Tíðindi/Greinar

03.08.2023

Fakið náttúra og tøkni eigur at viga munandi meiri í fólkaskúlanum

Av tí at skúladagurin er skipaður sum hann er, verður arbeiðið alt ov ofta avbrotið. Hetta ger, at umstøðurnar til at grunda um úrslitini, ikki eru tær skilabestu. Jona Højsted, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Tað er gott við góðum vegleiðingum og hugsanum um, hvat eitt fak eigur at innihalda og góð mál fyri, hvat næmingurin eigur at fáa burtur úr undirvísingini í einstøku fakunum. Tá tað er sagt, so sikta vit í nógvum førum langt oman fyri tað, sum kann hugsast at vera møguligt í nógum av málumum, sum eru í námsætlanunum. Málini í sjálvum sær eru fín, men við verandi næmingatali og arbeiðsumstøðum er tað í nógvum førum ein ómøgulig uppgáva hjá bæði næmingum og lærarum at náa málunum.

Tá vit undirvísa í náttúru og tøkni, ynskja vit, at arbeiða praktist við ymiskum kanningum, har vit, saman við næmingum, finna ymisk úrslit. Rannsóknarbeiðið í sær sjálvum er áhugavert; ein arbeiðsháttur vit hava alt ov lítið rúm fyri í skúlanum. Við kanningum læra næmingarnir at síggja úrslit av ymiskum slag. Eitt nú um vit kanna, hvussu plantur trívast best; tá er áhugavert at síggja, hvussu ymiskt fræ spíra alt eftir teimum umstøðum, tú setur tær í. Hetta arbeiðið hava flestu næmingar áhuga fyri, og tíðin tá næmingar hava møguleika at undrast og koma fram til møguligar frágreiðingar, royna av nýggum og kanna um niðurstøðan er røtt, kennist als ikki long. Tá vit arbeiða við tí, vit hava áhuga fyri og gera tað, vit halda er spennandi, kennist tíðin alt annað enn long. Arbeiðisdagurin røkkur ikki til alt tað, vit vilja náa.

Av tí at skúladagurin er skipaður sum hann er, verður arbeiðið alt ov ofta avbrotið. Hetta ger, at umstøðurnar til at grunda um úrslitini, ikki eru tær skilabestu. Tá næmingarnir skulu taka afturíaftur arbeiðið frá seinastu viku, tekur tað tíð at koma aftur í tað flow, sum var, tá tímin endaði seinast. Stundum eru teir spurningar, ið næmingurin hevði, horvnir og koma ikki aftur, fyrr enn arbeiðið við hesi kanningini er liðugt.

Afturat hesum sita 24 til 26 næmingar í einum bólki, sum skulu fáa respons frá læraranum, um tað tey hava funnið. Tað sigur seg sjálvt, at tað vera tey, sum tosa mest og sum hava áræði at halda seg framat, sum fáa mest burturúr. Tá næmingabólkurin er so stórur, uppgávan rúgvismikil, nógv er at draga fram og rudda av, tá kann tað vera serliga trupult hjá læraranum at fáa nóg gott samband við teir stillu og eitt sindur afturhildnu næmingunum, sum møguliga hava grundað væl um uppgávuna, hava góðar spurningar at seta, men ikki kenna seg væl, tí umstøðurnar kunnu kennast rokaligar.

Ja, tað er uppgávan hjá læraranum at síggja allar næmingar, men tað er nú einferð so, at vit síggja lættast tað, sum sæst best. Lærarar eru ómetaliga dugnaligir, men vit eru eisini ”bara” menniskju. Vónandi fer tilmælið um broytingar í fólkaskúlalógini at fáa vælvild frá politisku skipanini, soleiðis at hetta arbeiðið verður betri í framtíðini. Hóast góðar vónir, so tykjast 9 ár at vera leingi til komið er á mál.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan