Tíðindi/Greinar

31.05.2016

Greiðar mannagongdir – góðar arbeiðsumstøður og dygdargóð leiðsla!

Skal tað besta fáast úr skúladegnum, má leiðslan í skúlanum vita, hvørjar fortreytir eru at skipa skúlaárið. Leiðslurnar skulu hava dygdargóða útbúgving, og samskiftið við Mentamálaráðið má verða gott. Jákup av Skarði, næstformaður Føroya Lærarafelags, skrivar

Aftur í ár er skúlin merktur av sparingum, seinum fráboðanum um tímatillutan – og oman á alt, broyttist herfyri talið á sertímum. At Mentamálaráðið harafturat ikki kallaði leiðslurnar saman til várfund, er beint ímóti øllum tíðarrákum um gott og opið samskifti.

Upp í saman hevur undirritaði sett ynski sett fram, at Mentamálaráðið kallar saman skúlaleiðslur tvær ferðir um árið. Heyst-fundurin kann vera at kunna leiðslurnar um skipanir og leiðreglur, meðan vár-fundurin hevði verið hóskandi til kunning um tiltøk og tíðarásetingar komandi skúlaár.

Eins týdningarmikið tað er, at skúlarnir skipa viðtalur, er tað av alstórum týdningi, at Mentamálaráðið skipar leiðslu-samrøður. Tað kann vera, at MMR er undirmannað og ikki sær møguleikan at skipa fundir og samrøður, men tað er av alstórum týdningi, at samskiftið er tætt og gott – um tiltøk skulu eydnast, og skúlin skal mennast.

Um Mentamálaráðið ynskir góðan og mennandi fólkaskúla, loyvi eg mær at leggja hesi uppskot fram:
Leiðsluskeið: Eg havi áður spurt eftir leiðsluskeiðum, ið onkursvegna byggja á PLET-skeiðini, ið MMR og Jan Willemoes hava skipað. PLET-skeiðini eru góð grund, ið samstundis birta hugin at lesa áfram og kundi tað verið í diplomútbúgving. Men tað hevði verið framúr gott, um Mentamálaráðið setti full segl og bjóðaði út master-útbúgving. Lat okkum spenna bogan og styrkja leiðslurnar!

Skúlaleiðararfundir: Tað er upplagt at kalla skúlaleiðslur saman til tveir árligar fundir. Einki uttanumtos um, hvør tíð er eftir, ella at nú er landsroynd, próvtøka og annað mangt. Set tveir dagar í álmanakkan, har Mentamálaráðið stevnir øllum leiðslum á fund – annar dagurin um heystið og hin á vári!

Viðtalur: Starvsfólkasamrøður eru av alstórum týdningi, um tú ynskir eftirmeting og broytingar. Tað er ikki neyðugt bert at kalla leiðslur inn, tá ið onkur “nøs” ella “fleingja” skal avgreiðast. Set tíðina av, at práta við leiðslur um skúlan í dag og skúlan frameftir!

Um Mentamálaráðið einaferð fer at seta føtur í bekk, skúlanum at frama, so eigur fyrsta innskotið ikki at verða sparing og “samanlegging fyri at spara”. Skúlin kostar, men hann er ikki dýrur.

Vit mugu finna felags stev at styrkja fólkaskúlan. Vit mugu eisini eftirmeta tiltøk og átøk, at vita í hvønn mun vit menna skúladagin, ella royndarkoyra telduskipanir.

Við bestu ynskjum, at leiðslur og MMR í tøttum samstarvi styrkja føroyska fólkaskúlan!

Jákup av Skarði


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan