Felagið

Reglur fyri leigu

Reglur fyri leigu av frítíðarhúsunum Uppi á Garði á Nesi

Bert limur í Føroya Lærarafelag hevur rætt til at leiga húsini.

Longsta tíðarskeiðið er ein vika hvørja ferð.

Tann, ið leigar húsini, skal sjálv/ur vera við.
Leigað verður ikki til skúlaflokkar.
Vinarliga farið væl um húsini!!!


Kuldaskápið eigur at vera tómt, vaskað, sløkt, og hurðin opin, tá ið farið verður avstað
Allir radiatorar skulu standa á 1, tá ið farið verður úr húsunum
Einki órudd/uppvask skal standa frammi
Alt rusk skal út í ruskílatið
Húsini eru rein og ruddilig, tá ið farið verður úr teimum: miðhædd og loft skal dustsúgvast, og køksgólv, durður og wc skal vaskast.


Loyvt er ikki at roykja inni.
Leigari, ið ikki yvirheldur leigutreytirnar, fær endurgjaldskrav og ikki loyvi at leiga aftur.
Inn slepst í húsini aftan á kl. 15.00, og farast skal úr húsunum áðrenn kl. 14.00, um ikki annað er avrátt.
 
Í húsunum eru allir vanligir hentleikar til taks.

Tráðleyst netsamband er í húsunum.

Vantar okkurt, ella er eitthvørt, ið ikki virkar, sum tað skal, vinarliga boðið frá hjá Føroya Lærarafelag, tlf. 616863 ella 235762, so hetta kann fáast í rætt lag.

Takk fyri!
 
Við heilsan og takk fyri vitjanina
Stuðulsgrunnur Lima Føroya Lærarafelags og Føroya Lærarafelag


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshvn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan