Tíðindi/Greinar

04.08.2016

Fólkaskúlin í menning

Ofta hava vit lyndi til bert at síggja tað, ið ikki riggar í skúlanum, ella tað, sum vit kundu ynskt okkum, men sum vit ikki fáa. Tá so ”nýggj” tilboð eru í umbúna, kunnu vit bert gleðast um tað, og síggja teir møguleikar, ið vit fáa litið upp í hendurnar, heldur enn tær forðingar, ið kunnu verða. Tá eg skrivi nýggj tilboð, hugsi eg serliga um serøkið.

Í Føroyum hava vit ofta hoyrt frá politiskari síðu, at vit hava ein fólkaskúla, sum rúmar øllum. Tað er satt, og tað stendur eisini týðiliga skrivað í fólkaskúlalógini. Tá hetta so er staðfest, vita vit, sum starvast í fólkaskúlanum, at hetta er bert hálvur sannleikin. Ja, nærum øll børn í skúlaaldri ganga í fólkaskúlanum, men tað merkir ikki, at øll hesi børn verða møtt við teimum tilboðum, sum tey eiga, og sum tey hava uppiborið. Nú sýnist tó broyting at vera komin í. Vit hava í nøkur ár hoyrt um Gulaskúla í Havn, sum hevur sera góð úrslit at vísa á. Afturat honum eru eisini tilboð í Klaksvík, Runavík og Hoyvík, sum eisini hava góð úrslit at vísa á. Men hvussu við teimum næmingum, ið ikki búgva í hesum kommunum? Skulu teir flytast til tær kommunur, ið hava tilboð at bjóða, ella skulu tilboð mennast og bjóðast út í nærumhvørvinum? Tað er ongin ivi um, at sjálvandi skulu næmingarnir vera so tætt heiminum sum gjørligt. Nú er ljós fyri framman. Tað, sum lærarar hava sagt í fleiri ár, er nú við at vinna frama, tí onnur tilboð eru nú á gáttini, og er tað at gleðast um.

Øll byrjan er trilvandi og als ikki feilfrí, men skal tað halda okkum aftur frá at menna eitt gott tilboð? Nei, tað merkir bert, at vit taka ímóti við opnum ørmum, gloypa bitan og fara í gongd við at finna starvsfólk við røttum førleikum og við røttum hugburði til at fara undir eitt sera spennandi og týdningarmikið arbeiði. Hetta er ein avbjóðing, men tað er týdingarmikið, og man gevur sær stundir til hetta arbeiðið.
At menna eitt nýtt tilboð, er eitt arbeiði sum alla tíðina er í menning, einki er støðugt, og tí verða allir partar klókir sum tíðin líður.

Eg fari at ynskja teimum, ið fáa hetta álitisstarv litið upp í hendurnar góðan byr. Samstundis fari eg at heita á tey, ið varða av hesum tilboði, at vera positiv og síggja møguleikar heldur enn forðingar.
 


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan