Tíðindi/Greinar

07.06.2016

Misbrúk av afturvendandi tíðaravmarkaðum setanum

Tað er neyðugt at gera lógarreglur, sum minka um afturvendandi tíðaravmarkaðar setanir. Herálvur Jacobsen, formaður Føroya Lærarafelags, skrivar

Lærarafelagið fær á hvørjum ári fyrispurningar og áheitanir frá limum um at gera nakað við misbrúkið av tíðaravmarkaðum setanum. Nógvir lærarar verða settir undir álvarsligt trýst í hesum døgum, nú søkjast skal eftir lærarum komandi skúlaár. Fyri at lýsa málið um afturvendandi tíðaravmarkaðar setanir skulu vit, við loyvi frá sendaranum, endurgeva partar av telduposti, sum hesin hevur sent okkum. Limurin skrivar:

Eg arbeiði enn í xx skúla, har havi eg verið í eini seks ár. Eg havi fingið lovað starv aftur komandi skúlaár, men aftur sum tíðaravmarkaður lærari. Nú, tá eg byrji aftur eftir summarfrítíðina, er tað ellivta árið, eg arbeiði í føroyska fólkaskúlanum, uttan fast starv. Kann tað veruliga passa, at eg skal halda fram sum tíðaravmarkað? Eg skilji onki, tí tað hevur verið ymiskt, hvussu eg havi verið sett í starv, viðhvørt fyri lærara í farloyvi og viðhvørt uttan frágreiðing. Eg veit, at eg havi arbeitt í 3 ár fyri lærara í farloyvi, uttan at nakar lærari í skúlanum hevur havt farloyvi. Hetta árið eru so aftur nakrir lærarar í farloyvi, men eg veit ikki, hvønn eg havi verið fyri. Eg arbeiði á jøvnum føti við teir sáttmálasettu lærararnar, eri flokslærari og havi aðrar uppgávur í skúlanum, men eri ikki sáttmálasett sjálv. Hvørt ár skal umsókn skrivast, og eg skal til samrøðu. Hvørt ár føli eg ótryggleikan, tí eg veit ikki, um eg eri keypt ella seld. Eg føli meg eisini noyddan at senda hinum skúlunum í kommununi umsókn, tó so at eg ongantíð verið biðin um at koma til samrøðu. Eg føli tað eyðmýkjandi og haldi, at tað er láturligt, at eg skal sita til samrøðu, har eg vanliga arbeiði, hvørt skúlaár. Setanarnevndin heldur eisini, at mannagongdin er láturlig, tí tey kenna meg eftirhondini.  

Hetta er alt annað enn góður lesnaður. Tað er alment viðurkent, at tað skapar álvarsligar fakligar, fíggjarligar og persónligar trupulleikar hjá fólki, sum søkja sítt egna starv ár eftir ár. Ótryggleikin í setanarviðurskiftunum skapar strongd, sum kann hava heilsuligar avleiðingar fyri tann einstaka. Vit kunnu ikki sum eitt framkomið samfelag liva við hesum. Longu í 1999 gjørdi ES-samveldið reglur fyri at minka um talið av afturvendandi tíðaravmarkaðum setanum. Afturvendandi tíðaravmarkaðar setanirnar vóru hildnar fyri at vera í andsøgn við mannarættindini, og einstøku ES-londini hava fyri nógvum árum síðan við grundarlagi í ES-lóggávuni gjørt sínar egnu lógarreglur um hesi viðurskiftini. Danmark gjørdi longu í 2003  “Lov om tidsbegrænset ansættelse”, har ávísar reglur eru gjørdar fyri skapa tryggleika í setanini og avmarka talið av tíðaravmarkaðum setanum. Í døminum hjá okkum verður víst á, at lærari verður settur sjey ár á rað við tíðaravmarkaðari setan. Hetta líkist svartasta ongum, og er fullkomiliga í andsøgn við galdandi rættartrygdina og almennu menniskjaligu viðurskiftini í  Evropa. Hetta kunnu vit sum framkomið rættarsamfelag ikki liva við.  

Tað er neyðugt at gera lógarreglur, sum minka um afturvendandi tíðaravmarkaðar setanir. Vit fara tí inniliga at heita á Kristinu Háfoss um at kanna viðurskiftini og fáa eina lóg gjørda, sum lýkur vanligu evropeisku krøvini á økinum. Tað er ongin loyna, at tað er neyðugt at hava fyribilssetanir, tá talan er um størv fyri lærarar í farloyvi, og Lønardeildin hevur gjørt ávísar reglur, men tær eru ikki nóg neyvar og eftir okkara fatan, skulu tær vera í lógarformi, fyri at setanarmyndugleikin, sum í hesum førinum er skúlaleiðararnir, taka tær til eftirtektar. Galdandi uppsagnarreglur í sambandi við manglandi arbeiði eru greiðar og geva fólki nógv betri treytir og tryggleika enn verandi ómenniskjaligu afturvendandi tíðaravmarkaðu setanir.    

Á myndini lærarar á tiltaki í november 2015. Mynd: Rói Joensen.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan