kundi ein hildið fram. Alt er vorðið dýrari, og tað fer bara at halda fram helst í minsta lagi 1-2 ár afturat, siga búskaparfrøðingar. Matvøruprísirnir eru hækkaðir heili 10%. Prístalið annars 8,8%. Hetta er lægri enn í flestu grannalondum, so støðan kann gerast enn verri. Og vit skulu minnast til, at sjálvt um prístalið møguliga fer niður aftur á eini 4-5% komandi ár, so merkir tað ikki, at prísirnir fara at lækka aftur. Príshækkingin fer at halda fram, bert spakuligari.

Eitt heldur margháttligt sjónarmið, sum fakfólk stundum føra fram í hesum tíðum, er, at einhvør lønarvøkstur heldur lív í einum meira og minni høgum prístali. Ja, tað er beinleiðis skaðiligt, um lønin veksur. Hvør skal siga, um lønarkrøv verða “gloymd” í hesum tíðum, so fer prístalið at javna seg sjálvt aftur. Vit skulu ikki krevja nakað, bara bíða í tolni, og harvið vísa samfelagssinni, sum mangan verður tikið til. Ja, góðan morgun øksaskaft. Eitt er samfelagsbúskapur, men hvat við privatbúskapinum. Tað hjálpir lítið, at landshúsarhaldið hevur tað gott, um vanligi lønmótakarin kemur í fíggjarligt óføri.

So tað verður eitt avgjørt nei. Ikki tvøran fót. Vit sita við samráðingarborðið í hesum døgum, tí nýggjur sáttmáli skal í hús. Tann gamli fór úr gildi 1. oktober. Og sjálvsagt fara vit eftir so høgum lønarvøkstri sum gjørligt. Alt annað hevði verið burturvið. Vit hava ikki annað val. Reallønin hjá okkara limum lækkar fyri hvønn dag, so hægri løn má vera eitt høvuðsfokusøki. Hvat so úrslitið av samráðingunum verður, tá samanum kemur, fáa vit so at síggja. Vit vóna tað besta og fara at gera okkara.         


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan