Tíðindi/Greinar

02.01.2017

KT sum natúrligt amboð

Farna árið var merkt av práti um talgildu tiltøkini innan skúlans gátt. Jákup av Skarði, 
næstformaður í Føroya Lærarafelag, skrivar

Øll hava eina hugsan um skúlan – tí øll hava gingið í skúla, í longri ella styttri tíð. Flestu vaksnu hava tó gingið í skúla, tá ið talgild amboð bert vóru tikin fram fáar løtur.

Tí er tað av stórum týdningi, at vit vaksnu minnast til gjónna, ið er millum okkum og tey, ið nú ganga í skúla.
Nú eru skúlar, ið hava tikið stig til, at næmingar kunnu taka teldil ella annað fram, tá ið tørvur er. Samstundis hava fleiri enn ein skúli tikið stig til, at fartelefonir ikki skulu nýtast í skúladegnum.

Sjálvsagt skulu vit royna at læra børn okkara at nýta kt skilavæl. Men vit eru samstundis fyrimynd! Tí haldi eg, tað krevur nógv av okkum vaksnu, um vit krevja av børnum okkara at leggja fartelefonina frá sær.

Løgmaður nevndi eisini KT – á ólavsøku 2016: "Okkum vantar KT-vørðir, og hetta er eitt øki, sum verður raðfest, serliga tí talgilding í fólkaskúlanum gongur við rúkandi ferð bæði KT sum amboð í læring, talgildir undirvísingarmiðlar og avgerðin um at talgilda royndir og próvtøkur fólkaskúlans." (sitat endar)

Men! Týdningarmikil lutur í øllum hesum tiltøkum og tilmælum er, at bygt verður á kanning í føroyska skúlanum!
Á heysti 2016 varð tikið saman um kanning, ið granskararnir á Námsvísindadeildini, Vár í Ólavsstovu og Erla Olsen stóðu fyri: “Teldlanýtsla í fólkaskúlanum – ein eftirmeting”

Í tekstinum er millum annað hetta brotið: “tøkni kann gera góða undirvísing betri, men framkomin tøkni kann ikki koma í staðin fyri vánaliga undirvísing”. Júst hesi orð frá Vár og Erlu eru aftur eldur á brand, at eg sum formaður í KT-varðafelagnum, aftur má vísa á týdningin, ið løgmaður eisini nevnir. Okkum vantar kt-vørðir!

Vit mugu útbúgva og eftirútbúgva kt-vørðir, ið kunnu stuðla undir, at lærarar og næmingar nýta kt á skynsaman hátt.
Eg haldi vit áttu at fylgt tilmælunum frá Erlu Olsen og Vár í Ólavstovu. Í hvussu er fyrstu tvey punktini: “KT-didaktisk læraraskeið” og at allir lærarar fáa amboð og skeið.

Á framløguni á Læraraskúlanum loyvdi eg mær tó at vísa á eitt týdningarmikið punkt í øllum tiltøkum og tilmælum: Hvar er kt-vørðurin? Kt-vørðurin er námsfrøðiligi íblásturin til talgilda nýtslu og samstundis verður tað eisini kt-vørðurin, ið skal tryggja at tøknin riggar – bæði amboðini og sambandið út á alnótina.

Við ynskjum um eydnuberandi nýggjár.

Jákup av Skarði, næstformaður í Føroya Lærarafelag


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan