Tíðindi/Greinar

09.12.2021

Korona troyttar okkum øll!

Hendan seinasta koronabylgjan man kennast drúgv hjá teimum flestu. Skúlar hava verið illa raktir av koronu. Nú hava vit eisini hoyrt um lærarar, sum hava eina positiva test, ið verða bidnir um at undirvísa á netinum, samstundis, sum teir eru sendir heim orsakað av koronu. Jona Højsted, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Møguleikin at undirvísa á netinum var kærkomin, tá øll á vári 2020 vórðu send í sóttarhald. Lærarar vístu aftur hesaferð arbeiðssemi. Tað gekk stutt tíð, til undivísing var á netinum. Lærarar, ið annars høvdu lítlar royndir við tøkni, løgdu nógvar tímar í at læra seg hetta, soleiðis at undirvísingin eydnaðist so væl, sum til bar. Tað er stórur munur á arbeiðinum í eini skúlastovu og tí arbeiðinum, sum er við netundirvísing.

Hóast hesin nýggi undirvísingarhátturin var til gagns fyri alt samfelagið, tá landið varð lagt lamið í 2020, so er ikki víst, at hetta er ein loysn, sum skal nýtast í tíð og ótíð. Sum støðan sær út nú, so er tað sum um, at arbeiðsuppgávan og arbeiðstíðin hjá læraranum er við at eta seg inn á familjulívið/frítíðina. Lærarar hava altíð arbeitt uttan fyri skúlatíðina hjá næmingunum. Arbeiði, sum í stóran mun verður gjørt heima. Í so máta eru lærarar vanir við at hava arbeiðið við sær heim. Tá tað er sagt, so er stórur munur á, um ein situr heima og rættar uppgávur ella lesur undirvísingartilfar og so tað at hava netundirvísing.

Lærarar, ið eru í sóttarhaldi ella heima við koronu, kunnu væntast at vera heima saman við familjuni. Tá er ofta annað enn lærarin, sum hædd má takast fyri. Hevur lærarin børn, kunnu tey, sum varða av skúlanum ikki vænta, at lærarin hevur ta tíð og orku, sum skal til fyri at undirvísa, samstundis, sum børn heima skulu ansast. Á onkran løgnan hátt sýnist tað, sum at tey, ið varða av skúlanum hava ein fyristilling um, at lærarar, ið verða settir í sóttarhald, sita einsamallir heima og trilla tumlar. Sum oftast er tað bert gykl. Heima eru ofta børn, møguliga undir skúlaaldri ella børn í skúlaaldri, ið hava tørv á hjálp fyri sjálvi at gera skúlating. Hetta ger netundirvísingina ikki bara trupla, men í summun førum ómøguliga hjá sóttarhaldssetta læraranum.

Tað eru ikki bara lærarar, ið verða settir í sóttarhald; eisini næmingar koma í hesa støðu. Í onkrum flokkum hava fleiri næmingar verið í sóttarhaldi samstundis. Tá er tað komið fyri, at lærarar verða bidnir um at hava undirvísing í flokkinum, samstundis, sum undirvísingin verður stroymd á Teams. Hetta er eftir mínum tykki púra burturvið. Hvussu kann undirvísing, sum er í floksstovuni, leggjast til rættis soleiðis, at hon eisini er á netinum, dugi eg illa at skilja. Oftast broytist undirvísingin, sum lærarin hevur lagt til rættis, eftir tí, sum næmingarnir arbeiða við og koma fram til; tí undirvísing er ikki eitt rokniark, ið altíð kemur til tað sama úrslitið. Samstundis er tað ómetaliga trupult at vera á fleiri støðum samstundis, og við 20 næmingum í floksstovuni og møguliga 6 næmingum heima, havi eg ómetaliga trupult við at síggja fyri mær, at hetta á nakran hátt gagnar øllum. Í slíkum føri verður lærarin, sum annars hevur ríkiligt um oyruni í skúlastovuni, í enn størri tvídrátti.

Truplu umstøðurnar í landinum fyri skjótt tveimum árum síðani vístu, at vit hava ein góðan og sterkan lærarahóp, ið leggur nógva orku í og ger eitt stórt arbeiði fyri, at vit hava ein góðan fólkaskúla. Hóast vit hava sæð, at tað ber til at undirvísa á netinum, so er hetta ikki ein loysn, sum kann brúkast altíð. Vit mugu ansa eftir hvørjar uppgávur verða lagdar á lærararnar, og at leggja fleiri uppgávur á lærarar samstundis er púra burturvið.  


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan