Tíðindi/Greinar

20.07.2023

Fartelefonir sum arbeiðsamboð

Arbeiðir tú á einum staði, ið krevur, at tú hevur telefon, so verður hendan útvegað av arbeiðsplássinum. Hetta er ikki galdandi fyri lærarar. Her verður tað væntað, at lærarin sjálvur útvegar sær eina slíka, og at hann uttan umhugsni brúkar hana í sínum arbeiði. Jona Højsted, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Í onkrum førum er fartelefonin neyðug. Eitt nú um næmingar hava sukursjúku, og teir ikki reagera upp á pumpuljóðini. Tá er gott, at telefonin er við hondina, soleiðis at næmingurin ella lærarin kunnu fáa boð um, at blóðsukrið ikki er í lagi. Tað er óivað onkur onnur støða, sum eisini er viðkomandi, ið ger, at telefonin er lívsneyðug. Hetta er bara ein av støðunum, sum eg sjálv kenni til frá mínum arbeiði í skúlanum. Í teimum støðum, har tað hevur stóran týdning, at lærarin er tøkur, er tað ein sjálvfylgja, at telefonin er við hondina.

Samskiftið millum heim og skúla er nógv broytt seinastu árini. Vit leggja stóran dent á at hava eitt javnt og gott samskifti við foreldur ella avvarðandi. Vit ynskja øll, at næmingurin hevur so góða skúlagongd, sum vit á nakran hátt kunnu bjóða. Hetta ger, at vit í nógvum førum hava ofta samskifti við heimið hjá næminginum. Lærarar eru tøkir nærum alt døgnið. Foreldur kunnu ringja ella senda boð, soleiðis at lærarin er kunnaður um tað, sum heimið metir hevur týdning. Hetta er eitt stórt framstig í trivnaðararbeiðinum hjá skúlanum, tí á hendan hátt kunnu vit møta næminginum, tá okkurt er, sum órógvar.

At lærarar hava gott samskifti við heimið, eru tøkir tá á stendur og taka sær tíð til at lesa boð ella tosa í telefon, tá tørvur er á tí, hevur týdning. Tí eiga vit at halda fast í góða samskiftinum.

Alt hevur fyrimunir og vansar. Tá nú fyrimuninir eru nevndir, haldi eg, at vit eiga at hyggja at vansunum. Vansarnir við økta samskiftinum millum heim og skúla eru, at tíðin hjá læraranum gerst alt meiri flótandi. Lærarin er til arbeiðis í skúlatíðini, men hann er eisini tøkur, tá hann hevur frí. Ein partur av arbeiðstíðini hjá lærarum liggur uttan fyri skúlatíðina. Í so máta er onki at fílast at, men tað gerst alt truplari hjá læraranum sjálvum at gera av, nær hann er til arbeiðis. Av tí at lærarin ikki hevur arbeiðstelefon, er tað lærarans egna telefon, ið verður brúkt til samskiftið. Hetta samskiftið er bæði við leiðslur, starvsfelagar, foreldur, avvarðandi, heilsusjúkrasystur, barnaverndartænastu og annað, sum er knýtt at skúlanum.

Hetta ger, at lærarin ikki sjálvur velur, nær arbeiðstíðin er. Vit hava tørv á privattelefonini til egin viðurskifti, tí hava vit hana oftast hjá okkum. Tá telefonin ringir, taka vit hana sum oftast. Tá vit fáa boð, lesa vit tey eisini. Vit hava brúk fyri egintelefonini, men vit gera ikki av, nær onnur ringja ella skriva. Hetta ger, at hóast lærarin ynskir at hava ein fríløtu, hevur hann ikki altíð møguleika fyri hesum. Vanlig arbeiðspláss útvega sínum starvsfólkum arbeiðsamboð. Arbeiðir tú á einum staði, ið krevur, at tú hevur telefon, so verður hendan útvegað av arbeiðsplássinum. Hetta er ikki galdandi fyri lærarar. Her verður tað væntað, at lærarin sjálvur útvegar sær eina slíka, og at hann uttan umhugsni brúkar hana í sínum arbeiði. Telefonnummarið hjá læraranum stendur á heimasíðu skúlans, soleiðis at øll, ið vilja fáa samband við læraran, lættliga hava møguleika at ringja til hansara.

Skúlarnir ynskja, at lærarin er tøkur á telefon. Tí eiga lærarar at fáa eina arbeiðstelefon. Vit eiga ikki at lata arbeiðið taka so stórt ræði á okkara frítíð. Av tí at vit ikki sjálvi gera av, um vit leggja arbeiðstelefonina eina løtu, tí nú ynskja vit at hugsavna okkum um eitt hvør annað, hava vit ikki ræðið á arbeiðstíð og frítíð. Vit fáa ikki endurgjald fyri nýtslu. Eitt arbeiðsamboð, sum kostar at útvega sær, sum samstundis hevur ein nýtslukostnað, eigur at vera útvegað av arbeiðsgevaranum.

 


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan