Tíðindi/Greinar

21.07.2023

Hví ikki munnliga próvtøku í støddfrøði í 9. flokki?

Er tíðin ikki komin til at hava munnligar próvtøkur í støddfrøði í 9. flokki umfamt ta skrivligu? Haldi, at tað hevði verið ein væl meira spennandi og gevandi endi á fakinum. Bergur Samuelsen, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Í skrivandi stund, nú vit fara um hálvan juni, verða seinastu tøkini í ár tikin innan skúlagátt. Teir yngstu næmingarnir og í miðdeild rokast ofta við nógv ymiskt, sum tey ikki gera til dagligt, nú skemafríir dagar eru. Tey eru, sum vera man, nógv úti í hesum fagra veðrinum, har tey eisini javnan hugdýpa seg um okkurt felags evnisarbeiði. Tað er ein fragd at síggja, hvussu spent og eldhugað tey eru. Harumframt eru nógvir flokkar kring Føroya land á setursskúlum í hesum døgum, sum jú eisini hevur alstóran týdning fyri trivnað og samanhald fyri flestu flokkar.

Sjálvur havi eg í ár bara havt 9. flokk, so sjálvsagt hevur próvtøka verið snúningspunktið nú móti endanum. Altíð spennandi at síggja, hvussu næmingarnir klára seg til ta seinastu royndina, áðrenn tíðarskeiðið í fólkaskúlanum er av. Tú vónar altíð, at tey enda væl. Og allar- oftast er tað so, at tey, ið kýta seg við at fyrireika seg og eisini hava gjørt tað ígjøgnum árið, fáa gott úrslit hareftir. Men undantøk kunnu tó altíð vera. Eitt nú eru summi fødd próvtøkufólk, ímeðan onnur tað øvuta og kunnu tí fara í svart, tá ið mest umræður. Men tað hendir tíbetur sera sjáldan.

Bleiv liðugur við munnligu próvtøkuna í gjár. 18 næmingar í týskum. Lægsta metið var 4 og ein næmingur fekk 12 og restin har ímillum. Eg var sum heild væl nøgdur, og tað haldi eg, at tey stórt sæð eisini vóru. Tað verður altíð nakað ymiskt frá næmingi til næming. Søgu fekk eg frá hondini í síðstu viku, og har gekk eisini væl.

Men støddfrøði er sum kunnugt ikki munnligt próvtøkufak í 9. flokki. Í 10. flokki er tað tó. Tað er skrivlig próvtøka, sum tað plagar. Fýra klokkutímar í greiðslurokning og ein klokkutíma í fimisrokning. Og her má eg koma við einum hjartasuffi. Eftir at hava rættað uppgávurnar hjá mínum 27 næmingum siti eg við nakað av tí somu kensluni sum undanfarin ár. Ikki nógv nýtt undir sólini. Ikki tí, eingin orsøk er til at uppfinna tann djúpa tallerkin av nýggjum í heilum. Men tað sýnist nærmast sum at nøkur evni hava serrættindi í støddfrøðini. Ja, hava eins og vunnið sær hevd at vera við í hvørjari próvtøku. Ferð-tíð-strekki, gjaldoyra og at loysa eina líkningaheild hava verið við, alt tað eg kann minnast, og tað er 22 ár sum roknilærari. Fleiri av hesum evnunum eru eisini sera lítil partur av pensum, um nakað í heila tikið. Slært tú upp í gulu støddfrøði handbók, aftast undir evnisskrá, finnur tú ikki evnið gjaldoyra. Gula handbókin er annars stak góð, men hetta sigur bara nakað um ymiskar raðfestingar. Flestu lærarar brúka helst enn Skygni 8 og 9 í 8. og 9. flokki, og har eru fleiri av hesum evnum lítið og einki viðgjørd. Tí eru støddfrøðilærarar ofta í eini tvístøðu. Hvussu nógv tíð skal brúkast til Skygnibøkurnar, og hvussu nógv til at pløga gamlar próvtøkuuppgávur ígjøgnum, fyri harvið at læra tey, hvat kemur fyri til próvtøkuna? Størstu evnini í Skygni eru væl: tøl og algebra, krossskipan, geometri, brot, hagfrøði, sinus og tríkantar. Tað kundi ein sæð meira til í greiðslurokningini, hóast ymiskt av tí eisini var í fimisrokningini. Og hvar bleiv tann góða gamla líkningin av. Í staðin kemur javnan ein heldur málplaserað ólíkning, sum er eitt sera lítið partur av evninum yvirskipað.

Well, altíð lætt hjá okkum øðrum at sita á síðulinjuni og tala at. Uppgávusmiðirnir, sum oftast eisini eru fólkaskúlalærarar, gera uttan iva sítt besta og annars eitt gott arbeiði.

Men nakað annað er, um tíðin ikki er komin til at hava munnligar próvtøkur í støddfrøði í 9. flokki umfamt ta skrivligu. Haldi, at tað hevði verið ein væl meira spennandi og gevandi endi á fakinum. Tað hevði helst eisini ført við sær, at vanliga undirvísingin við, eitt nú, at hava næmingar meira við á talvuni, sum ein vanligur partur av undirvísingini, hevði verið nógv meira gjøgnumførdur.

Annars er nýtt undirvísingartilfar á veg í støddfrøði, eisini til teir elstu flokkarnar. Vónandi fer tað at loysa, um ikki annað, partar av avbjóðingini.

         

 


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan