Tíðindi/Greinar

30.08.2023

20 næmingar í hvørjum flokki, ja takk!

Tað er trupult, fyri ikki at siga ómøguligt, at finna nakra góða grundgeving, hví 26 næmingar skulu vera í einum flokki. Tað skuldi næstan sagt seg sjálvt, at ein tílík skipan ikki gevur bestu gróðrarlíkindi fyri læru og trivnaði. Tað er greiður samanhangur millum floksstødd og trivnað. Tórhallur við Gil, næstformaður Føroya Lærarafelags, skrivar.

Tá ið landsstýrismaðurin í skúlamálum, Djóni N. Joensen, varð spurdur um floksstødd í Breddanum herfyri, svaraði hann, at 20 næmingar hevði verið eitt hóskandi tal til floksstødd. “Tað hevði verið tað ultimativa málið,” sum hann málbar seg. Eisini segði landsstýrismaðurin, at tað politskt nokk var mest realistiskt at fáa undirtøku fyri at minka floksstøddina, um hann skuldi valt okkurt tilmæli burtur úr tilmælunum, sum ein arbeiðsbólkur handaði honum herfyri. Landsstýrismaðurin ætlar, at flokstøddin skal minka longu næsta skúlaár.

Hetta er sanniliga søtur musikkur at hoyra, og tað er gott at staðfesta, at fólkaskúlin liggur frammarlaga í huganum hjá politikarum. Støðan viðvíkjandi floksstødd hevur annars ikki verið nøktandi tey nógvu síðstu árini, tí fólkaskúlalógin heilt einfalt ikki hevur verið fylgd. Fólkaskúlalógin sigur greitt: “Við skúlaárs byrjan eigur næmingatalið vanliga ikki at fara upp um 24 í hvørjum flokkinum.” Soleiðis stendur skrivað svart upp á hvítt, men gerandisdagurin í skúlanum hevur verið, at 26 næmingar, og ikki 24, sum lógin ásetur, hava verið í hvørjum flokki. 27. næmingurin hevur gjørt, at tímar til tveir flokkar hava verið játtaðir.

Nú sær so út til, at vend kemur í, og tað er at fegnast um. Tað er trupult, fyri ikki at siga ómøguligt, at finna nakra góða grundgeving, hví 26 næmingar skulu vera í einum flokki. Tað skuldi næstan sagt seg sjálvt, at ein tílík skipan ikki gevur bestu gróðrarlíkindi fyri læru og trivnaði. Tað er greiður samanhangur millum floksstødd og trivnað. Tað vísti tann annars so keðiliga tíðin við korona okkum. Næmingarnir trivust munandi betur í teimum smærri flokkunum og bólkunum, sum vóru tá.

Tað skuldi heldur ikki verið neyðugt hjá politikarum at stúrt so nógv fyri kostnaðinum av at minka floksstøddina. Gaman í, tað kostar eitt sindur, men tað er samstundis so avgjørt eisini ein góð íløga og allarhelst eisini ein sparing. Vit hava jú í seinastuni hoyrt nógv um, at alt fleiri næmingar fara í serstovur, tí teir trívast ikki í tí stóra flokkinum. Serstovur kosta sjálvandi fitt av peningi, men tá ið floksstøddin verður minkað, skuldi ikki verið neyðugt við so nógvum serstovum. Næmingarnir fara at finna seg betur til rættis í flokkinum, sum ikki fer at vera so ovurstórur, og lærarin fer at hava betri tíð til hvønn einstakan næming.

At minka floksstøddina loysir ikki alt, so einfalt er tað sjálvandi ikki. Teir næmingar, sum hava brúk fyri at vera í einari serstovu, skulu sjálvandi hava tann møguleikan, men at minka floksstøddina er eitt munadygt stig til tess at fáa fleiri næmingar at trívast í sínum egna flokki, sum frameftir vónandi ikki verður størri enn 20 næmingar.  


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan