Tíðindi/Greinar

08.11.2023

Flokslærarin er hjartaslátturin

Vit hava øll gingið í skúla. Vit hava øll havt lærarar, sum á ymsan hátt hava ávirkað okkum. Men tann lærarin, sum vit øll minnast best, er flokslærarin. Eyðbjartur S. Skaalum, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Flokslærarin er hjartaslátturin í flokkinum. Hann er tann, ið fær gerandisdagin at rigga. Hyggja vit at kunngerðini um flokslæraran, síggja vit í § 3 greitt, hvussu stóran týdning og hvussu stóra ábyrgd, ein flokslærari hevur.

Flokslærarin skal tryggja, at hvør einstakur næmingur trívist. Flokslærarin samskipar arbeiðið í flokkinum. Flokslærarin verður lýstur sum eitt umboðsfólk fyri flokkin í samskiftinum og samstarvinum ímillum leiðslu og aðrar lærarar.

Kunngerðin fer í smálutir við, hvat ein flokslærari skal gera.

Aftrat tí, ið er nevnt omanfyri, skal flokslærarin tryggja sær, at flokkurin fungerar. Hann skal tryggja, at lærarar í flokkinum veita neyðuga og dygdargóða undirvísing og somuleiðis hevur ábyrgd av at tryggja, at tað er gott foreldrasamstarv. Hann skal kenna allar næmingarnar og skal til eina og hvørja tíð duga at greiða foreldrunum frá, hvussu stendur við tí sosiala og tí fakliga.

Uppgávurnar hjá flokslæraranum verða alsamt fleiri. Samstundis sum uppgávurnar verða fleiri, uppliva vit, at fleiri og fleiri næmingar hava tað torført. Børn og ung stríðast fakliga, sálarliga og sosialt. Hvør skal tryggja sær, at næmingurin trívist og mennist? Tað er serliga flokslærarin, tí hann hevur høvuðsábyrgdina.

Ofta verður flokslærarin settur at loysa eina uppgávu, sum hann als ikki hevur umstøður til at loysa, ella sum onnur eiga at loysa.

Í ymsum skúlum er tað truplari nú at fáa flokslærarar at taka uppgávuna á seg, tí uppgávurnar eru so nógvar, og tað er trupult at finna tíð til allar uppgávurnar, sum eru.

Tað er gleðiligt, at flokslærarin í yngru flokkunum er raðfestur, men vit eru als ikki komin á mál. Allir flokslærarar hava tørv á betri tíð til uppgávuna, og flokslærarin má lønast fyri arbeiðið, ið hann ger.

Nógv álit, tilmæli og kanningar eru komin seinastu tíðina, sum snúgva seg um fólkaskúla og børn og ung, og tey vísa greitt, hvønn týdning flokslærarin hevur. Felags fyri alt hetta er, at tað er politiski myndugleikin, ið vil hava fólkaskúlaøkið kannað og greinað.

Av álitum, tilmælum o.ø. kunnu vit eitt nú nevna tilmælið um børn við sálarligum og/ella sosialum avbjóðingum, tilmælið um broytingar í fólkaskúlanum, kanningin um happing í fólkaskúlanum frá 2016, 2019 og 2023, álitið um rúsevni, álitið um harðskap, álitið um serundirvísing, og eg kundi blivið við.

Politiski myndugleikin er varugur við týdningin, ið flokslærarin hevur, tað hevur verið frammi til politiska umrøðu, tað hevur verið politiskur vilji at bøta um umstøðurnar, og tað, ið eftir er, er at føra tað út í lívið.

Eg haldi, at vit áttu at sett okkum saman at tosa um tað, ið hevur týdning í fólkaskúlanum. Vit skulu tosa um flokslæraran heldur enn at brúka tíð at tosa um vetrarfrí, tí vetrarfrítíðin bjargar ongum, men tað kann flokslærarin gera, tí hann er hjartaslátturin í flokkinum.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan