Tíðindi/Greinar

27.11.2023

Frá bláu protokollini til kervið og aðra skráseting

Nú er kervið tað nýggja svarta. Í kervinum skal lærarin skráseta við teldu ella telefon, sum forrestin ikki er ein arbeiðstelefon, men privattelefon. Tórhallur við Gil, næstformaður Føroya Lærarafelags, skrivar

Ársætlanir og ætlanir fyri undirvísingina eru ein natúrligur partur av lærarastarvinum, men mangur lærari man onkuntíð hava ivast í, hví øll hesi útfyllingarskjølini skuldu skrivast, og hvør skuldi lesa tað. Sum tíðin er liðin, munnu flestu skúlar tó hava funnið seg til rættis og skipað seg soleiðis, at slík skjøl verða brúkt við skili, og lærarin sær eina meining við tí. Og sjálvandi gevur tað meining at hava t.d. eina ársætlan, eingin fer at muta ímóti tí.

Tað tykist tó, sum hetta við skráseting bara vindur upp á seg. Nógvir lærarar munnu óivað minnast aftur á tíðina við stóru, bláu floksprotokollini, har næmingafrávera bleiv førd hvønn dag við penni, og aftur at hesi góðu, gomlu floksprotokollini var so tímaprotokollin, sum eisini skuldi førast. Soleiðis er støðan ikki í dag.

Nú er kervið tað nýggja svarta. Í kervinum skal lærarin skráseta við teldu ella telefon, sum forrestin ikki er ein arbeiðstelefon, men privattelefon. Tíðir broytast, og tøkniligu broytingina í skúlanum hava lærarar eisini lagað seg til, sum so mangan áður. Alt gott um tøkni, men hon kann svíkja, meira enn so. Og tá ið tøknin ikki riggar, sum hon skal, er lærarin noyddur at brúka tíð upp á tað heldur enn at brúka tíðina upp á undirvísingina og næmingarnar. Slíkar støður eru ørkymlandi fyri bæði lærarar og næmingar.

Aftur at tí, sum er nevnt omanfyri, er so ein partur, sum sær út til at vaksa við rúkandi ferð, og tað er pappírsarbeiði, har lærarar verða bidnir um at fylla skjøl út um næmingar og skriva frágreiðingar. Talan kann vera um t.d. barnaverndarmál ella skjøl um næmingar, sum skulu útgreinast. Tíverri er støðan tann, at nógv børn stríðast við ymiskt, og í hesum sambandi hava lærarar fingið ein alt størri leiklut.

Tað er ikki bara bara at fylla tílík týðandi skjøl út. Tað er tíðarkrevjandi, og harafturat skulu sovorðin skjøl fyllast út við stórum nærlagni og umhugsni. Lærarar taka sjálvandi slík skjøl í størsta álvara, tí talan er jú um eitt barn, sum skal greinast sálarliga. Tílíkar uppgávur mugu sjálvsagt loysast við allarstørsta neyvleika.

Lærarar eru sjálvandi sinnaðir at gera sín part, tá ið næmingar skulu hjálpast, men nú hetta arbeiðið er vaksið so nógv, er neyðugt at fáa hesi viðurskifti betur skipað. Sum er, verður tað mangan hildið, at tað er ein sjálvfylgja, at lærarar fylla hesi skjøl út, og neyvan er tað heilt rætt. Hetta slagið av pappírsarbeiði er farið at fylla so nógv í lærarastarvinum, at tað er ikki meira enn rímiligt, at lærarin verður løntur fyri tað.

 


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan