Tíðindi/Greinar

02.03.2022

Aðalfundurin nærkast

Um so er, at man er áhugaður í fagfelagsarbeiði og kundi hugsað sær at stillað upp, so er møguleikin nú.

Tann 30. apríl er aðalfundurin hjá Føroya Lærarafelag á skránni. Ein dagur, har lærarar hava høvi at hoyra, hvat felagið tekst við og at hitta og síggja tey, ið man møguliga ikki hevur sæð í longri tíð.

Tað eru ymiskar orsøkir til at fólk møta á aðalfundi, summi tí tey kenna tað sum sína skyldu, onnur, tí tey vilja hitta aðrar lærarar, og upp aftur onnur, tí tey eru áhugað í fakfelagsarbeiði. Um so er, at man er áhugaður í fagfelagsarbeiði og kundi hugsað sær at stillað upp, so er møguleikin nú. Í § 11 í viðtøkunum fyri Føroya Lærarafelag, stendur m.a. soleiðis:

§ 11. Í nevndini er formaður og 4 nevndarlimir. Nevndin hevur 2 tiltakslimir.
Stk.2. Nevndarval fer fram eftir hesi skipan:
1. Formaðurin verður valdur triðja hvørt ár. Valskeiðið er trý ár, galdandi frá aðalfundinum í 2019.
2. Tveir nevndarlimir og tveir tiltakslimir verða valdir hvørt ár. Valskeiðið hjá nevndarlimum er tvey ár og tiltakslimum eitt ár.
3. Nývalda nevndin tekur við eina viku eftir valið.
Stk.3. Uppskot til valevni sum formaður og ella nevndarlimir skulu vera komin til nevndina í seinasta 3 vikur fyri aðalfundin. Valevnini verða kunngjørd limunum saman við aðalfundarskránni.

At hava eina góða og vælvirkandi nevnd er altavgerandi fyri tað arbeiði, ið liggur fyri framman. Lærarastarvið er eitt virkið og livandi starv, ið er í støðugari broyting, tí er neyðugt við eini nevnd, har limirnir føla, at teir eru í tryggum hondum. Tað er ongantíð so, at allir limir til eina og hvørja tíð eru samdir við nevndini, og halda, at nevndin arbeiðir so, sum man sjálvur vil; so vil vera. Gloymast skal tó ikki, at nevndin altíð hevur limir sínar fremst í huga. Ein stórur partur av arbeiðinum, sum verður gjørdur, sær ongantíð dagsins ljós, tí arbeitt verður handan tjøldini við t.d. at mýkja støður, ella við at arbeiða soleiðis, at skaðin ikki hendir. Alt skal ikki fram í ljósið, tí fakfelagspolitikkur verður ikki rikin í miðlunum. Felagið hevur javnan samband við síni álitisfólk, sum hava til uppgávu at kunna skúlarnar kring landið.

Heldur tú, at tú ert eitt gott íkast til nevndina, so er at gera vart við teg á skrivstovu felagsins og boða frá, at tú stillar upp. Tað er gott og sunt fyri eitt hvørt felag at hava limir, ið ganga upp í fakfelagsarbeiði, og vilja geva sítt íkast.

Við vón um góðan aðalfund.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan