Tíðindi/Greinar

27.07.2023

Er føroyski fólkaskúlin ov kostnaðarmikil?

Um vit samanbera okkum við grannalondini, so mugu vit hava í huga, at vit hava eitt málsligt fak meir enn grannalondini, og krøvini til, hvussu væl vit klára okkum í hesum fakum, eru høg. Tað kostar at hava undirvísing. Jona Højsted, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Føroyski fólkaskúlin var í Breddanum fríggjadagin 26. mai 2023. Her viðgjørdu tey nýggju tilmælini um broytingar í fólkaskúlalógini. Sum heild ein áhugaverd sending við jaligum viðmerkingum og á nógvar mátar ein sending, sum gevur vón um munandi broytingar í skúlunum.

Í sendingini kemur fram, at føroysku næmingarnir kosta munandi meiri enn næmingarnir í okkara grannalondum. Hvørt vit hava ein kostnaðarmiklan fólkaskúla ella ikki, er ikki treytað av, hvat vit ynskja, bæði av skúlanum og av okkara samfelagi.

Námsætlaninar eru rúgvismiklar í øllum fakum fólkaskúlans. Eitt nú eru krøvini til næmingarnir í donskum og føroyskum nærum tey somu. Vit ynskja, at næmingarnir duga eins væl danskt sum føroyskt. Afturat tí eiga næmingarnir at klára seg avbera væl í enskum. Fakligu førleikarnir, sum vit seta næmingunum, eru t.d. í talaða málinum hesir:

Føroyskt

·       at nýta talumálið skilliga og málsliga rætt í t.d. kjaki, samrøðu, framløgu, verkætlan og leiki

·       at meta um og lýsa samskifti í mun til boðbera, móttakara, miðil og støðu

·       at meta um munnligar framløgur hjá sær sjálvum og øðrum.

 Danskt

·       at málbera seg greitt og samanhangandi við røttum framburði í samsvari við samskiftisstøðuna

·       at lurta og taka virknan lut í kjaki

·       at troyta orðatilfeingið væl og nýta viðkomandi hugtøk.

Enskt

·       at málbera seg væl og rætt viðvíkjandi framburði, máltóna og orðavali.

·       at fylgja við og vera við í samrøðu, ið fer fram á enskum um gerandislig og faklig evni

·       at velja samrøðuhættir, ið styrkja førleikan at samskifta

·       at skilja ímillum  ymiska úttalu av enskum, t.d. millum enska og amerikanska úttalu

·       at hava munnliga framløgu á enskum.

Um vit samanbera okkum við grannalondini, so mugu vit hava í huga, at vit hava eitt málsligt fak meir enn grannalondini, og krøvini til, hvussu væl vit klára okkum í hesum fakum, eru høg. Tað kostar at hava undirvísing. Tá næmingarnir ikki hava líka nógvar undirvísingartímar, mugu vit leggja upp fyri hesum, tá vit samanbera.

Afturat hesum so eru smáu skúlarnir í stóran mun niðurlagdir í okkara grannalondum. Eitt nú í Danmark, har lætt er at ferðast ímillum bygdir hava nógvar skúlasamanleggingar verið. Vit búgva í einum oyggjasamfelagi, har tað ikki altíð er lætt at ferðast, samstundis sum fleiri vegasambond eru nakað svikalig um veturin. Hetta ávirkar helst eisini skúlaskipanina.

Um vit ynskja góðan trivnað á smáu plássunum, hevur tað týdning, at barnaansing og skúli eru á staðnum. Skulu smáplássini mennast, so krevur tað, at børnini og tey ungu hava eitt tilknýti til bygdina. Hetta fáa tey best við at vera á staðnum. Ynskja vit at geva okkara ungu bestu møguleikar í arbeiðslívinum, hevur tað týdning, at tey klára seg væl, bæði í Norðurlondum og í heiminum sum heild. Her hevur tað stórt virði, at tey klára seg væl málsliga, tí eiga vit at halda fast við undirvísingina í bæði donskum og enskum. So til spurningin um føroyski fólkaskúlin er ov kostnaðarmikil er svarið heilt einfalt nei.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan