Felagið

Viðtøkur fyri Føroya Lærarafelag


Felagsins endamál og virki

§ 1. Endamál Føroya Lærarafelags er at røkja starvsligu, lønarligu og uppalingarligu áhugamálini hjá fólkaskúlalærarum í Føroyum, at styrkja og stimbra samanhaldið, at arbeiða fyri menning fólkaskúlans og at fremja vælskipaðan skúlaskap á kristnum grundarlagi í Føroyum.

§ 2. Roynt verður at fremja hetta endamál, m.a.:
1. nýta samráðingarrættin við landamyndugleikar, kommunumyndugleikar og aðrar skúla- og tænastumyndugleikar,
2. ansa eftir, at avgerðir millum myndugleikarnar og lærarar um lønarviðurskifti og arbeiðskor
verða hildnar,
3. røkja viðurskifti limanna og myndugleikanna millum,
4. arbeiða fyri, at arbeiðslíkindini hjá tí einstaka liminum eru góð og trygg,
5. veita limum sakkøna hjálp, sum teir í lærarayrki sínum hava tørv á, og sum
felagsnevndin heldur seg kunna stuðla,
6. at felagið altíð hevur eina dagførda skúlastevnu,
7. hava lærarafundir og skeið,
8. arbeiða fyri, at lærarar fáa holla eftirútbúgving,
9. arbeiða fyri, at føroyska læraraútbúgvingin javnan verður dagførd, so vit ikki gerast eftirbátar á útbúgvingarøkinum
10. geva út Skúlablaðið,
11. geva út skúla- og barnabøkur og aðrar fakligar upplýsandi og mentanarligar bøkur og rit,
12. samarbeiða við onnur lærara- og tænastumannafeløg og stovnar við upplýsandi og
menningarligum endamáli innanlendis og uttanlendis.
2. stk. Felagsnevnd Føroya Lærarafelags umboðar limirnar í øllum lutum, sum hava við endamál og virksemi felagsins at gera, og kann arbeiðsrættarliga binda limir tess í øllum lutum.
3. stk. Øll sáttmálaviðurskifti og allar avtalur, sum Føroya Lærarafelag ger við avvarandi myndugleikar, kunnu eftir avgerð nevndarinnar setast undir frumatkvøðu. Um 1/3 av limum Føroya Lærarafelags biður um frumatkvøðu um omanfyrinevndu viðurskifti, skal hon fara fram.


Limaskapur

§ 3. Í felagnum eru vanligir og serligir limir.
2. stk. Rætt til at gerast vanligur limur hevur hvør og ein, sum hevur prógv sum fólkaskúlalærari, og
a. sum er settur í skipað starv í føroyska fólkaskúlanum,
b. sum er farin úr slíkum starvi við eftirløn ella bíðipeningi, og sum var vanligur limur, tá ið hann fór frá,
c. sum søkir starv í fólkaskúlanum,
d. sum er settur í starv á undirvísingarstovni ella í skúla,
e. sum arbeiðir á stovni, ið hevur tilknýti til undirvísing í fólkaskúlanum.
3. stk. Felagsnevndin kann taka avgerð um, at fólk, ið hava fólkaskúlalæraraprógv, men ikki lúka treytirnar undir 2. stk., petti a-e, gerast vanligir limir.
4. stk. Sum serligir limir kunnu gerast:
a. Læraraskúlanæmingar í 2. lestrarári.
b. Læraralærd, sum ikki arbeiða sum lærarar.
5. stk. Serligir limir hava ikki atkvøðurætt og valbæri. Teir hava rætt til at fáa Skúlablaðið og eintak av viðtøkum felagsins. Serligir limir gerast vanligir limir, tá ið teir søkja ella fara í starv, sum tilskilað er í § 3, 2. stk.
6. stk. Limir í norðurlenskum lærarafeløgum kunnu gerast gestalimir við serligum treytum í upp til eitt ár sambært norðurlendskari avtalu. Nevndin tekur avgerð um limaskapin.
7. stk. Tey, sum eru limir eftir avtalum ella samtyktum, tá ið hesar viðtøkur koma í gildi, eru framvegis limir, hóast ikki tey lúka treytirnar í hesari grein.
8. stk. Vanligir limir, ið eru samlagstryggjaðir, kunnu halda á fram í samlagstryggingini,um teir gerast serligir limir uttan slit í limaskapinum.


Umbøn um limaskap

§ 4. Umbøn um limaskap kann altíð verða send felagnum antin beinleiðis til skrivstovuna ella um álitisfólk felagsins.
Stk.2. Nýggir limir lata limagjald av fyrstu mánaðarlønini eftir innlimanina, sí tó § 7, stk 2. Limaskapurin skal galda frá innlimanardegnum. Limirnir fáa Skúlablaðið.
Stk.3. Tann, sum biður um limaskap meira enn 6 mánaðir eftir at hava fingið rætt til limaskap sbrt. § 3, stk.2, kann ikki fáa sakkøna og fíggjarliga hjálp frá felagnum fyrr enn eftir 6 mánaða limaskap.

Siga seg úr Føroya Lærarafelag

§ 5. Sigur limur seg úr Føroya Lærarafelag, skal hann skrivliga boða skrivstovu felagsins frá minst 1 mánað fyri 1. januar ella 1. august.
Stk.2. Limur, hvørs limagjaldseftirstøða er eldri enn 6 mánaðir, missir limaskapin. Slíkur limur
kann bara sleppa aftur í felagið, tá ið eftirstøðan er goldin, og annars verður farið fram, sum tilskilað í § 4.
Stk. 3. Heldur felagsnevndin, at ein limur hevur sýnt slíkan atburð, so at hann skaðar felagsins
endamál og mannvirðing, kann hon koyra hann úr felagnum, somuleiðis kann hon á sama grundarlagi nokta lærara at gerast limur í Føroya Lærarafelag. Ein slík útkoyring ella noktaður limaskapur skal, eftir kravi frá hesum lærara, verða lagdur fyri fyrsta aðalfund eftir hetta. Hesin aðalfundur tekur ta endaligu avgerðina í málinum.

§ 6. Dagførdur limalisti skal vera tøkur hjá álitisfólki og á skrivstovu felagsins.


Limagjald

§ 7. Allir limir - vanligir og serligir - gjalda mánaðarligt limagjald, sum aðalfundurin, eftir tilmæli frá nevndini, ásetur. Tó gjalda læraraskúlanæmingar ikki limagjald.
Stk.2. Limir, ið eru farnir frá við eftirløn ella sjúkraløn, gjalda 50 kr. í limagjald um mánaðin.
Stk.3. Felagsnevndin kann sleppa limi frá heilt ella partvís at gjalda limagjald, tá ið hann er arbeiðsleysur, ella tá ið hann lønarleyst søkir sær meiri útbúgving.

 

Álitisfólkaskipanin

§ 8. Til álitisfólk og varaálitisfólk kunnu veljast limir í Føroya Lærarafelag, sum hava sítt høvuðsstarv á staðnum, tey eru vald, og sum hava verið í starvi í minst eitt ár. Valið er í mars mánað stak ár. Valskeiðið er tað sama sum hjá formanninumi.

Áhugafeløg

§ 9. Limir Føroya Lærarafelags kunnu stovna áhugafeløg við tí treyt, at viðtøkur áhugafelagsins greitt tilskila, at umboðanin og samráðingarrætturin við allar myndugleikar og sáttmálaviðurskifti annars eru hjá Føroya Lærarafelag.
Stk.2. Felagsnevndin skal góðkenna viðtøkur áhugafelagsins, áðrenn tær koma í gildi. Heimilað verður felagsnevndini at gera samvinnusáttmálar við áhugafeløgini.


Aðalfundurin

§ 10. Aðalfundurin er hægsti myndugleiki felagsins.
Stk.2. Felagsnevndin boðar til regluligan ársaðalfund á hvørjum vári. Aðalfundurin verður lýstur í fjølmiðlunum í minsta lagi 6 vikur frammanundan. Fundarskrá og ársfrágreiðing verða send limunum 8 dagar fyri aðalfundin.
Stk.3. Ársaðalfundurin hevur hesa fundarskrá:
Setan.
Velja fundarstjórn.
Ársfrágreiðing.
Leggja fram grannskoðaðan roknskap.
Frágreiðing frá Bókadeild Føroya Lærarafelags
Áseta limagjald.
Velja løggildan grannskoðara.
Innkomin mál.
Formans- og nevndarval.
Ymist.
Stk.4. Møttu limirnir velja fundarstjórn, sum er tveir orðstýrarar, tveir fundarskrivarar og atkvøðunevnd.
Eru fleiri uppskot til orðstýrarar og skrivarar, verður skrivlig atkvøðugreiðsla. Teir, ið hava flestar atkvøður, eru vald.
Á atkvøðuseðlunum skulu tvey nøvn setast til orðstýrarar og tvey nøvn til fundarskrivarar. Atkvøðuseðlar, ið ikki lúka hesar treytir, eru ógildigir.
Stk.5. Innkomin mál skulu skrivliga vera komin til nevndina 3 vikur fyri aðalfundin. Málini
verða send limunum saman við fundarskránni.
Stk.6. Aðalfundurin er viðtøkuførur, tá ið hann er lógliga lýstur.
Stk.7. Á aðalfundi kann bara avgerð verða tikin í málum, ið standa á fundarskránni og
broytingaruppskot, ið standast av slíkum.
Stk.8. Allar avgerðir verða samtyktar, tá ið meirilutin av greiddum atkvøðum er fyri
uppskotinum, sí tó § 17 um felagsslit. Atkvøður, sum eru fyri ella ímóti uppskoti, eru greiddar
atkvøður. Blankar og ógildar atkvøður telja ikki við.
Stk.9. Eykaaðalfundur verður, tá ið felagsnevndin heldur tað vera neyðugt, ella tá ið minst
150 vanligir limir skrivliga krevja tað og boða frá, hvørji mál, ið skulu verða viðgjørd. Í hesum føri skal fundurin vera í seinasta lagi 3 vikur eftir, at áheitanin er komin til nevndina.


Felagsnevndin

§ 11. Í nevndini er formaður og 4 nevndarlimir. Nevndin hevur 2 tiltakslimir.
Stk.2. Nevndarval fer fram eftir hesi skipan:
1. Formaðurin verður valdur triðja hvørt ár. Valskeiðið er trý ár, galdandi frá aðalfundinum í 2019.
2. Tveir nevndarlimir og tveir tiltakslimir verða valdir hvørt ár. Valskeiðið hjá nevndarlimum er tvey ár og tiltakslimum eitt ár.
3. Nývalda nevndin tekur við eina viku eftir valið.
Stk.3. Uppskot til valevni sum formaður og ella nevndarlimir skulu vera komin til nevndina í seinasta 3 vikur fyri aðalfundin. Valevnini verða kunngjørd limunum saman við aðalfundarskránni.
Stk.4. Er bert eitt uppskot til formansevni, er formaðurin valdur uttan atkvøðugreiðslu. Er eingin í uppskoti til formansevni fyri aðalfundin, kunnu formansvalevni skjótast upp á aðalfundinum.
Stk.5. Eru 2 ella færri uppskot til valevni til nevndarlimir, eru tey, sum eru í uppskoti fyri aðalfundin, vald á aðalfundinum uttan atkvøðugreiðslu.
Írestandi limir og/ella tiltakslimir kunnu í slíkum førum skjótast upp á aðalfundinum og veljast eftir reglunum omanfyri. Mannagongdin er tá, at á atkvøðuseðilin skulu skrivast líka nógv ymisk nøvn, sum talið á írestandi nevndarlimum.
Stk.6. Valt verður við atkvøðuseðlum. Hvør limur, sum møttur er á aðalfundinum, og hevur atkvøðurætt, hevur rætt at velja:
1. Formann, sum verður valdur fyri seg. Á atkvøðuseðilin verður skrivað eitt navn.
2. Tveir nevndarlimir. Á atkvøðuseðilin skulu skrivast tvey ymisk nøvn. Tey tvey, sum hava fingið flestar atkvøður, eru vald í nevndina
3. Tveir tiltakslimir. Tey tvey, ið fáa 3. og 4. flestar atkvøður eru ávikavist 1. og 2. tiltakslimur.
4. Stendur á jøvnum, verður lutakast.

§ 12. Umframt formannin, sum er valdur beinleiðis á aðalfundinum, skipar nevndin seg við næstformanni, kassameistara og skrivara.
Stk. 2. Nevndin velur limir í tær nevndir, har Føroya Lærarafelag er umboðað.
Stk. 3. Felagsnevndin er blaðnevnd og setur blaðstjóra.
Stk. 4. Fer formaðurin frá í úrtíð, tekur næstformaðurin við formanssstarvinum til næsta regluliga aðalfund og nevndin skipar seg av nýggjum.
Stk. 5. Heimilað verður felagsnevndini at veita løn, samsýning og endurgjald fyri virksemi Føroya Lærarafelags. Formaður og nevndarlimir missa ikki løn o.t. skúlaárið at enda, um teir ikki verða afturvaldir.

§ 13. Felagsnevndin hevur ábyrgdina av ognum og dagligu umsiting felagsins. At taka sær av hesum kann hon seta starvsfólk. Nevndin er bundin av felagsins viðtøkum og aðalfundarviðtøkum, men hevur annars fullan myndugleika at umboða felagið í øllum fíggjarligum viðurskiftum, t.d. keypa/selja leysafæ/fastaogn, veðseta, borga o.s.fr.
Stk.2. Felagið verður bundið við undirskriftunum hjá formanninum og einum nevndarlimi. At selja
ella keypa fasta ogn, veðseta og borga, krevst undirskriftir frá formanni og 2 nevndarlimum.
Stk.3. Felagsnevndin kann seta undirnevndir við ávísum arbeiðssetningi. Felagsnevndin ger reglugerð fyri undirnevndirnar.

§ 14. Felagsnevndin heldur fund, tá ið formaðurin heldur tað vera neyðugt, ella tá ið í minsta lagi 2
nevndarlimir krevja tað og boða frá, hvørji mál, ið teir vilja hava viðgjørd. Í hesum føri skal
fundurin verða hildin seinast 1 viku eftir, at áheitanin er komin. Formaðurin stýrir
nevndarfundunum, og berst honum frá, so næstformaðurin.
Stk.2. Felagsnevndin er viðtøkufør, tá ið 3 limir eru á fundi. Eingin avgerð kann verða tikin,
uttan í minsta lagi 3 limir atkvøða fyri. Berst einum nevndarlimi frá at møta, tekur felagsnevndin við atkvøðugreiðslu avgerð um, nær fyrsti tiltakslimur skal møta. Stendur á jøvnum, er formansins atkvøða í meirilutanum.
Stk.3. Ber nevndarlimi ikki til at møta longur enn í ein mánað, skal fyrsti tiltakslimur møta.
Stk.4. Allar avgerðir verða førdar í gerðabók. Nevndarlimirnir, ið vóru á fundi, skriva undir hana.
Stk.5. Avrit av umsóknum, bønarbrøvum og øðrum týdningarmiklum brøvum, sum felagið sendir, verða goymd á skjalasavni felagsins.
Stk.6. Við teimum í grein 14 ásettu avmarkingum, ger felagsnevndin sjálv sína fundarskipan.

Roknskaparárið

§ 15. Roknskaparár felagsins er álmanakkaárið.
Stk.2. Grannskoðaður roknskapur verður lagdur fram á aðalfundinum.


Felagsslit

§ 16. Felagið kann verða slitið á regluligum aðalfundi, tá ið tað frammanundan er gjørt limunum kunnugt, og bara tá ið 2/3 av limum felagsins atkvøða fyri. Eru ikki nóg nógvir limir á fundi, má verða lýst til nýggjan fund við 2 mánaða ávaring, og ræður har meirilutin av greiddum atkvøðum. Á hesum aðalfundi verður tikin avgerð um, hvat ið gjørt skal verða við ognir felagsins, og ræður her aftur meirilutin av greiddum atkvøðum. Felagið heftir bert við ognum tess.

Viðtøkubroytingar

§ 17. Hesar viðtøkur kunnu bara verða broyttar á regluligum aðalfundi ella eykaaðalfundi, og bara tá ið 2/3 av teimum møttu limunum, ið atkvøðurætt hava, atkvøða fyri; tó er ikki neyðugt við meira enn vanligum meiriluta av greiddum atkvøðum til tess at broyta skúlastevnu felagsins, sbr. § 2, stk.1, nr. 6.

Viðtøkur seinast broyttar á aðalfundi 25. mars - 2017
 

Viðtøkur fyri Stuðulsgrunn Lima Føroya Lærarafelags

Endamál og virki

§ 1. Stuðulsgrunnur Lima Føroya Lærarafelags (stytt SLFL) er sjálveigandi grunnur, sum hevur heimstað í Tórshavn.

§ 2. SLFL hevur til endamáls at veita limum Føroya Lærarafelags fíggjarligan stuðul, um hesir verða fyri fíggjarligum missi orsakað av ósemju við arbeiðsgevaran um lønar- og tænastuviðurskifti.
Stk.2. Umframt stuðulsveiting sambært 1. stk., kann SLFL veita øðrum yrkisfeløgum fíggjarligan stuðul, um limir teirra verða raktir av fíggjarligum missi, orsakað av ósemju við arbeiðsgevaran um lønar- og tænastuviðurskifti.
Stk.3. SLFL kann rinda útreiðslur hjá Føroya Lærarafelag, ið standast av samráðingum, sáttmálasamráðingum, seming, gerðarrættarviðgerð og øðrum kostnaði, ið stendst av sáttmálagerð, sáttmálabroti, tulkingartrætum, rættarmálum o.l. um rættindi og skyldur limanna mótvegis sáttmálapartinum og/ella arbeiðsgevaranum.


Nevnd
§ 3. Nevndin í SLFL er tann sama sum felagsnevndin í Føroya Lærarafelag og skipar seg á sama hátt sum felagsnevndin.
Stk.2. Nevndin umsitur grunnin sambært viðtøkunum og formligu reglum um fundarboð, viðtøkuføri o.ø., sum eru ásettar í viðtøkum Føroya Lærarafelags.

§ 4. Nevndin tekur avgerð um, nær og á hvønn hátt stuðul skal veitast sambært endamáli grunsins í § 2.
Stk.2. Nevndin avger, hvussu og hvar peningur grunsins verður lagdur.
Stk.3. Nevndini er heimilað at seta pening í fastogn, leysafæð og virðisbrøv alt eftir tí endamáli at tryggja og varðveita ogn grunsins og fremja endamálið í § 2.

Limafundur
§ 5. Árligi limafundurin verður hildin sama dag og við somu fundarleiðslu sum ársaðalfundur Føroya Lærarafelag, við hesi fundarskrá:
Setan.
Ársfrágreiðing.
Leggja fram grannskoðaðan roknskap.
Frágreiðing um íløguvirksemi.
Áseta limagjald.
Velja løggildigan grannskoðara.
Innkomin mál.
Ymiskt.
Stk.2. Innkalling til árliga limafundin verður lýst í fjølmiðlunum í seinasta lagi 6 vikur frammanundan. Fundarskrá og ársfrágreiðing verða send limunum 8 dagar fyri aðalfundin. Allar avgerðir verða tiknar við vanligum meiriluta av greiddum atkvøðum á fundi.
Stk.3. Limafundur verður hildin við 6 viku varningi, tá ið minst 150 limir krevja tað.
Stk.4. Nevndin kann kalla inn til limafund við 14 daga varningi


Taka av grunnin
§ 6. Stuðulsgrunnur Lima Føroya Lærarafelags kann einans takast av við at lýst verður við avtøku á skránni, og at 2/3 av møttu limunum atkvøða fyri avtøku.
Stk.2. Um onki uppskot er um, hvat skal gerast við ognir grunsins, verður møgiligur reiðupeningur latin Føroya Lærarafelag.

-------
Soleiðis viðtikið á fyrsta árliga limafundi SLFL í Tórshavn tann. 22. oktober 1994.
Viðtøkurnar eru seinast broyttar á limafundi 29. apríl 2006

 


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshvn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan