Tíðindi/Greinar

16.02.2022

Er skúladagurin ov langur?

Samstundis sum ynski er um, at skúlin skal átaka sær ”nýggj” evni, so er samstundis ikki rúm fyri tí, sum skúlin frammanundan skal arbeiða við. Jona Højsted, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Nú ungdómsting hevur verið, vóru nógv áhugaverd evni á skránni. Á skúlaøkinum eru tað serliga seksualundirvísing og longdin á skúladegnum, sum hava fingið umrøðu í miðlunum. Seinastu tíðina hevur tað verið styttri ímillum, at eg havi hoyrt hetta við skúladegnum, at ”skúladagurin er ov langur”. Hetta sýnist at vera ein útsøgn, vit loyva okkum, uttan at koma við serligari frágreiðing. Tað kemur tó fyri, at ”børnini eru troytt” verður hongt uppí.

Tað kann tykjast undarligt, at samstundis sum vit ynskja, at innihaldið í skúlanum skal økjast, so skal skúlatíðin minka. Sjálv havi eg alt ov ofta kensluna av, at tíðin røkkur ikki til. Námsætlaninar hava eina ørgrynnu av málum, sum næmingar og lærarar arbeiða eftir. Hetta eru arbeiðsførleikar, persónsførleikar og fakligir førleikar. Tíðin í einstøku fakunum er tepur, tá ið vit hugsa um málini, ið arbeitt verður eftir.

Samstundis sum ynski er um, at skúlin skal átaka sær ”nýggj” evni, so er samstundis ikki rúm fyri tí, sum skúlin frammanundan skal arbeiða við. Hetta merkir ikki, at innihaldið í skúlanum skal broytast, men er avgjørt tekin um, at skulu nýggj fakøki ella evnisøki fáa rúm í skúlanum, so er neyðugt við tillagingum, soleiðis at arbeiðsøki, arbeiðshættir og tíð samsvara.

Tíð til praktiskt virksemi og hugsavnan sakni eg í mínum arbeiði sum lærari. Fyri meg er tímatalvan alt ov avbrotin. Tað er sjáldan tíð hjá næmingunum til veruliga at hugsavna seg. Næmingar eru ómetaliga ymiskir. Onkur hevur lætt við at fara frá evni til annað, samstundis sum skifti av lærarum ikki hevur stóra ávirkan. Tað eru eisini næmingar, har hetta ikki er eins lætt, og hjá teimum fer nógv av tíð til at finna javnvág ímillum skiftini. Kanska kann tað hugsast, at skúlin er væl skipaður fyri nógvar nærmingar, samstundis sum tað hevði gagnað fleiri næmingum, um skúlin var skipaður øðrvísi?

At arbeiða bókligt, at lesa, skriva og rokna hevur altíð verið ein stórur partur av skúlanum. Vit kanna eisini regluliga, hvussu næmingar skriva, lesa og rokna. Hóast arbeiðshættir fylla nógv í námsætlanunum, so havi eg varhugan av, at arbeiðshættir ikki fáa ta tíð í undirvísingini, sum teir eiga. Kanska kemst hetta av mátanum, vit eftirmeta skúlan uppá. Vit eftirmeta ikki, um næmingarnir hava lært at gera kanningar og at seta úrslit upp. Vit spyrja, um teir vita, og um teir svara tað, sum stendur í bókini, so verður tikið fyri givið, at teir duga. Tað er stórur munur á at lesa um, hvussu gransking fer fram, og sjálvur at vera partur av eini gransking.

Høvdu næmingarnir havt betri møguleikar at arbeitt praktiskt og kannandi í øllum fakum og evnum, eri eg sannførd um, at skúladagurin als ikki kendist langur.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan