Tíðindi/Greinar

16.02.2021

Hvussu kunnu vit styrkja byrjanardeildina?

Í fólkaskúlanum tekur tvílæraraskipanin við, tá ið næmingatalið fer upp um 17 næmingar. Tástani eru tveir lærarar til onkrar tímar. Tórhallur við Gil, skrivari Føroya Lærarafelags, skrivar

Vit hava eina góðan fólkaskúla í Føroyum, har lærarar hvønn einasta dag útinna sítt starv so væl sum gjørligt í teimum umstøðum, sum einaferð eru. Tí tað eru fleiri viðurskifti og øki í fólkaskúlanum, sum kundu verið styrkt. Eitt av hesum økjum er tvílæraraskipanin í byrjanardeildin.

Um vit taka tað í tíðarrøð, er skipanin soleiðis, at tá ið børnini fara í barnagarð, er eitt starvsfólk fyri hvørji seks børn. Í frítíðarskúlanum er tað eisini eitt starvsfólk fyri hvørji seks børn. Tá ið børnini fara í forskúla, um ein slíkur er á staðnum, er eitt starvsfólk fyri hvørji níggju børn, og tá ið børnini so fara í 1. flokk, er ein lærari fyri hvørjar 17 næmingar. Altso knapt tað dupulta sum í forskúlanum og næstan tríggjar ferðir so nógv sum í barnagarðinum og frítíðarskúlanum. Í fólkaskúlanum tekur tvílæraraskipanin við, tá ið næmingatalið fer upp um 17 næmingar. Tástani eru tveir lærarar til onkrar tímar.

Vit kunnu taka eitt dømi, soleiðis at myndin kanska verður eitt sindur klárari: Elstu børnini í einum barnagarði fara eina útferð í náttúruna, t.d. til eitt vatn í nærumhvørvinum. Tey eru 13 í tali, og við teimum á útferðini eru tvey starvsfólk. Meðan tey spáka, møta tey einum 1. flokki, sum er farin somu leið. Tey eru 17 børn, og við teimum er ein lærari! Neyvan er uppgávan hjá læraranum so nógv lættari, at tað er nokk við einum lærara til 17 børn.

Hetta skal ikki skiljast sum øvund um treytir og kor hjá øðrum starvsbólkum. Tvørturímóti. Eg unni teimum ómetaliga væl alt, sum kann lætta eitt sindur um teirra týdningarmikla arbeiði.  Hetta verður skrivað fyri at vísa á, at sum ikki einaferð snýr tað seg um raðfesting og pengar. Um politiski viljin er til staðar, ber væl til at broyta tvílæraraskipanina í fólkaskúlanum, soleiðis at hon tekur við fyrr. Markið kundi verið lækkað til 16, 14 ella 12 næmingar. Alt hevði gjørt mun.

Dømið við útferðini er ikki nakað eindømi. Tað kundi saktans eisini verið inni í sjálvari skúlastovuni í einum vanligum undirvísingartíma. Tá krevur tað sanniliga sítt sum einsamallur lærari at skipa undirvísing fyri 17 næmingum í 1. flokki og bera so í bandi, at hvør einstakur fær nakað munagott burturúr. Ikki at tala um, um talan er um ein av teimum smærru bygdaskúlum, har fleiri árgangir mugu undirvísast saman, tí næmingatalið er so lágt. Har verður uppgávan bara uppaftur tyngri og meira krevjandi.

At broyta tvílæraraskipanina, so at hon tekur fyrr við, er ikki nakað stórt inntriv. Tað krevur bara politiskan vilja og eitt sindur av pengum. Hetta er ein lítil broyting, men samstundis ein stórur bati. Bæði fyri lærarar og næmingar.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan