Tíðindi/Greinar

24.07.2023

Arbeiðsdagarnir roynast væl

Dagarnir verða brúktir skilagott, og teir hava stóran týdning. Hetta eru arbeiðsdagar til okkara, so vit kunnu til eina og hvørja tíð gera av, saman við leiðsluni, hvat skal vera á skránni. Dagarnir tryggja okkum ein góðan skúla, har fakligheit og sosialur trivnaður eru í hásæti – bæði hjá okkum lærarum og hjá næmingunum. Eyðbjartur S. Skaalum, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Í 2019 skrivaði táverandi landsstýriskvinnan í skúlamálum, Hanna Jensen, og Føroya Lærarafelag undir avtalu um, at fimm dagar av skúlaárinum skulu brúkast sum arbeiðsdagar hjá starvsfólkum skúlans.
Henda skipanin hevur roynst væl, og teir lærarar, eg tosi við, lata sera væl at skipanini.

Í rundskrivinum stendur millum annað: ”Einstaki skúlin hevur frælsi at skipa dagarnar, so teir verða nýttir til tey átøk, sum skúlin heldur eru mest viðkomandi. Talan kann umframt eftirmeting og ráðlegging verða skeið, námsfrøðiligir evnisdagar, starvsfólkamenning og samansjóðing.”

Tað tykist sum, at fólk á gøtuni viðhvørt halda, at vit hava frí hesar dagarnar. Næmingarnir eru farnir í summarfrí, so nú hava tit fingið summarfrí. Tit gera einki til nyttu hasar dagarnar, hatta er bara til hugna og fjas, men so er als ikki.

Dagarnir verða brúktir skilagott, og teir hava stóran týdning. Hetta eru arbeiðsdagar til okkara, so vit kunnu til eina og hvørja tíð gera av, saman við leiðsluni, hvat skal vera á skránni. Dagarnir tryggja okkum ein góðan skúla, har fakligheit og sosialur trivnaður eru í hásæti – bæði hjá okkum lærarum og hjá næmingunum.

Tað, sum lærarar, eg práti við, siga, er, at tað er gott at fáa eftirmett farna árið. Tað er gott at fáa eftirmett bæði, tá tað kemur til virksemið í ymsu toymunum og samstundis eftirmett árið og tað, sum skúlin hevur sett á skránna ígjøgnum skúlaárið. Tað er eisini gleðiligt, at vit lærarar fáa stundir til at rudda og gera klárt til skúlaársbyrjan, so tað er klárt at byrja, tá næmingarnir koma í skúla.

Tað hevur nevnliga sera stóran týdning, at alt er væl skipað tá. Vit fáa avtalað, nær uppgávur og annað skal latast inn, so alt ikki fellur í somu viku, vit fáa skipað setursskúlar, dagstúrar, verkætlanir, evnisvikur og so framvegis. Tað lættir um hjá øllum pørtum, bæði hjá okkum lærarum og hjá børnunum, tá hetta er lagt væl til rættis. Tá er klárt at siga vælkomin og fara beinleiðis í gongd.

Lærarayrkið er sera fjølbroytt, og vit verða drigin við inn í øll rák, sum raka okkara næmingar; tískil er tað eisini sera heppið, at vit øll kunnu førleikamennast og latast í, so vit eru «dagførd» at gera arbeiði okkara.
Hetta er møguligt at gera arbeiðisdagarnar, tí tá ber væl til at sama allan starvsfólkahópin til skeið og førleikamenning. Hetta er gleðiligt.

Ein stórur partur av at fáa tryggja ein góðan skúla er, at starvsfólkini kennast og trívast væl við hvørjum øðrum. Hesir arbeiðsdagar gera eisini, at vit koma hvørjum øðrum við, uttan at vit eru avbrotin við teimum uppgávunum, sum vit í gerandisdegi okkara møta. Eisini er hetta eitt upplagt høvi hjá nýsettu starvsfólkunum at vitja skúlan og heilsa upp á nýggju starvsfelagarnar. Nýsettu starvsfólkini fáa eisini tá møguleika at vera við til toymisfundir v.m., so tey eru til reiðar at byrja í starvinum, tá skúlaárið byrjar.

Alt í alt hoyri eg bara lærarar gleðast um hesar dagar.

 

 


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan