Tíðindi/Greinar

06.03.2017

Dansurin

Fyri nøkrum árum síðan var nógv kjakast um, at dagsins næmingar duga ikki uttanat. Hetta mótprógvar dansurin so sanniliga. Andrea á Rípuni, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Føstulávint er júst farin afturum, ein tíð har børnini gleða seg, tí tey sleppa at klæða seg út og ganga grýla. Posarnir eru fullir av góðgæti, tá tey koma heima aftur.

Ein fastur táttur í føstulávintshaldinum á skúlunum er føroyski dansurin. Ein siðvenja, ið heldur lív í okkara gomlu kvæðamentan. Tað er sjálvandi ymiskt, hvussu nógv skúlar gera burturúr, men teir lærarar, ið eg havi tosað við, siga, at á teirra skúlum verður gjørt rættiliga nógv við kvøðing.

Umframt at hetta tekstaslagið skal vera ein partur av føroyskt undirvísingini, so eru so nógvir aðrir ágóðar við at kvøða. Ferð eftir ferð havi eg upplivað, at næmingar, ið annars ikki eru so serliga áhugaðir í stuttsøgum, yrkingum og øðrum tekstasløgum, vísa kvæðum ein serligan ans. Hesir næmingar tíma væl, duga væl og hava eisini av og á dirvi at skipa. Hevur tú hesar næmingarnar við tær, draga teir fleiri við sær.

Fyri nøkrum árum síðan var nógv kjakast um, at dagsins næmingar duga ikki uttanat. Hetta mótprógvar dansurin so sanniliga, men ongin lærir uttanat av at lesa tekstin einaferð. Tað krevur arbeiði bæði í skúlanum og heima. Sjálvandi er tað lættari at læra uttanat, tá man heldur, at tað er spennandi, men hitt ber eisini til.

Nógv av tí arbeiði, sum verður gjørt í skúlunum, hevur eina sosiala “dimension”. Tá vit sláa ring, kanst tú illa vera annað enn sosialur. Øll kvøða sama kvæði, øll mugu leiðast, og vit eru sera tøtt. Øll eru heit og sveitta, og tað kann taka eitt sindur av tíð hjá næmingum at góðtaka, men soleiðis er tað hjá okkum øllum.

Tað er stuttligast at dansa, tá tú dugir og skilir, hvat søgan snýr seg um, og tá er tað eisini lættast at læra. Tí er tað eitt gylt høvi at samstarva við aðrar lærugreinar.

Føroyskt, søga og kristni eru kanska tað vit hugsa fyrst, men eg havi mangan undrast, hví ikki aðrar lærugreinar eru við. Hví kunnu vit ikki eisini kvøða í donskum, enskum, støddfrøði, landalæru o.s.fr. Ágóðarnir av hesum arbeiði eru so eyðsýniliga góðir, at øll áttu at verið við. Hetta hevði eisini gjørt arbeiði lættari, tí ein og sami lærari dugir ikki øll kvæði eins væl, og tá er gott, um annar traðkar til.

Ein partur í hesum arbeiði, ið vit kanska hava lyndi til at gloyma, eru dansifeløgini. Dansifeløgini eru ríkað við fantastiskum kvøðarum, ið eru ein fyrimynd hjá okkum øllum. Tey vilja fegin hjálpa til og koma eisini út á skúlarnar, um tað liggur fyri. Um so er, at dansifelagið í bygdini hevur barnadans, er nógv vunnið, um semjan er millum dansifelagið og skúlan, hvat kvøðast skal í ár. Tá hevur man longu fingið fatur á teinum næmingunum, ið ganga til barnadans, og teir eru ein góður stuðul í skúlanum.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan