Tíðindi/Greinar

01.07.2021

Forskúlin er eitt trygt og mennandi tilboð til børnini

Í løtuni gongur triðja hvørt barn í forskúla; við góðu royndunum, vit hava av forskúlunum, kundu allar kommunur skipað forskúlaflokk. Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags, skrivar

Komandi skúlaár eru 237 børn innskrivað í forskúla í sjey fólkaskúlum og tveimum frískúlum. Tað eru 119 gentur og 118 dreingir; hesi kunnu gleða seg til eina trygga og mennandi tíð, nú í einum skúla.

Tað eru kommunurnar, ið ráða fyri, um forskúli verður skipaður í skúlanum, og tað eru nakrar kommunur, ið hava valt loysnina við forskúla. Eysturkommuna, Eiðis kommuna og Rúnavíkar kommuna hava forskúla sum sítt tilboð til børnini, frískúlarnir hava forskúlaflokk, og Tórshavnar kommuna hevur forskúla í nøkrum skúlum í kommununi. Tey lata øll væl at forskúlanum, og børnini vera væl møtt við tí, tey koma við og trívast, so tað er gott grundarlag at skipa fleiri forskúlatilboð; nakrar kommunur hava boðað frá, at tær umhugsa at seta á stovn ein forskúlaflokk.

Starvsfólkini í forskúlanum trívast, og tað er eitt greitt tekin um, at forskúlin er ein góð loysn fyri børnini. Ein týðandi grund undir einum góðum tilboði til børn er, at starvsfólkini trívast og støðast á arbeiðsplássinum, og í so máta er forskúlin góður. Kunngerðin ásetur, at bæði lærari og pedagogur skulu starvast í forskúlanum, og at tey í felag fyrireika og samskipa virksemið. Kunngerðin gevur eisini starvsfólkunum víðar heimildir at skipa dagin til børnini, og tað at starvsfólk eisini støðast, ger, at góður samanhangur verður í gerandisdegnum, har børnini trygt kunnu mennast í einum fjølbroyttum og hugtakandi umhvørvi.

Forskúli bleiv navnið á tilboðnum til tey 6 ára gomlu í Føroyum, meðan tað í Danmark eisini verður rópt 0. flokkur, men forskúli er forskúli og ikki fólkaskúli. Í fólkaskúlanum eru lærararnir stýrdir við lóg, kunngerðum og námsætlanum, so at lærarin í stóran mun verður trýstur at renna aftan á krøvum, meðan forskúlin bara er tongdur at kunngerðini um skipan og læring í forskúlanum, og tí hava lærarar og pedagogar í forskúlanum víðar umstøður at skipa forskúlan til børnini. Kunngerðin ásetur, at innihaldið skal skipast til einstaka barnið, so tað verður samanhangur millum læring og leik. Í forskúlanum er eitt starvsfólk til hvørji 9 børn, og tað eru munandi betri umstøður enn í fólkaskúlanum.

Tað hevur verið nakað at togan um, hvørt tað er betri, at børnini eru í forskúla ella í dagstovni; serliga var hetta frammi í sambandi við Skúlan á Fløtum, har foreldur í Tórshavnar kommunu kendu seg noydd at velja, um barnið skuldi halda fram í dagstovni ella skrivast inn í forskúlan. Eg haldi, at foreldur trygt kunnu velja forskúla, tí hvørt børnini eru í forskúla ella á dagstovni, so eru tað altíð starvsfólkini, ið hava størstu ávirkan á, hvussu børnini vera møtt, og tá ið talan er um tað, er forskúlin álítandi, tí har trívast og støðast starvsfólkini. Tórshavnar kommuna átti at skipað forskúla í øllum skúlunum í kommununi; tað er ein trygg loysn fyri børnini, og so var hetta val tikið av herðunum á foreldrunum.

6 ára gomul børn eiga at fáa pláss til at mennast í mun til sín sjálvs og felagsskapin, men tey fáa eisini áhuga fyri bókstavum, orðum og tølum áðrenn skúlaaldur, og tá er tað ein fyrimunur, um tey vera møtt av væl útbúnum lærarum í lesimenning og talfatan, og har hevur forskúlin ein fyrimun. Í forskúlanum fáa børnini og foreldrini eisini samband við førleikastovuna í skúlanum, og tað kann vera ein stór hjálp.

Forskúlin er eitt gott stað hjá børnunum at vera, og starvsfólkini trívast og støðast, tí at tey kenna, at tey fáa møtt barninum. Í løtuni gongur triðja hvørt barn í forskúla; við góðu royndunum, vit hava av forskúlunum, so kundu allar kommunur skipað forskúlaflokk. Tað hevði eisini tryggjað, at øll børn í Føroyum hava sama møguleika.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan