Tíðindi/Greinar
16.07.2021
Mánamorgunin 7. juni setti eg meg í bilin nakað yvir klokkan 8, tí próvtøkan í Klaksvík ikki byrjaði fyrr enn kl. 9. Hetta høvdu vit avtalað, so eg ikki nýttist at fara so tíðliga frá húsum. Væl hugsað. Eg var annars sendur út fyri MMR sum tilnevndur próvdómari.
Kenslan var góð, tí eg metti, at eg hevði sett meg væl inn í alt tilfarið, sum lærarin hevði sent mær. Allar tekstirnar og øll tekstasløgini. Talan var um próvtøku í 9. flokki í donskum í ókendum teksti. 18 næmingar tilsamans og tí fór tað at taka tveir dagar. Eru tað færri enn 18 næmingar, verður alt gjørt í ein dag. Tað er altíð ein ávísur spenningur at vera sendur út sum próvdómari. Mann tað fara at ganga? Hvussu er mentanin á staðnum, og hvussu munnu næmingarnir vera fyri, hugsar ein. Sjálvandi gongur tað. Tað ger tað altíð so ella so. Men tað er altíð áhugavert at vita hvussu.
Komin norður til Klaksvíkar parkeraði eg við Norðoya Sparikassa, tað varð sagt at vera í lagi. Stórur og flottur skúli, tað má sigast. Møtti einum næmingi, og hann segði mær, hvar eg skuldi fara. Stutt eftir møtti eg læraranum. Og tað var sjón fyri søgn. Har var alt væl og virðiliga fyriskipað. Alt tilfarið, bæði teldutøkt og í pappírsformi, lá klárt sum avtalað. Og allir viðkomandi frymlar lógu frammi, og samvirkna talvan tendrað. Umframt at vit fingu góð rundstykki, kaffi og tað, sum hartil hoyrir afturvið, sum vanligt er.
Próvtøkan kundi byrja. Reglurnar til ókendan tekst eru 40 minuttir fyrireikingartíð. Fyrsti næmingurin var stak dugnaligur. Sera samførandi greining og tulking av tekstinum umframt góða samanbering við kendan tekst. Umframt gott danskt mál. Har var einki at seta fingurin á. Skuldi hon fáa sítt uppiborna 12- tal ella 10, var mín fyrsti tanki? Eg hevði ongantíð fyrr givið fyrsta næmingi eitt 12 tal. So hmm ...
Er samsýningin í lagi fyri at vera próvdómari? Í hesum førinum sum tilnevndur próvdómari? Haldi ikki, hon stendur mát við tað, sum krevst. Tað skal tó sigast, at sum skilst arbeiðir MMR/próvstovan við at dagføra samsýningina fyri próvdøming.
Tú mást fyrireika teg væl, tá ið tú skalt próvdøma. Vanliga skal tú lesa/síggja á leið hetta: Eitt høvuðsverk/skaldsøgu og ofta eisini síggja filmin, um slíkur er. Allar hinar tekstirnar, tvs. eitt nú: stuttsøgur, sagnir, ævintýr, tónleikainnsløg og lýsingar. Hetta má gerast væl og virðiliga og kann lættliga taka fleiri dagar.
Hvat fært tú so fyri at próvdøma, tilnevndur frá MMR, væl at merkja? Skúlarnir royna at geva lærarum 1 dag frí til fyrireiking, men tað er als ikki altíð gjørligt. Ofta fært tú ongan fyrreikingardag. Tú fært, sum skilst, kr. 15,-/tíma + tað, sum tað kostar at koyra í bussi aftur og fram! Hetta er alt í verðini ov lítið. Samsýningin má vera væl størri. Ein tanki kundi verið at fingið einar tveir dagar frí til fyrireiking. Men hetta er helst ikki møguligt, væl vitandi at skúlaleiðslurnar ofta hava meira enn trupult við at umvera lærarar bara 1 dag undan próvtøku. Tí má samsýningin vera í kr. og oyrum. Hvussu nógv dugi eg ikki at siga, men hon má vera væl hægri enn nú.
Tveir góðir dagar í Klaksvík við nógvum dugnaligum næmingum og einum nøgdum lærara. Sjálvur hevði eg eisini fingið íblástur og fleiri góðar tekstir við mær. Nakað, sum annars altíð hevur verið vanligt, at lærarar geva hvørjum øðrum tilfar.
Kenslan var góð, tá ið nøsin aftur bleiv vend suðureftir, eftir góðan døgurða á Amarant.
Og sjálvandi fekk gentan 12 fyri próvtøkuna. Alt annað hevði ikki verið rættvíst.
Lærarafelagið
Pedda við Stein gøtu 9
100 Tórshavn
Tel. 61 68 63
Fax. 31 96 44
Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo
2015 © Bókadeildin. All rights reserved.
Sendistovan