Tíðindi/Greinar

21.04.2022

Felagskensla og samstarv

Næmingar eru á nógvan hátt ymiskir. Tað er í lagi, at vit ikki megna tað sama sum onnur, men tað, eg megni, er eisini eitt íkast. Jona Højsted, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Skúlarnir í Føroyum eru ómetaliga ymiskir. Tað eru skúlar við heilt fáum næmingum og skúlar við rættiliga nógvum næmingum. Tí er tað eisini ymiskt, hvussu næmingar vanliga arbeiða saman. Eg arbeiði á einum stórum skúla; her eru tað oftast deildirnar, ið arbeiða saman. Tá næmingatalið er so stórt, er tað eisini á onkran hátt lættari at halda seg í deildunum, tá evnisdagar og annað er á skránni.

Fyrstu vikuna í apríl var hjálpartiltak til Ukraina í okkara skúla. Av tí at næmingarnir eru nógvir, so má hugsast kreativt. Í okkara skúla arbeiða nógv kreativ fólk, so í eini handavending vórðu allir næmingarnir settir í gongd við ymiskt arbeiði. Eitt nú fóru elstu næmingarnir til arbeiðis runt um í fyritøkum og handlum í býnum. Fyritøkurnar tóku væl ímóti tiltakinum, so næmingarnir høvdu úr at gera. Yngru næmingarnir gjørdu ymiskt í skúlanum, t.d at málaðu, teknaðu, límaðu, plantaðu, bakaðu og ymiskt annað.

Hóskvøldið var so sett av til kvøldsetu við tónleiki, har møguleiki var at keypa sær kaffi og vaflur. Eisini var lutaseðlasøla, samstundis sum høvið var at ogna sær okkurt av tí, næmingarnir høvdu framleitt. Næmingar og starvsfólk á skúlanum gjørdu sítt ítasta fyri, at kvøldið eydnaðist.

Næmingar eru á nógvan hátt ymiskir. Tað er í lagi, at vit ikki megna tað sama sum onnur, men tað, eg megni, er eisini eitt íkast. Eisini eitt sindur ger mun, tá vit leggja tað saman. Tá skúlin er stórur, kann tað til tíðir kennast deilt upp. Næmingar arbeiða í hvør sínum lagi, í tí deildini ella í tí skipanini, teir eru í. Tí hevur eitt felagstiltak sum hetta stóran týdning fyri felagskensluna. Einsamøll megna vit kanska ikki so nógv, men saman klára vit nærum alt. 

Okkara skúli er einki eindømi. Seinastu vikurnar hava næmingar í skúlum kring alt landið havt ymisk tiltøk fyri at savna pening til hjálpararbeiðið hjá Reyða Krossi. Øll eru vit ørkymlað um støðuna í Ukraina. Eisini børnini hoyra um ræðuleikarnar. Tí hevur tað týdning, at vit tosa við børnini um støðuna, og um hvørjar avleiðingar kríggið hevur hjá teimum, sum búgva har.

Næmingar runt landið hava eisini sæð, hvussu væl tey verða móttikin, tá tey arbeiða við hjálpararbeiði. Samstundis sum vit kunnu hava ávirkan á umstøður aðrastaðini í heiminum, læra vit at hugsa um annað enn tað, sum hendir her á okkara leiðum. Tað gevur okkara næmingum kenslu av at gera mun, tá vit í felag gera tiltøk sum hesi. 


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan