Tíðindi/Greinar

02.08.2023

Eftirútbúgving á breddan

Tørvurin á eftirútbúgving í fólkaskúlanum er stórur. Tað hava vit vitað rættiliga leingi, og nú verður tað eisini staðfest í nýggja álitinum um broytingar í fólkaskúlalógini, sum ein arbeiðsbólkur handaði landsstýrismanninum í skúlamálum herfyri. Tórhallur við Gil, næstformaður Føroya Lærarafelags, skrivar

Í álitinum verður gjørt rættiliga nógv burtur úr eftirútbúgvingarpartinum, og arbeiðsbólkurin hevur fleiri tilmæli, sum snúgva seg um eftirútbúgving. Arbeiðsbólkurin greiðir rættiliga neyvt frá, hvørjar eftirútbúgvingar skulu vera fyri fólkaskúlalærarar, og hvussu eftirútbúgvingarøkið eigur at verða skipað. Tosað verður bæði um langar eftirútbúgvingar á diplom-, bachelor- og masterstigi, sum Námsvísindadeildin eigur at skipa fyri, og stuttar eftirútbúgvingar sum AKT og SSP og skeiðsvirksemi, sum Nám skipar fyri, eins og gjørt verður í dag. Arbeiðsbólkurin skjýtur eisini upp, at árliga játtanin til eftirútbúgving á fíggjarlógini skal vera 3,5–4,0 mió. kr.

Hetta er hugaligur lesnaður, og vónandi fær hetta politiska undirtøku. Sum arbeiðsbólkurin sigur í álitinum, er tað av alstórum týdningi, at fólkaskúlin hevur væl útbúgvin starvsfólk innan lærugreinir og serlig fakøki, ið eru knýtt at undirvísingini og virksemi skúlans sum heild.

Arbeiðsbólkurin ásannar eisini, at av tí at eftirútbúgvingartørvurin er so mikið stórur, ber ikki til at seta alt í verk í senn. Tí verður mælt til, at talan verður um eina skipaða tilgongd, har eftirútbúgvingar verða bodnar út við jøvnum millumbilum, og arbeiðsbólkurin hevur eisini eitt ítøkiligt uppskot, hvussu raðfestast skal. Raðfestingin er grundað á, hvørjar útbúgvingar hava bíðað longst og tørvin, sum er í løtuni.

Tað er longu nokk so nógv ár síðani, at teir lærarar, sum hava eftirútbúgvið seg, vórðu útbúnir. Her verður hugsað um t.d. Kt-vørðir, skúlabókavørðir, lesivegleiðarar, støddfrøðivegleiðarar, serlærarar og orðblindalærarar. Onkur av lærarunum, sum tók onkra av hesum útbúgvingum, er kanska farin úr starvi, og onkur annar hevur kanska ikki nógv ár eftir í starvinum. Tað er tí í tøkum tímum, at ferð verður sett á eftirútbúgvingarpartin. Fólkaskúlanum tørvar lærarar, nú eins og áður, sum hava nomið sær servitan á hesum økjum.

Spennandi verður at fylgja við, tá ið tilmælini um eftirútbúgvingar og álitið sum heild koma til viðgerðar á tingi. Hetta nýggja álitið um broytingar í fólkaskúlalógini er í øllum førum eitt gott grundarlag til at fáa eina góða viðgerð. Fólkaskúlan eiga vit øll, og vit vilja øll hava ein góðan fólkaskúla.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan