Tíðindi/Greinar

05-10-2021

5. oktober - altjóða læraradagur

Í dag 5. oktober er altjóða læraradagur, sum ST hevur sett á skrá. Hendan dagin verða lærarar um allan heimin viðurkendir fyri sítt stóra og góða arbeiði og fyri tann ómetaliga stóra týdning, teir hava fyri samfelagið.

Korini hjá lærarum kring heimin eru ógvuliga ymisk, og nógvastaðni er tørvurin á betri skúlagongd ovurstórur. Tað eru framvegis nógv støð í heiminum, har milliónir av børnum ikki sleppa í skúla. Hetta kemst m.a. av ógvuliga stórum læraratroti.

Fleiri enn 100 lond hátíðarhalda dagin, sum varð hildin fyrstu ferð í 1994. Tá spratt dagurin úr heimsyvirlýsing Sameindu Tjóða frá 1948 um mannarættindi, har eitt punkt er, at øll hava rætt til skúlagongd. Ljós verður varpað á, hvussu stóran týdning lærarin hevur sum undirvísari og eisini, hvussu týdningarmikil lærarin er, tá ið tað snýr seg um at menna virknar borgarar í einum modernaðum samfelagi. Læraradagurin er eisini við til at varpa ljós á, at útbúgving er ein grundleggjandi menniskjarættur.

Eisini í Føroyum verður hesin týðandi dagur tíbetur hátíðarhildin í fleiri skúlum. Tað kann t.d. vera næmingaráðið og skúlastýrið í skúlanum, sum skipa fyri degnum. Innihaldið kann sjálvandi vera rættiliga ymiskt. Í summum skúlum verður tað skipað sum ein hugnalig løta, har lærarar, næmingar og avvarðandi eru saman. Á skránni eru ofta røður, sum næmingar halda, og tað kemur meir enn so fyri, at tey eisini hava bjóðað einum gestarøðara at siga nøkur orð. Talan er um eina hátíðarliga og hugnaliga løtu, har næmingar og foreldur takka lærarunum á ymiskan hátt.

Eg ivist onga løtu í, at tað í nógvum skúlum verður gjørt nokk so fitt burturúr, tá ið altjóða læraradagur er. Tí hevði tað eisini verið hugaligt, um føroyskir miðlar vístu hesum degnum størri ans og góvu honum tað uppmerksemi, hann hevur uppiborið. Tað er púra vist, at fleiri góðar og rørandi søgur verða fortaldar hendan dagin, og tað hevði einki gjørt, um almenningurin eisini hoyrdi nakrar av hesum søgum.

Lærarar verða mettir og vigaðir hvønn tann einasta dag, og tað er væl skilligt. Lærarastarvið er ein av grundarsúlunum í samfelagnum, og tí hava flestøll eina meining um tað. Nokk so ofta snýr prátið seg tó um tað, sum ikki er nóg gott ella ikki riggar nóg væl. Tí er altjóða læraradagurin eitt gott høvi at steðga á og viðurkenna tað stóra og týdningarmikla arbeiðið, lærarar gera dag og dagliga.

Eitt herðaklapp av og á kann gera stóran mun. Eisini hjá lærarum.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan