Tíðindi/Greinar

17-08-2022

Flokslærarin og floksstødd

Tað eru eingi námsfrøðilig fyrilit, ið tala fyri at lata ein lærara standa einsamallan við so nógvum næmingum, men størri flokkarnir eru, bíligari er skúlin, og nú verða uttan himpr 26 næmingar settir í hvønn flokk. Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags, skrivar

Fólkaskúlin er broyttur, og næmingarnir eru broyttir. Skúlin er blivin meira mál- og royndar-stýrdur, um somu tíð sum tað eru fleiri næmingar, ið hava tørv á at verða undirvístir í smærri bólkum, og at lærarin tosar við teir, ein og ein. Hetta eru tvær broytingar, ið hála í hvør sína ætt; tað sæst aftur hjá næmingunum, og tað hevur gjørt uppgávuna hjá læraranum truplari.

Tað eru tíverri nógv børn og ung, ið stríðast, og fleiri, ið aftra seg við at koma í skúla. Ávísingarnar til útgreining hjá Barna- og ungdómspsykiatriini eru meira enn fýrfaldaðar seinastu átta árini. Í 2021 vóru 324 børn og ung ávíst til útgreiningar, og í mai 2022 stóðu 215 á bíðilistanum; metta bíðitíðin var 18 mánaðir. Fólkaskúlin hevur langt frá arbeiðsorkuna at gera neyðugar tillagingar fyri at hava pláss fyri hesum børnum og ungu, ið hava ilt við at finna seg til rættis í skúlanum. Men øll hesi hava samband við ein flokslærara, sum má fylgja støðuni uttan at kunna gera annað, og tað ger uppgávuna hjá nógvum flokslærarum sera tunga, fyri ikki at tala um støðuna hjá børnunum og teirra avvarðandi.

Seinnu árini er fólkaskúlin trýstur at vera meira effektivur, serliga síðan PISA-royndirnar komu. Um somu tíð er játtanin til fólkaskúlan smátt um smátt minkað. Broytingarnar hava havt við sær, at tað er minni tíð hjá læraranum at vera um einstaka næmingin, meðan eftirspurningurin hjá myndugleikanum hevur verið eftir meiri fakligari úrtøku heldur enn at hyggja at, hvussu umstøðurnar eru, og hvussu virksemið hóskar til næmingarnar. Hetta eru fet aftur eftir hæli hjá fólkaskúlanum og hjá næmingunum.

Boðini til fólkaskúlan at hyggja meira at fakligu úrtøkuni og minni at, hvat hóskar til flokkin og næmingin, hava gjørt skúlan smalri, so at tað er truplari hjá fleiri næmingum at finna seg til rættis í skúlanum. Í eini yrking “Læredigt (for lærere og andre voksne)” minnir Benny Andersen okkum á, at “Omhu for et sind i vækst gælder mere end dagens tekst”. Hesa heilsan eiga vit at taka til okkum, og vit eiga at skipa skúlan hareftir, bæði tá ið talan er um skúlabygnaðin og gerandisdagin í undirvísingini. Við hesum í huga, smærri flokkum og meira tíð til flokslæraran, kundi fólkaskúlin blivið rúmligari og átt pláss fyri fleiri næmingum.

Flokslærarin er krummtappurin, tá talan er um samanhaldið í flokkinum og trivnaðin hjá hvørjum einstøkum næmingi. Hetta arbeiði tekur tíð, og tað krevur persónligar og fakligar førleikar. Flokslærarin má hava tíð at arbeiða fyri felagsskapinum í flokkinum og tíð at koma at kenna hvønn einstakan lærara. Er felagsskapurin í flokkinum veikur, so eru næmingarnir sárbarir.

Skúlaflokkarnir eru stórir, og tað eru truplar umstøður hjá læraranum einsamøllum at hava ábyrgdina av 24 næmingum í 1. flokki. Tað eru eingi námsfrøðilig fyrilit, ið tala fyri at lata ein lærara standa einsamallan við so nógvum næmingum, men størri flokkarnir eru, bíligari er skúlin, og nú verða uttan himpr 26 næmingar settir í hvønn flokk. Tað er løgið, at hetta kann bera til, tá fólkaskúlalógin greitt ásetur í § 20, at “Við skúlaárs byrjan eigur næmingatalið vanliga ikki at fara upp um 24 í hvørjum flokkinum.” Hetta gagnar ikki næminginum, og lærarin hevur ikki tíð at vera um einstaka næmingin. Sambært fyribilstølunum fyri skúlaárið 2022/23 eru tað fleiri enn 20 flokkar, har tað eru 25 og 26 næmingar í flokkinum, av hesum eru nakrir fyrstu flokkar.

Nógvir næmingar hava tørv á, at flokkarnir gerast smærri, og at flokslærarin fær meira tíð at vera um teir. Um flokkarnir verða smærri, fer tað at tryggja næminginum neyðuga læraratíð, og um flokslærarin fær meira tíð til sítt arbeiði, so hevur hann møguleika at arbeiða fyri samanhaldinum í flokkinum og at vera um einstaka næmingin, ein uppgáva, ið er munandi vaksin seinnu árini.

Oddagrein í Skúlablað nr 4, 2022, sum júst er komið.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan