Tíðindi/Greinar

01.11.2016

Frískúlar

Í Degi & viku í farnu viku var sjónareyga sett á privatskúlatilboð. Í hesum sambandi havi eg gjørt mær nakrar hugleiðingar.

Í Føroyum eru tríggir privatir skúlar:

Frískúlin í Havn, Velbastaður, 1.-6. fl við 40 næmingum
Frískúlin í Kelduni, Skálabotn, 1.-7. fl við 92 næmingum
Lítli Skúli, Tórshavn, 1.-3. fl 21 næmingar. Seinast nevndi byrjaði í august í ár.

Tilsamans ganga 6874 næmingar í fólkaskúlanum, harav 68 næmingar ganga í serflokkum, sum eru í ávísum skúlum.

Vanliga nýta vit heitið frískúlar heldur enn privatskúlar fyri at undirstrika, at talan er um skúlar við egnari stevnu. Allir frískúlar hava eina greiða náms- og frálærufrøðiliga stevnu og kunnu tískil verða til íblástur fyri fólkaskúlan.

Okkara frískúlar eru stovnsettir av idealistiskum grundum, óivað tí at stovnarar og foreldur eru samd um eina skúlakós, sum frálæruliga og í virðisgrundarlagi brýtur frá tí meira almennu kósini hjá fólkaskúlanum. Tað er óneyðugt at siga, at frískúlarnir ikki hava vinning fyri eyga, men tað er ikki óvanligt aðrastaðni.

Í løgtingslóg um frískúlar er ásett, at landsins partur av rakstrinum verður útroknaður hvønn 1. september í skúlaárinum. Stuðulin svarar til 85 % av góðkendu læraralønunum. Fáa vit fleiri frískúlar, so er tað klárt í andsøgn til effektiviseringspolitikkin, sum so ella so liggur í einum nýggjum skúlabygnaði.

Tá tosað verður um umskipan av skúlabygnaðinum, so uppliva vit, at skúlar vera niðurlagdir og/ella samanlagdir. Í samband við eirindaleysu afturlatingina av smærri skúlum í Danmark hava vit tey seinastu 5 árini sæð, at foreldur hava tikið seg saman og stovnað frískúlar á staðnum í staðin. Tað er rós vert, at borgarar taka málið í egnar hendur, og hví skuldi hetta ikki hent hjá okkum eisini? Spurningurin er so, hvussu stór sparingin er.

Ein kann ikki beinleiðis samanbera frískúlar við fólkaskúlan. Eitt er, at tað stendur frítt fyri hjá skúlaleiðsluni í einum frískúla, at nokta næmingi/næmingum at ganga á viðkomandi frískúla, um so er, at teir meta tað er neyðugt. Soleiðis er ikki í fólkaskúlanum. Her skal vera pláss fyri øllum næmingum. Skúlaleiðslan skal í samstarvi við lærarar, foreldur og Sernám bjóðað eitt hóskiligt skúlatilboð til allar næmingar. Hetta hevur stundum víst seg at verið sera trupult at seta í verk, tí tímajáttanin og/ella serlæraraførleikar ikki røkka til. Eitt annað er, at allir frískúlar hava eitt hámarkstal á floksstødd, sum er væl lægri enn loyvda hámarkstal í fólkaskúlanum. Hetta merkir, at lærarin hevur betri stundir til hvønn einstakan næming í frískúlanum, og tað hevur stóran týdning fyri læringina hjá næminginum í næmingatillagaðari undirvísing, sum ásett í nýggju fólkaskúlalógini.

Lat tað beinanvegin verða sagt, at sjálvandi skulu frískúlar stuðlast. Fíggjarliga avbjóðingin hjá frískúlunum er frammanundan stór, og í tí andanum okkara frískúlar arbeiða, so ynskja tey neyvan, at eitt høgt foreldragjald at forða foreldrum at velja teirra skúla.

Politiski myndugleikin arbeiðir fyri, at øll børn í Føroyum fáa eitt eins gott og gevandi undirvísingartilboð, óansæð hvar í landinum tey búgva. Sparingar, vit hava sæð í inniverandi skúlaári, stendur í andsøgn til hetta, serliga tí at tímar til serligan tørv ikki samsvarar umsóknunum hjá førleikastovunum, hoyrist millum lærarar. Alt ov fáir tímar eru. Tískil kann hugsast, at næmingar við serligum tørvi fylla ov nógv inni í flokkunum, so at tíðin hjá læraranum ikki røkur til. Høgt næmingatal í flokkunum og manglandi játtan til serligan tørv kann gera tað trupult at gera næmingatillagaða undirvísing. Um so er kann hugsast, at tað er tann fíggjarliga orkan hjá foreldrunum, sum avger, hvønn skúla tey velja. Hetta er ein sera óheppin gongd.

Avbjóðingin hjá myndugleikanum liggur í at stuðla privatum skúlum og samstundis hava ein góðan, vælvirkandi og fakligt sterkan almennan fólkaskúla.

 


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan