Tíðindi/Greinar

04.07.2016

Mentamálaráðið má bjóða fram nýggja kt-varðaútbúgving!

Nógv átøk eru, ið birta undir at skipað verður kt-varðaeftirútbúgving. Bæði tá ið talan er um at stuðla lærarum at brúka kt, har kt er natúrligt, loysa gerandisligu avbjóðingarnar, umsita loyniorð, skipa journalføring og at tryggja ymsu skjølini. Jákup av Skarði, næstformaður í Føroya Lærarafelag, skrivar

Gamaní verða summar arbeiðsuppgávur hjá skúlaleiðarum og hjá skrivarum, har skrivari er á skúlanum. Men kt-avbjóðingarnar av ymsum slag verða sjálvsagt vendar til kt-vørðin, og tí mugu vit fáa í lag eina dagførda kt-varðaútbúgving.

Tað kann væl vera, at næmingarnir nýta skíggjar av ymsum slag í ólukkumát – tá ið hugsað verður um alt samdøgrið: Skúlatíðina og frítíðina, heima og úti. Men í skúlanum eru uppgávur, ið natúrliga leggja seg til tøknina og somuleiðis er eisini eitt ávíst krav, at næmingurin fær vegleiðing í skilagóðari kt-nýtslu.

At loysa hesar uppgávur, tøkniliga og námsfrøðiliga tørvar okkum dagførdar kt-vørðir, ið hava útbúgving at loysa og menna hóskandi kt-nýtslu í skúlatíð.

KT-varðafelagið hevur upp í saman víst á tørvin, og tó at orðini eru jalig úr Mentamálaráðnum, er júst kt-varðadagføringin yvirhálað av øðrum átøkum. Hetta hevur við sær, at kt-vørðurin í fólkaskúlanum byggir sína vitan á 14-16 ára gamla útbúgving, og eftirfylgjandi skeið av ymsum slag.

Hetta er ikki nóg gott!

Mentamálaráðið má bjóða fram nýggja kt-varðaútbúgving, samstundis sum kt-vørðir við útbúgving verða bodnir til dagføringar!
Men! Hesar dagføringar og nýggja útbúgvingin skulu samsvara arbeiðsøkið, vit hava nú, og samstundis so væl sum gjørligt eisini taka hædd fyri broytingum væntast kunnu nakað frameftir.

Vit í KT-varðafelagnum hava boðið okkum fram í arbeiðsbólk at stuðla Mentamálaráðnum í at skipa útbúgving og dagføring. Vit eru eisini vitandi um, at kt-veitari, ið áður hevur staðið fyri útbúgvingum og skeiðum, hevur stóran áhuga at traðka til aftur. Tað er av alstórum týdningi, at vit í so stóran mun sum gjørligt nýta føroyskar førleikar – bæði millum kt-vørðir, kt-veitara og Fróðskaparsetur Føroya, men vit skulu eisini hyggja at gongdini uttanlands.

KT-varðafelagið er í samskifti við danskt kt-varðafelag, og vit vilja eisini fegin hyggja at møguleikum og avbjóðingum í hinum Norðurlondunum og t.d. í enskum skúlum. Frálík høvi eru, at arbeiðsbólkur vitjar kt-tiltøk sum t.d. Uddannelsesforum og BETT.
Við bestu ynskjum, at Mentamálaráðið lyftir allar kt-vørðir upp á hóskandi støði.

Hóskandi hesum evni:
http://www.skulabladid.fo/fo-FO/Kt-tilt%C3%B8k-%C3%AD-f%C3%B3lkask%C3%BAlanum.aspx

http://www.lararafelag.fo/fo-FO/T%C3%AD%C3%B0indasavn/Eldri-t%C3%AD%C3%B0indi.aspx?M=News&PID=30&NewsID=8383


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan