Tíðindi/Greinar

10. februar 2020

Handalig skeið í Námi

Handaligu lærugreinarnar eru javnan havdar á lofti, og flestøll eru samd um, at tað er týdningarmikið at raðfesta tær. Tað skortar ikki við vilja, tá tað ræður um at tosa, men tá tað skal vísast í verki, so er verri. Andrea á Rípuni, næstforkvinna Føroya Lærarafelags, skrivar

Er tað týdningarmikið, at tær handaligu lærugreinarnar eru í skeiðsfaldaranum hjá Námi? Eg havi sjálv ikki undirvíst í handaligu lærugreinunum í nógv ár, men havi altíð havt ta áskoðan, at tað er týdningarmikið at hava hendurnar við í undirvísingini. So ja, tað er týdningarmikið.

Man har et standpunkt, til man tager et nyt. Soleiðis ljóðar orðatakið, men eg kann bara siga, at eg eri enn meiri sannførd um týdningin av handaligum skeiðum, eftir at eg eri komin á Próvstovuna at arbeiða. Sum ein part av mínum arbeiði havi eg høvi at heilsa uppá, tá skeið eru og samskifta við lærarar. Hetta havi eg gjørt mær dælt av fleiri ferðir. Tá eg sjálv eri sera áhugað í handarbeiði, er tað nærliggjandi at fara og heilsa uppá, tá tey skeiðini hava verið. Tað má eg siga hevur verið stuttligt og an eye opener. Hesi skeið geva íblástur, ið eg als ikki havi givið mær fær um áður. Eg veit ikki, um man kann siga, at tað er eitt serligt fólkaslag, ið kemur á handaligu skeiðini, men tey gleðast um at sleppa at fordjúpa seg í sínum arbeiði. Har er ikki bara faklig vitan, ið verður havd á lofti, men vitanardeiling spælir ein stóran leiklut. Teir lærarar, ið koma á hesi skeið, koma og fara við einum stórum smíli og hava nóg illa stundir at fáa sær ein steðg.

Handaligu lærugreinarnar eru javnan havdar á lofti, og flestøll eru samd um, at tað er týdningarmikið at raðfesta tær. Tað skortar ikki við vilja, tá tað ræður um at tosa, men tá tað skal vísast í verki, so er verri. Alt ov stór hold, vánaligar umstøður og lítil játtan er gerandiskostur hjá lærarum, ið undirvísa í hesum lærugreinum.

Fyri nógvum árum síðan skar ein skúli niður í “vanligu” lærugreinunum, fyri at raðfesta tær handaligu; tá var ramaskríggj, men nú er øvut, hvar eru skríggini? Skúlin er ov bókligur, men vit hjúkla ikki um tær handaligu lærugreinarnar, ið vit hava í skúlanum, hví ikki? Eg kann ikki ætla, hvat úrslitið hevði verið, um handarbeiði, evning og smíð fingu góðar sømdir. Livst so spyrst!


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan