Tíðindi/Greinar

2. november 2020

Altjóða læraradagur umráðandi

Vit hava øll gott at av fáa eina viðurkenning fyri tað arbeiði, vit gera, so hví ikki geva lærarunum eitt positivt orð við á vegnum, eitt herðaklapp og góðynski. Eingin fer væl av at annar fer illa. Andrea á Rípuni, næstforkvinna Føroya Lærarafelags, skrivar

Tann 5. oktobur var altjóða læraradagurin hjá Sameindum Tjóðum. Hesin dagurin er ognaður lærarum, so at teir fáa viðurkenning fyri teirra stóra og góða arbeiði, og fyri tann stóra týdningin, teir hava fyri samfelagið.

Hesin dagur verður hildin í yvir 100 londum sambært heimasíðuni laererdag.dk. 5. oktobur verður sjóneykan sett á týdningarmikla leiklutin, ið lærarin hevur, ikki einans sum undirvísari, men eisini fyri hansara leiklut í at virka fyri, at vit fáa tilvitaðar og virknar borgarar í nútímans samfelagnum.

At vera ein partur av útbúgvingarskipanini er ein stór uppgáva og skal ikki undirmetast, ei heldur skal møguleikin fyri at fáa eina útbúgving undirmetast. Í okkara parti av heiminum er útbúgving ein sjálvsagdur lutur, men so er ikki allastaðni. Útbúgving er ein mannarættur og skal ikki undirmetast.

Sjálvt um hetta eru føgur orð, so hoyrdu vit onki til henda serstaka dagin her hjá okkum. Eg veit, at nakrir skúlar saman við skúlastýrinum skipaðu fyri læraradegnum, men tað er ikki ein fastur táttur í okkara skúlum, sjálvt um tað átti at verið ein fastur partur av skúlanum.

Skúlin og harvið lærarin myndar næmingarnar, tí teir brúka so nógv av síni tíð saman. Lærarin hevur ikki bert eitt bókliga fakligt samskifti við næmingarnar og foreldrini, men so sanniliga eisini prát um næstan øll lívsins viðurskifti. Hetta ger, at næmingarnir eiga eitt serligt pláss í hugaheiminum hjá lærarum, og tað er ikki óvanligt, at hann vil gera meiri enn tað, ið kann væntast av honum, fyri at tað skal ganga næmingunum væl.

Vit hava øll gott at av fáa eina viðurkenning fyri tað arbeiði, vit gera, so hví ikki geva lærarunum eitt positivt orð við á vegnum, eitt herðaklapp og góðynski. Eingin fer væl av at annar fer illa.

Teir umsorganarpersónar, ið eru um okkara børn, hava rós uppiborið, líka mikið, um tað er innan skúlans gátt ella ikki. Vit eiga at geva okkum far um tað góða, ið hesir persónar gera, tí tað er eitt ískoyti til tað, sum vit sum foreldur geva. Hesir partar geva allir sítt íkast til, at børnini myndast sum heil menniskju.

Vónandi fara vit at hoyra meiri til altjóða læraradagin 2021.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan