Tíðindi/Greinar

09-08-2021

Er nakar fundur í dag?

Fundarvirksemið tekur sera nógva tíð og orku. Sum kunnugt kunnu vit ikki vera fleiri støð í senn. Og meira vit fundast, minni er tíðin til vanliga klassiska dygdargóða undirvísing. Bergur Samuelsen, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Ein viðkomandi spurningur í fólkaskúlanum, helst í øllum skúlum, ið altíð kann setast er, um vit brúka tíðina optimalt. Tað merkir í stuttum, um vit brúka sum mest av tíðini til næmingarnar og sum minst til alt møguligt annað. Svarið er tíverri oftast nei. Eitt, sum vit gera ov nógv av, er at fundast. Serliga eru tað teir fastlagdu formligu fundirnir, sum taka tíð, og sum kunnu og eiga at avmarkast.

Her er talan um fundarvirksemi av øllum handaslagi. Og nú tosi eg bara um teir formligu fundirnar. Øll, sum eru innan skúlagátt vita, at teir formligu fundirnir eisini eru nógvir. Verða bert ikki skrásettir, eins og hinir, hóast teir ofta eru minst líka gevandi.

Á okkara skúla (SáF) hava vit sera nógv formlig toymi, og øll eru ófør at fundast. Fundarvirksemið sær á leið soleiðis út: Kjarnutoymið. Tað er flokslærarin umframt 1-2 lærarar við nógvum tímum. 1 fundur um vikuna á 1 tíma. Flokslæraratoymið. Allir flokslærarar í deildini. 3-4 fundir um árið.

Árgangstoymið. Tað eru allir flokslærarar umframt tilknýttir lærarar við nógvum tímum. 1-2 fundir um mánaðan á 1 tíma. Deildartoymið. Tað er eitt nú hádeild. 1 mánaðarfundur á 2 tímar. Námsfrøðiliga toymið. Tað eru allir lærarar og námsfrøðingar skúlans. 1 fund um mánaðan á 2 tímar. Lærugreinatoymið. Tað er býtt upp í tvey: Toymið um stóru lærugreinarnar (DAN, ENS, STØ, FØR), minst tveir fundir um árið. Toymið um smáu lærugreinarnar. Minst tveir fundir um árið. Flestu lærarar hava harumframt ein felags foreldrafund og tvær foreldraviðtalur.

Onnur toymi, sum eisini øll skulu mannast við fleiri lærarum, eru eitt nú: Veitslu-, trivnaðar-, ítróttar-, happingar-, KT-, trygdar-, jólasamskipanar-, sorgar-, umhvørvis-, bókasavns- og AKT-toymið. Harumframt eru toymi, ið skulu taka sær av: Vísindadøgum, evnisviku, verkætlan, lesiátøkum, støddfrøðiátøkum og uppgávusmiðir.

Og hetta er alt bert teir fastlagdu planløgdu fundirnir og uppgávurnar. Aðrir fundir koma javnan fyri. Tað eru eitt nú afturvendandi foreldraviðtalur og prát við sosialar myndugleikar.

So koma allir teir óformligu fundirnir. Í skúlanum práta/fundast lærarar nógv um ymiskar avbjóðingar. Hetta er alt eftir tørvi, tá ið okkurt stingur seg upp. Og uttan fyri skúlatíð er tað oftast prát við foreldur, antin í telefon ella á skrift.

ALT hetta fundarvirksemið tekur sera nógva tíð og orku. Sum kunnugt kunnu vit ikki vera fleiri støð í senn. Og meira vit fundast, minni er tíðin til vanliga klassiska dygdargóða undirvísing. Tað, sum altíð verður okkara kjarnuuppgáva. Slík skal jú altíð fyrireikast, og uppgávur skulu støðugt rættast  og at geva næmingunum aftur. So tíðin er avmarkað og má nýtast optimalt.

TÍ mugu vit royna at avmarka fundarvirksemið, serliga tað fastlagda. Tí tað er ríkiliga nógv frammanundan. Leiðslurnar gera tað sjálvsagt í bestu meining, og sjálvandi skulu vit kjakast, men ikki meira enn neyðugt, tí tað kann skjótt blíva ov nógv. Ein bati kundi verið meira daglig/vikulig kunning frá leiðsluni og færri fundir.

Sjálvur havi eg ikki verið flokslærari hetta skúlaárið. Fyrstu ferð í 20 ár, og tað er ein sera stórur munur. Frá at hava nærmast dagligt samskifti við nógv foreldur til stórt sæð einki samskifti. Hoyri og síggi, hvussu serliga flokslærarar stundum eru pressaðir. Orsøkirnar eru ofta næmingar við serligum avbjóðingum. Bæði fakligum, disiplinerum og sálarligum. Í slíkari støðu hóskar tað illa hjá einum flokslærara í 7. flokki at skula sita á fundi og lurta eftir nær og hvar hugdýpingarøki í 8. og 9 flokki skulu trekkast. Hann hevur annað og meira átrokandi at takast við. Tað er ein óskikkur at drassa ov nógv fólk við á fund. Men alt við máta

Nei, var svarið. Eingin fundur í dag.   

       


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan