Tíðindi/Greinar

05-04-2022

Eitt pennastrok kundi styrkt byrjanardeildina

Í dag er tað soleiðis, at tvílæraraskipanin tekur við, tá ið næmingatalið fer upp um 17 næmingar. Tástani eru tveir lærarar til onkrar tímar, men veruleikin er eisini tann, at í fleiri tímum er lærarin einsamallur við 26 næmingum, og tað kann vera stríggið. Tórhallur við Gil, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Tað er sjón fyri søgn, at tað kann vera tungt at vera lærari í byrjanardeildini. Serliga flokslærarin er mangan sperdur, og tað er ikki av ongum. Tað er ein stór uppgáva at taka sær av næmingunum í teimum yngstu flokkunum, og tað tykist ikki, at henda uppgávan er vorðin lættari. Heldur tvørturímóti.

Tí tað krevur veruliga sítt av lærarunum at vera lærari hjá yngstu næmingunum. Næmingarnir skulu sjálvandi mennast fakliga, og tí er tað nakað, sum natúrliga liggur frammarlaga hjá lærarum. Aftur at hesum er eisini trivnaðurin hjá einstaka næminginum at hugsa um, og tann parturin fyllir eisini rættiliga nógv. Tað er ikki altíð, at tað gongur sum eftir ánni, og fleiri næmingar hava okkurt at stríðast við. Tílíkt arbeiði krevur nógva tíð, og lærarar gera sjálvandi sítt ítasta at hjálpa øllum næmingum so væl sum gjørligt. Ein liður í hesum arbeiði hjá læraranum er at fáa eina góða floksmentan, soleiðis at øll kenna seg trygg og hava tað gott í flokkinum. Og alt hetta skal flokslærarin gera í einum flokki, har hann javnan er einsamallur við 26 næmingum!

Í dag er tað soleiðis, at tvílæraraskipanin tekur við, tá ið næmingatalið fer upp um 17 næmingar. Tástani eru tveir lærarar til onkrar tímar, men veruleikin er eisini tann, at í fleiri tímum er lærarin einsamallur við 26 næmingum, og tað kann vera stríggið.

Men tað ber væl til at bøta munandi um støðuna. Tað krevur bert eitt pennastrok frá politiska myndugleikanum.

Tað sóu vit í 2018, tá ið táverandi landsstýriskvinnan hækkaði játtanina til skúlavegleiðing. Tá vildi politiski myndugleikin styrkja eitt øki í fólkaskúlanum, og tað bleiv gjørt við at játta fleiri tímar. So hví ikki gera tað sama nú við tvílæraraskipanini? Tað hevði gagnað øllum pørtum.

Næmingarnir høvdu uttan iva merkt, at lærarin hevði betri tíð til hvønn einstakan, og av tí sama høvdu teir eisini havt betri fortreytir fyri menning, bæði fakliga og trivnaðarliga. Og fyri læraran hevði tað so avgjørt verið ein lætti at havt ein lærara aftur at sær í flokkinum. Tað sigur seg sjálvt, at tað er lættari hjá tveimum lærarum enn einum at lofta ymisku støðunum, sum stinga seg upp í skúlastovuni. Sum heild hevði tað lætt munandi um gerandisdagin hjá lærarum í byrjanardeildini, um tvílæraraskipanin varð styrkt.

So um politiski myndugleikin veruliga vil hava ein góðan fólkaskúla, og tað ikki bara skal vera føgur orð, er hetta eitt upplagt øki at gjørt nakað við. Tað skal ikki so nógv til. Í hesum føri bara eitt pennastrok.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan