Tíðindi/Greinar

24.05.2016

Eftirútbúgving og styttri skeið frá Námi komandi skúlaár

Í skeiðsfaldaranum hjá Námi eru tilboð til bæði fólkaskúla- og miðnámsskúlalærarar. Talan er um 16 skeiðstilboð ætlað fólkaskúlalærarum. Maria V. Hansen, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Skeiðsfaldarin frá Námi kom út í skúlarnar fyri sløkum mánaði síðan. Tekningarfreistin var hósdagin 19. mai.

Her fær lærarin møguleika at uppstiga ella víðka sína vitan innan lærarafakið. Sjálvsagt finnast nógvir lærarar, sum harumframt sjálvir halda seg ajour við at lesa hóskiligt fakligt tilfar og annars kunna seg umvegis internetið. Onkur fer á skeið uttanlands, men tá má viðkomandi sjálvur fíggja kostnaðin, ið stendst av luttøkuni.

Tó so, av og á bjóðar Mentamálaráðið víðariútbúgvingar innan ávís øki innan fólkaskúlan, so sum serlærari, KT-vørður, skúlabókavørður, lesivegleiðari, orðblinda- og AKT lærari. Í løtuni eru nakrir lærarar í gongd við at útbúgva seg til støddfrøðivegleiðarar, ein 3 ára long eftirútbúgving, sum teir taka samstundis, sum teir starvast í skúlanum. Hesir lærarar fáa ein niðurskurð í tímatalvuni. Eftir summarferiuna byrja teir triðja árið. Tað skal sigast, at tað er hugurin, sum drívur slíkar lærarar at víðariútbúgva seg, tí hóast talan er um fría eftirútbúgving, so samsvarar niðurskurðurin í tímatalvuni als ikki við tað arbeiði og ta tíð, sum teir brúka fyri at menna sínar førleikar. Eingin lønarmunur er eftir lokið prógv. Sáttmálin millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið leggur upp fyri slíkum eftirútbúgvingum. Higartil er hann ikki fylgdur, men eg fari ikki at koma inn á henda trupulleika á hesum sinni.

Eg fegnist tó um, at Mentamálaráðið bjóðar eftirútbúgvingar til lærarar, tí menning innan skúlan er ein áhaldandi tørvur, um vit í Føroyum skulu kunna javnmeta okkum við grannalondini.

Í skeiðsfaldaranum hjá Námi eru tilboð til bæði fólkaskúla- og miðnámsskúlalærarar. Talan er um 16 skeiðstilboð ætlað fólkaskúlalærarum: 7 innan námsfrøði, 1 innan mál, 4 innan náttúruvísindafrøði og 4 innan ítrótt. Viðmerkjast skal, at innan tey námsfrøðiligu skeiðini eru aðrar lærugreinir óbeinleiðis uppi í: greiningaramboð, faklig lesiundirvísing, umframt at kreativar lærugreinir verða tiknar í brúk. Um skeiðstilboðið er nøktandi, valdast helst, hvør lærarin er.

Sum nakað heilt nýtt bjóðar Nám skeiðsdag innan allar lærugreinir. Tey ynskja at hava allar lærugreinir við í einum 2 ára skeiði. Tó skulu lærugreinirnar støddfrøði, føroyskt, danskt og enskt verða hvørt ár, tí tær fylla so nógv á tímatalvuni.

Innihaldið í lærugreinadøgunum er ikki útgreinað enn, men teir fara m.a. at viðgera tilfar, støðuna hjá lærugreinini og próvtøkur. Dagarnir verða millum 3-6 tímar. Nærri lýsing verður send teimum, sum tekna seg.

Havandi í huga, at tað eru áleið 700 lærarar, umframt allir miðnámsskúlalærarar, sum kunnu søkja á nevndu skeið, so má sigast, at Nám hevur ein sera stóran og fjølbroyttan bólk av luttakarum, sum tey skulu veita tænastur til. Uppgávan er ikki løtt og gerst ikki lættari av, at fíggjarligi karmurin er avmarkaður.

Eg haldi, at skeiðini síggja út at vera góð og spennandi. Eg vænti, at allir lærarar finna okkurt skeið, sum vekir teirra áhuga.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan