Tíðindi/Greinar

31.07.2023

Bókadeildin er ein íløga í framtíðina

Uttan Bókadeildina høvdu vit øll verið fátøk. Tað er har, at íløgur í framtíðina verða gjørdar. Eyðbjartur S. Skaalum, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Á loftinum í svarta húsinum í Pedda við Stein gøtu 9 er nógv virksemi. Tað er her vit finna skrivstovna hjá  Føroya Lærarafelag og uppi á loftinum sita skilagóð og arbeiðssom fólk og kýta seg hvønn dag. Har heldur nevnliga Bókadeild Føroya lærarafelags til.

Uttan Bókadeildina høvdu vit øll verið fátøk. Tað er har, at íløgur í framtíðina verða gjørdar.

Vit uppliva javnan børn og ung, ið hava torført við at orða seg á føroyskum. Ofta hoyrast tey spæla á enskum í fríkorterunum, og viðhvørt samskifta tey bara á enskum. Føroyskt er ókul. Tað er ikki kekkað.

Hetta eru børn og ung, og tey kenna sjálvsagt ikki álvaran í at duga móðurmálið og verja tað. Tey eru ikki øðrvísi enn vit, tá vit vóru á teirra aldri. Móðurmálið var ikki tað, ið fylti mest tá. Men á Bókadeildini gera tey eitt megnar arbeiði fyri at tryggja okkum, at móðurmálið hevur lív lagað.

Bókadeildin tryggjar okkum føroyskt tilfar. Hvørt ár geva tey umleið 80 bøkur út. Hetta eru bøkur, ið eru upprunaføroyskar og bøkur, ið eru týddar frá øðrum málum. Bøkurnar stuðla undir málmenning og hugflogið. Tær styrkja eisini støðuna hjá føroyska málinum millum børn og ung. Allar bøkurnar eru til gagns fyri okkum og eru við til at styrkja støðuna, ið málið er komið í. Aftrat góða arbeiðinum við at geva bøkur út, mugu vit minnast til, at tað eru rithøvundar og týðarar, sum gera, at hetta er møguligt.

Umframt at tryggja okkum føroyskar bøkur til skúlabrúks og heimabrúk, so er tað eisini Bókadeildin, sum er við til at gera Strok og Píka7. Barna- og ungdómsbløð, ið allir næmingar frá 0.-7. flokk fáa púra ókeypis.

Hetta er í samstarvi millum land og kommunur, og vit gleðast um hetta. Bløðini viðgera nógv ymiskt, ið rørir seg í samfelagnum og sum vit lærarar kunnu brúka í undirvísing okkara. Nú, tá øll fáa blaðið, leggur tað upp til, at vit brúka tað í undirvísingini. Vit kunnu kjakast um greinarnar, sum eru skrivaðar, tosa um evni, ið eru viðgjørd, og tosa um bøkur o.a., sum børn á teirra aldri sita og ummæla. Tað er gleðiligt, tá man ger eitt slíkt blað, at børnini og tey ungu eiga eina virkna rødd. Við tí fáa vit kveikt fleiri børn og ung at bjóða seg fram til hetta.

Tað hevur ótrúliga stóran týdning, at vit framleiða føroyskt tilfar sum er tíðarhóskandi, so børn og ung kunnu kenna seg aftur í tí, tey lesa. Hetta duga okkara ritstjórar og blaðstjórar avbera væl.

Vit lærarar eru hepnir, tí vit fáa Skúlablaðið borið í postkassan. Við Skúlablaðunum fáa vit innlit í, hvat rørir seg í samfelagnum, hvat nevndin í felagnum tekst við, hvat gera tey í øðrum skúlum. Blaðið er við til at menna okkum sum lærarar og kveikja okkum. Heppið, at vit eiga so dugnalig blaðfólk og ritstjóra.

Tað er gleðiligt, at vit fáa allar tær góðu søgurnar lýstar, og tað hevur veruliga týdning, at vit fáa lýst, hvussu gott, týdningarmikið og gevandi lærarayrkið er.

Vit lærarar eru heppin, at vit hava eina so góða og vælvirkandi Bókadeild, ið fremur hetta megnar arbeiði.

Vit mugu ikki taka hetta fyri givið. Tað liggur nógv arbeiði aftanfyri at fáa allar hesar útgávur í lag, men tað verður gjørt til eitt UG, og tað skulu vit vera sera takksom fyri! Hetta arbeiði kann als ikki gerast upp í pengum, tí virðið er nógv størri enn tað. Hetta er ein stór íløga í framtíðina.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan