Tíðindi/Greinar

12. januar 2021

Er tað eins hjá okkum, sum í grannalondunum?

Vanliga siga vit, at støðan í Føroyum líkist henni í grannalondunum. Vónandi er tað ikki so. Andrea á Rípuni, næstforkvinna Føroya Lærarafelags, skrivar

Grannalond okkara hava verið nógv harðari rakt av koronu, enn vit hava verið; tó eru vit ikki sloppin heilt snikkaleys. Í skrivandi løtu eru 59 smittað og 178 í sóttarhaldi. Vit hava okkara tilmæli at halda okkum til, hóast tað stundum kann vera torført. Noreg hevur verið sera hart rakt, har kenna lærarar seg útbrendar og kunnu ikki halda tey tilmæli, ið eru sett. Harumframt eru teir noyddir at taka nógvar vikartímar, tí at so nógvir lærarar ikki eru til arbeiðis, antin tí teir eru í sóttarhaldi, eiga børn, ið eru í sóttarhaldi ella eru sjúkraskrivaðir.

Hesin mangul á lærarum setir stór krøv til teir lærarar, ið eru til arbeiðis. Nakað av undirvísing fer fram umvegis netið, men als ikki øll. Eftir at hava hugt at, hvussu hetta ávirkar skúlan, eru greiðar ábendingar um, at serundirvísingin í skúlunum fær ikki tað pláss, sum hon eigur. Nógvir tímar verða ikki lisnir, og nakrir tímar verða harafturat lisnir av lesandi, ella tað eru ófaklærd, ið taka tímarnar. Hetta hevur stóra ávirkan á gerandisdagin hjá hesum næmingunum, ið hava tørv á støðugari undirvísing og støðugum fólki. Afturat hesum kemur so eisini dygdin á undirvísingini.

Man kann siga, at nú tá korona herjar, sær man veruliga, hvussu stórt serøkið er, og hvussu viðbrekið tað er. Hetta eru ikki nýggjheitir fyri tey, ið arbeiða á hesum økinum, men heldur enn ein staðfesting, í mun til tað, sum ofta hoyrist í miðlunum um, at serøkið bara veksur. Ein og hvør leiðsla roynir sítt besta at fáa alt at ganga upp. Hetta er ikki ein løtt uppgáva, men kann hon haldast upp í móti tí neyðugu undirvísingini, sum hesir næmingar eiga at fáa?

Hvussu hevur gingist hjá okkum, er ilt at siga, tí vit hava ikki gjørt nakra eftirmeting. Vanliga siga vit, at støðan í Føroyum líkist henni í grannalondunum. Vónandi er tað ikki so. Eg veit, at fleiri lærarar eru troyttir av støðuni, aðrir stúra um støðuna, og aðrir hava ampa av at fara til arbeiðis, bæði tí tey hava onkran heima, ið er sárbarur, ella tí tey enn einaferð skulu til arbeiðis, og ikki eru før fyri at halda tey tilmæli, ið eru sett. Eg veit, at skúlaleiðarar hava gjørt sítt allarbesta fyri at fáa alt at ganga upp, og lærarar hava tikið ábyrgd og tikið eitt eyka tak, fyri at gerandisdagurin, ið leiðslurnar hava lagt fyri dagin, kann ganga. Hetta mugu vit ikki gloyma.

Takk fái tit fyri tykkara stóra innsats. 


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan