Tíðindi/Greinar

31-05-2021

Harðskapur ella ágangur - nakað við okkum at gera …

Vit í skúlanum mugu støðugt hyggja inneftir og meta um, um vita gera tingini rætt, og um vit gera tað, sum vit halda okkum gera. Bergur Samuelsen, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Hósdagin fyri góðari viku síðan var størsta kanning av sínum slagi í Føroyum løgd fram í Almannaráðnum. Kanningin lýsti útbreiðsluna av harðskapi, bæði sálarligum og likamligum, umframt kynsligum ágangi í Føroyum í heila tikið.

Boðskapurin í kanningini var ikki til at taka feil av. Sera ræðandi og døpur tøl. 36% av øllum, sum svaraðu, høvdu verið fyri sálarligum og/ella likamligum harðskapi. Og 23% av teimum spurdu høvdu verið fyri kynsligum ágangi. Og helst eru tey veruligu tølini upp aftur verri, tí sambært serfrøðini eru tað serliga tey, ið hava verið fyri harðskapi ella ágangi, ið aftra seg við at luttaka í slíkari kanning. 51% av teimum, sum fingu spurnarblaðið, svaraðu kanningini.  

Talan er um stóran reint menniskjaligan samfelagstrupulleika, men eisini ein sera stóran figgjarligan trupulleika við tað, at tey raktu ofta ikki makta eitt arbeiðslív, umframt at tey hava brúk fyri fíggjarligari og aðrari hjálp vegna teirra truplu støðu.

Hvat hevur hetta so við skúlan at gera? Sera nógv, eri eg bangin fyri. Kanningin staðfestir nevniliga, at stórur partur av áganginum fer fram tíðliga í lívinum. Og ágangur í barnaárunum hevur nógv størri langtíðarárin enn ágangur í vaksnamannalívinum.

Gera vit so tað, sum skal til í skúlanum, fyri at vera ein partur av loysnini og ikki ein partur av trupulleikanum? Helst ikki, vísa tølini greitt.

Vit í skúlanum mugu støðugt hyggja inneftir og meta um, um vita gera tingini rætt, og um vit gera tað, sum vit halda okkum gera.

Eru skipanirnar nóg sterkar og mannagongdirnar nóg góðar?  Helst ilt at siga, men vit kunnu tó staðfesta, at umstøðurnar eru betri í dag enn fyri 20-30 árum síðani.

Skipanir eru í flestu skúlum í dag, sum kunnu, um ikki annað, vera við til at steðga og fyribyrgja harðskapi og ágangi.

Tað eru ikki bara flokslærarin og flokstoymið, ið fylgja við og meta um, hvussu næmingurin hevur tað sosialt.

Størru skúlarnir hava antin ein ella tveir sjúkrarøktafrøðingar í starvi, sum eisini eru um børnini og fylgja teimum. Eisini er skúlavegleiðarar, sum gera sínar niðurstøður.

Harumframt hava vit námsfrøðingar, SSP- og AKT-starvsfólk, ið arbeiða innan skúlagátt.

Øll hesi starvsfólk royna uttan iva at gera sítt besta. Men um tey gera nóg mikið, er helst ilt at meta um. Meira kundi helst altíð verið gjørd. Men her er ein avmarking í tíð og orku, serliga hjá flokslæraranum.

Men í øllum førum er tað gott, at fleiri partar í skúlanum eru um børnini og harvið eisini lættari kunnu síggja, um næmingarnir møguliga eru ella hava verið fyri harðskapi ella ágangi.

Men tíðin er ofta knøpp. Tað eru so nógvar aðrar uppgávur, sum vit lærarar dagligt mugu røkja. Í hesum døgum ganga 7. og 8. floks næmingar til skrivliga ársroynd og 9. og 10. floks næmingar til skrivliga próvtøku. Og síðani kemur tann munnligi parturin aftaná. Vónandi hava tey lært tað, tey skulu. Tað eigur lærarin at gera sítt til. Tí við fakligari dygd fæst eisini betri trivnaður. Næmingarnir trívast betur, um teir merkja, at teir læra nakað, og undirvísingin er væl skipað og faklig, umframt at lærarin vísir geist og áhuga.

Fyri at fáa gerandisdagin at virka má lærarin, umframt at hugsa um tað sosiala, støðugt taka støði í klassiskum dygdum so sum góðari uppmøting, góðum hugburði og fakligheit.

MEN knøpp tíð má ongantíð vera orsøk til, at vit lærarar ikki taka trivnaðin hjá næmingunum í álvara. Og serliga, tá ið talan kann vera um beinleiðis harðskap ella ágang í einum ella øðrum líki. Vit skula altíð fara til rætta viðkomandi og gera okkara til at fáa bast tí.

Men lærarastarvið er sum kunnugt fjølbroytt, og avbjóðingarnar eru nógvar. Vit hoyra eitt nú nógv um, at fitt av børnum og ungum bíða í mánaðir og ár fyri at sleppa til útgreiningar á psykiatriska deplinum, fyri at vita, um tey hava ADHA ella líknandi.  Meðan tey bíða, eru tey í skúlastovuni, har tey ofta ikki trívast væl.

Hvat kundi so verið gjørt fyri at lætta um hjá skúlunum fyri skjótari og lættari at síggja, um næmingar eru fyri ágangi? Ein hjálp hevði uttan iva verið at givið flokslærarum betri sømdir, størri niðurskurð ella betri løn. Flokkarnir mugu heldur ikki vera ov stórur. Tað er ein óskikkur við flokkum oman fyri 24 næmingar, men tað kemur tíverri alt ov ofta fyri.

So, ja. Harðskapur ella ágangur hevur í allar mátar nakað við okkum í skúlanum at gera. Bara stóra talið av næmingum, sum verða raktir, og tað, at ágangurin ávirkar børnini nógv meira seinni í lívinum, enn hann ger hjá vaksnum, ger, at vit í skúlanum mugu gera, hvat vit kunnu fyri at minka um trupulleikan. Tað skylda vit børnunum …


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan