Tíðindi/Greinar

17. november 2020

Fer nýggja dátulóggávan at broyta okkara arbeiði?

Tað er orsakað av tøknini og okkara økta brúki av henni, at vit hava tørv á greiðari viðurskiftum innan dátur. Jona Højsted, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Limirnir í Fakfelagssamstarvinum vóru til ein fyrilestur um dátutrygd í oktober mánaði. Hetta snúði seg mest um arbeiðið við dátum innan fakfelagsarbeiði, í sambandi við nýggja dátulóggávu, sum kemur í gildi 1. januar 2021.

Sjálv havi eg ikki nógvar royndir ella vitan á hesum økinum. Fyrilesturin var áhugaverdur. Nógv er at seta seg inn í, tá tosað verður um dátur, dátutrygd, dátuverndarlóg o.s.fr. Í fakfelagshøpi verða broytingar í arbeiðinum á skrivstovuni, og hvørjar tær eru, eri eg ikki heilt greið yvir. Nevndin í Lærarafelagnum ger tað, ið skal til, fyri at arbeiða eftir givnum lógum og reglum.

Broytingar í lógum koma ikki av ongum. Tí helt eg tað vera áhugavert at lesa okkurt smávegis um evnið. Í hesum sambandi datt eg inn á eina grein á ”folkeskolen.dk” við heitinum ”Ingen grænser for deling af elevdata”. Tað er orsakað av tøknini og okkara økta brúki av henni, at vit hava tørv á greiðari viðurskiftum innan dátur. Persónsdátur eru teir upplýsingar, ið kunnu setast í samband við ávísan persón. Eitt nú føðidagur, p-tal, telefonnummar, bústað og mangt, mangt annað. Lærarar hava alt tað, eg veit um, ført protokoll. Har hava verið upplýsingar, sum koma undir persónsdátur.

Í greinini verður víst á, at mongdin av dátum, ið verða savnaðar, økjast, og samankoyringarnar gerast alt fleiri. Hetta kenna fleiri av okkum við vælumtóktu ”cookies”. Hava vit leitað eftir eini íbúð, hotelli ella onkrum heilt øðrum á netinum, so er ein ørgrynna av lýsingum, ið hava samband við tað, vit hava sóknast eftir. So einfalt kann tað gerast við tøknini. Hvørjar dátur vit hava um einstaka næmingin, og hvussu hesar verða goymdar, hava týdning fyri, hvussu tær kunnu nýtast. Í skúlunum hevur ikki verið siðvenja at nýta tøkni til hesar dátur. Hetta er broytt seinni árini. Vit brúka alt meiri tøkni í okkara arbeiði, eisini tá tað talan er um persónsdátur.

Í Gladsaxe kommunu royndu tey fyri nøkrum árum síðani at savna atferðardátur hjá børnum og foreldrum, so at vit við tøkni lættliga hava møguleika at finna fram mynstur, ið vístu, um børnini vóru í einhvørjum vandabólki. Hendan verkætlan er steðgað; tó vísir hon okkum, at um vit ikki hugsa okkum væl um, so kunnu vit enda í tí støðuni, at tað er tøknin, ið ger av, hvør tørvurin hjá einstaka barninum er.

Hvørjar avleiðingarnar verða av nýggju dátulóggávuni havi eg ikki hóming av, men áhugavert verður at fylgja við, um hetta fer at broyta okkara arbeiði nakað. Vónandi fara vit ikki at standa í tí støðu, at dátur og tøkni koma fram um vanligt vit og skil.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan