Tíðindi/Greinar

21.08.2023

Hvussu samskifta vit rætt, skúli og heim?

At foreldur, ofta í einari knappari vending, kunnu gera vart við seg, á ymiskan hátt, er væl ikki ein trupulleiki. Verri var, um eingi boð komu. Bergur Samuelsen, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Nýggja skúlaárið er júst byrjað. Startskotið er farið, árar eru farnar í sjógv, og fyrstu tøkini eru tikin. Eyðvitað ynskja øll ein góðan start, tí annars kann endaliga úrslitið vera hareftir. Sjálvsagt er trupult at samanbera fólkaskúlan og ein kappróður og tó. Eisini í skúlanum er týdningarmikið, sum skjótast, at róð verður í takt. At arbeiðslagið og skúladagurin annars koma í fasta og trygga legu sum skjótast. Hetta er ein fortreyt fyri neyvari og dygdargóðari undirvísing.

Hvussu verður so komið væl frá byrjan? Ja, tað veldst um útgangsstøðið hjá teimum ymisku lærarunum, sum jú ofta eru sera ymisk. Summir halda fram við somu flokkum, og aðrir fáa nýggjar flokkar. Summir eru flokslærarar og aðrir ikki. Ímeðan aftur aðrir hava fleiri árgangir inni í senn, hetta í smærri bygdarskúlum, meðan summir hava sera stórar flokkar. Serflokkar og aðrar serskipanir eru eisini vanligar í dagsins skúla. So, nógv atlit eru at taka. Men nøkur grundleggandi viðurskifti mugu koma í rættlag skjótt. Eitt nú ársyvirlit og skipað samskifti.

Hvussu neyv ársyvirlitini ella ætlanirnar eru, veldst helst um fak og egnar royndir. Men ein ávís yvirskipað ætlan, um hvat tú ætlar at lesa ella rokna í gjøgnum árið, er altíð góð at hava.

Og samskiftið, kunning og samstarv annars, er sjálvsagt avgerandi. Her hugsi eg ikki minst millum heim og skúla. Tað skal vera lætt, skjótt og effektivt at samskifta báðar vegir.

Helst bara ein samskiftispall til boð og aðra kunning til foreldur og avvarðandi, og tað skal vera floksheimasíðan. Lærarar dagføra hana so hvørt um alt fakligt og annað virksemi, og hetta eisini í góðari tíð.

Men hetta við tí eina pallinum sýnist at vera trupult at halda seg til, tá til stykkis kemur. Pallar so sum: teldupostur, SMS, facebook, messinger, teams, heimasíða, kervi, uppringingar og annað við verða ofta brúktir ella nevndir innan skúlans gátt. Hví man so vera, og er tað ein trupulleiki?

Orsøkirnar kunnu vera so ymiskar, og nú skulu vit vera varin við ikki at gera alt til ein trupulleika. At foreldur, ofta í einari knappari vending, kunnu gera vart við seg, á ymiskan hátt, er væl ikki ein trupulleiki. Verri var, um eingi boð komu.

Helst er tað nakað ymiskt, hvussu lærarar samskifta. Sjálvur plagi eg við skúlaársbyrjan at heita á foreldrini, umframt at fylgja við á floksheimasíðuni, um vanliga at senda mær antin eini SMS-boð, tá ið talan er um stutta kunning og teldupost til longri boð. Eitt nú stutt SMS-boð tíðliga á morgni vegna fráveru. Havi eisini altíð øll telfonnumrini hjá øllum foreldrum á mínari telefon, so eitt SMS altíð, í ny og næ, kann fara hinvegin. Havi eisini allar teldupostadressurnar. Harvið er samskiftið trygt, lætt og effektivt.

Heimasíða skúlans er eisini hent og verður væl eisini nógv brúkt. Har eru eitt nú  starvsfólk skúlans sjónsk og løtt at finna. Her er annars ein margháttliga støða, við tað at telefonnumrini hjá øllum starvsfólkum skúlans verða løgd út á blik har. Men, um vit síggja burtur frá leiðslum og húsavørðum, er hetta jú ikki okkara arbeiðstelefonnummar. Hetta er okkara privata heimanummar, tí vit hava onga arbeiðstelefon. Hetta hava leiðslur dittað sær at gjørt, uttan, so vítt eg veit, at spurt nakran lærara eftir. Men sjálvsagt ein tvístøða fyri leiðslurnar. Lærarar skulu jú vera sjónligir og lættir at fáa fatur á. Loysnin er sjálvandi, at lærarar, eins og onnur, fáa arbeiðstelefon. Nakað sum Lærarafelagið annars streingir á myndugleikarnar at fáa. Men tað er, sum ikki einaferð, alt ov dýrt, men vit gevast ikki fyrr enn tað gleppur.

Gott skúlaár.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan