Tíðindi/Greinar

23.02.2022

Betri fyrivarin enn eftirsnarin

Hví sýnist tað at vera so trupult at spáa um tørvin, tá ið nýggir og ofta størri skúlar skulu byggjast, og harvið kunna umgangast óhepnar framtíðar støður? Bergur Samuelsen, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Ja, hvussu ofta hava vit ikki staðfest tað, eisini á skúlaøkinum? Hvør minnist ikki rokið um prísin fyri Glasir? Og í seinastuni hevur Skúlin á Fløtum eisini, í fleiri førum, verið í brennideplinum. Hví sýnist tað at vera so trupult at spáa um tørvin, tá ið nýggir og ofta størri skúlar skulu byggjast, og harvið kunna umgangast óhepnar framtíðar støður?

Skal beinanvegin viðganga, at tað er so sára lætt at hyggja í bakspeglið og staðfesta, hvussu ein átti at gjørt. Ólíka truplari er at síggja fleiri ár fram í tíðina. Og sum kunnugt er eisini vandi í hvørjari vælferð.

Men nakrir fótfeilir áttu avvarðandi myndugleikar at kunnu sæð fyri sær og sloppið undan, tá ið Føroya størsta kommunala verkætlan varð framd, ið var byggingin av Skúlanum á Fløtum.
Ein stórur feilur var, at skúlin var bygdur ov lítil frá byrjan. Teir báðir skúlarnir, sum blivu niðurlagdir, tá ið Skúlin á Fløtum kom, nevniliga Kommunuskúlin og Venjingarskúlin, høvdu báðir tvey spor hvør. Skúlin á Fløtum hevur bara trý spor. Og tvey pluss tvey verður ongantíð trý. Hvar so tann eini flokkurin skal fara, kann skjótt verða ein afturvendandi ørkymlan.
Annar feilur var, at býráðið innførdi frítt skúlaval. Øll í kommununi, um tú so búði Úti á Reyni, á Norðasta Horni, í Kollafirði ella í Kirkjubø kundu søkja inn, hvar tey høvdu hug. Sjálvsagt skapti hetta trupulleikar. Serliga á Skúlanum á Fløtum, tí sera nógv ynsktu at koma inn á hendan nýggja og stásiliga skúlan. Tað er heldur einki at siga til. Tí lat meg eisini sláa eitt fast um Skúlan á Fløtum, ikki bara er hann størsti skúli í landinum, hann er eitt námsfrøðiliga, bygnaðarliga og ikki minst arkitektoniskt stórt fram- og nýbrot. Nakað, sum kemur bæði næmingum og lærarum til góðar. Ein rein føroysk loyst frá byrjan til enda. Nakað, ið vit øll bæði kunnu vera glað og errin av.

Tí er tað serliga spell, at óhepnar støður koma fyri, sum kundu verið slopnar undan. Orsøkin til, at átta børn og møguliga upp í 22 børn, alt eftir hvussu gjørt verður upp, í forskúlanum í Skúlanum á Fløtum, mugu flyta í annan skúla komandi ár, er tað fría skúlavalið, ið innført varð fyri nøkrum árum síðani. Sera keðilig støða, men alternativið er verri. At kroysta øll inn í komandi 1. flokk, og harvið vera eini 27-28 næmingar í hvørjum flokki vegna plásstrot, er sjálvsagt átaluvert ikki haldbart. Hvørki sosialt, fakliga ella námsfrøðiliga. So er hóast alt frægari at seta eina barakk upp uttan fyri til ein eyka flokk, hóast tað er ein neyðloysn. Í fólkaskúlalógini stendur í §20 "Við skúlaársbyrjan eigur næmingatalið vanliga ikki at fara upp um 24 í hvørjum flokki". Her skuldi sjálvandi staðið SKAL í staðin fyri EIGUR umframt orðið VANLIGA skuldi verið strikað. Ja, talið átti helst at verið nakað lægri enn 24.

Í hádeildini eru eisini trupulleikar við plássi. Av tí at skúlin av fyrstan tíð var ov lítil, umframt at skúlin satsar upp á ítróttabreytir, er nú ikki pláss fyri næmingum, sum annars hava havt langa siðvenju at ganga í 8. og 9. flokki í Skúlanum á Fløtum. Tað eru næmingar frá Santa Frants. Áður komu teir í Kommunuskúlan. Men nú er so ikki pláss. Men ikki tí, Eysturskúlin hevur pláss fyri teimum, so størri er tann trupulleikin ikki. Bert løgið at byggja skúlar ov lítlar frá byrjan.

Hvat kunnu vit so læra av hesum feilum? Jú, fyrst og fremst ikki at fara upp á kompromis við tal og stødd ov floksstovum, bygningum, hentleikum og útgerð annars. Er neyðugt við nøkrum milliónum eyka fyri at halda støðið, so brúka tær. Tað kemur okkum til góðar nógv áratíggju fram. Ikki byrja at klípa av her og har fyri at halda onkra játtan ella ætlan. Næmingar og lærarar hava uppborið betri enn sum so.   


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan