Tíðindi/Greinar

02.08.2016

Hví skúlabridge?

At læra bridge sum ungur førir við sær, at læring gerst lættari. Maria V. Hansen, kassameistari í Føroya Lærarafelag, skrivar

* Bridge stimbrar førleikan at hugsavna seg og at fokusera
* Motiverar til læring gjøgnum spæl og við finna loysnir til ávísar uppgávur
* Betrar ta vanligu læringina, m.a. talfatan, minni, sannlíkindi, tengjan, samanseting, fimisrokning og vágastøði
* Styrkir sosialt samanhald og sjálvsálit
* Eggjar skynsemi og stimbrar logisku- og støddfrøðisligu evnunum.
* Ótengt at trúgv, kyn, aldur, mál og mentan.

At læra bridge sum ungur førir við sær, at læring gerst lættari. Hugaítróttur eitt evni í einum víðkaðum ítróttahugtaki, og lyklaorðið innan bridge er hugsavning.

Í sambandi við nýskipanina av fólkaskúlanum í Danmark kom eitt nýtt virksemi í námsætlanina – tann “styðjandi” frálæran. Hon skal tryggja, at næmingarnir gerast kendir við enn fleiri mátar at tilogna sær vitan, at teir fáa stundir til fakliga hugdýping, og at teir fáa møguleika at menna seg  við einum víðkaðum tilboði av evnum/tingum, sum hevur teirra áhuga. Á henda hátt læt skúlin dyrnar upp fyri nærumhvørvinum og bjóðaði lokalum ítróttafeløgum, tónleika- og listaskúlum, forminnisøvnum, felagskapum o.l. inn um skúlagátt.

Hesin møguleikanum tók Dansk Bridge væl ímóti og hevur síðan gjørt bæði námsætlan, (sí heimasíðuna bridge.dk), og frálærutilfar til skúlan. Kenslumálaráðið hevur góðkent tað, sum Dansk Bridge hevur gjørt, og er frálæran innan bridge alt meir vanlig í skúlum. Hetta hevur víst seg at verið ein sólskinssøga: Gransking vísir, at innlæringin betrast við 22% innan støddfrøði og við 20% innan lesing, tá næmingarnir luttaka í einum skipaðum hugaítrótti, t.d. bridge.

Føroya Bridgesamband, FBS, hevur gjørt líknandi tilboð til skúlarnar sum Dansk Bridge. Eftir summarferiuna verður farið til verka. Skúlar og/ella einstakir flokkar kunnu seta seg í samband við Bridgesambandið fyri nærri kunning. Bridgesambandið veitir ókeypis tilfar og lærarar til undirvísingina. Einki annað krav til hølisviðurskifti er annað enn ein skúlastova. Meiri kunning fæst á heimasíðuni hjá FBS, http://www.bridge.fo/

 


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan